Herfølge

Tíðindi úr Herfølge - Óluva og Jóhann vunnu silvur

Go Reki!! 8-)Bjarta Jógvansdóttir (FS) luttók í 50 rygg í morgun. Tíðin hjá henni var 45.79. Tað rakk til eitt 32. pláss millum tey 11 ára gomlu.

Jóhann Heðinsson (FS) svam 34.01 í innleiðandi 50 rygg í morgun, og við 6. bestu tíð slapp hann víðari til finaluna fyri 13 ár og yngri. Tóki Joensen (FLOT) svam 41.90, meðan Jón Arni Hjelm (FLOT) svam 42.64.

Onnur úrslit úr Herfølge

Bjarta Jógvansdóttir (FS) luttók í 100 rygg. Hon bleiv nr 28 við tíðini 1:41.08 (tilmeldað tíð TT 1:46.77) (bólkur 11 ár). Tóki Joensen og Jón Arni Hjelm (FLOT) svumu eisini 100 rygg, har Tóki gjørdist nr 40 við tíðini 1:33.32 (TT 1:52.66), meðan Jón Arni bleiv nr 42 við tíðini 1:34.73 (TT 1:37.03).

Jóhann framvegis favorittur í 50 firvald

Jóhann Heðinsson má sigast at vera favorittur í 50 firvald finaluni í kvøld. Í morgun svam hann besta tíð á teininum við 30.08. Hann eigur eisini besta tilmeldað tíð (29.92). Finalan verður varpað á livetiming.dk. FLOT svimjarnir Tóki Joensen og Jón Arni Hjelm svumu ávikavist 42.56 (tilmeldað 46.10) og 45.32 (tilmeldað 50.91).

Óluva við í finaluni í 50 firvald

Óluva Jacobsen (FS) verður eftir øllum at døma við í 50 firvald finaluni í kvøld. Tíðin í morgun varð 37.80. Hon hevur næstbesta tilmeldað tíð 36.32. Kappinginar í Herfølge kunna fylgjast umvegis livetiming.dk í kvøld. Í løtuni koyrir livetiming ógvuliga spakuligt.

4. pláss til Jóhann Heðinsson í 100 blandað

Jóhann HeðinssonJóhann Heðinsson úr FS fekk eitt 4. pláss í 100 blandað, bólkur 13 ár. Tíðin hjá honum varð 1:10.90, ella gott eitt sekund frá bronsu. Tilmeldingartíðin var 1:13.87.

Óluva fekk eitt 6. pláss í Herfølge í 100 blandað

Óluva Jacobsen úr Reki ...FS svam 100 blandað við tíðini 1:23.99 í morgun, ið rakk til eitt 6. pláss í bólkinum 11 ár. Tilmeldingartíðin hjá Óluvu var 1:23.88. Sunnleyg Eliasen (FS) svam teinin á 1:37.80 (tilmeldað tíð var 1:40.60), og tíðin hjá Bjarta Jógvansdóttir (FS) varð 1:47.32 (tilmeldað tíð var 1:51.47).

2 x silvur á stafettunum

Køge, 27. oktober 2007 kl 19.24:

Tær yngru genturnar vunnu silvur í 4 x 50 blandað, og harrarnir somuleiðis. Kristian Olsen svam bringu og vann faktiskt eisini bronsu í einstaklingakappingini. Pauli vann silvur í 50 firvald. Turið vann silvur í bringu og bronsu í firvald. Góður skurður :-) .

umvegis flot.info

Gull til Reka

Herfølge, 27. oktober 2007, kl 18.46:

Ingun svam eina kanóntíð á 36 okkurt og varð so klárt fremst.

umvegis flot.info

33 sekund betri

Herfølge, 27. oktober 2007 kl 18.46:

Joan Kristina betraði 15 sekund um sína bestu tíð í 100 frí, og Susan 18, tá ið tær vunnu hvønn sín riðil í morgun. Hvalirnir eru gávur til allar riðlavinnarar.

umvegis flot.info

Ægir-venjarin

Herfølge, 27. oktober 2007 kl 12.28:

Tað gongur gott hjá Ægir, men hasin høvuðsvenjarin er altso ikki heilt normal.

umvegis flot.info

Bjóða út innihald