hm 2009

Tað ganga 2.6 mio fólk í miðal fyri hvørt HM heiðursmerki

Skuldi tað hent seg, at Pál Joensen fær eitt HM heiðursmerki, so er tað nýtt met sæð í ljósinum av heiðursmerki per íbúgvaratal. Verandi met síðani 2003 eiga avstraliubúgvar, tá ið tey fingu eitt heiðursmerki per 1 mio fólk í HM 2005. Eitt føroyskt HM heiðursmerki er tí 20 ferðnar betri. Og tá hava vit avrundað "skeivan" veg báðu ferðirnar. Á grafinum síggja vit, hvussu heiðursmerkir eru býtt millum lond í HM 2003, '05, '07 og '09.

Svøríki sendir bara 13 til HM, tí tey eru ikki betri enn tað sama

Tey sendu 19 til HM í Melbourne í 2007, men bara 13 nú til Rom, tí at "faktum är att svensk simning inte är bättre än så här just nu" (sí www.simma.nu). Liðið er tikið út av förbundskapten Thomas Jansson, og bygt upp runt fýra liðsvimjingar: 4x100 frí hjá monnum og kvinnum, umframt 4x200 frí og 4x100 blandað hjá kvinnum.

SwimmingWorld heldur eisini at søgan um Italia er verd at nevna

Handan søgan hjá Craig Lord verður eisini nevnd her í The Morning Swim Show, um at Italia risikerar at verða bannað av FINA frá HM í Rom, av tí at Italia enn loyvir sínum svimjarum at brúka Jaked J01 draktina. Tey vísa til at Craig Lord hevur tosað við onkra keldu í FINA, so tað er kanska meira enn bara villar spekulatiónir...

So eru kravtíðirnar klárar til HM, EM, EJM og NJM 2009

Svimjisambandið boðar í kvøld frá í stuttum tíðindaskrivi, at Starvsnevndin hevur góðkent kravtíðir til HM, EM, EJM og NJM fyri 2009. Kravtíðirnar kunnu síggjast her á ssf.fo.

Bjóða út innihald