Craig Lord setur spurningin her á SwimNews.com, nú asiatiska meistarastevnan er av, og tað tí byrjar at líða við langgeilameistarastevnum í 2010. Heimsmet hava verið sett á hvørjum ári, líka síðani FINA varð stovnað í 1908, har tað tey fyrstu árini var eitt sindur óskipað vegna skiftandi hyljalongdir, men har tað í øllum førum síðani 1956 hava verið sett heimsmet á hvørjum ári á langgeil, tvs. í 50 metra hyli. Í fjør varð ein øgiliga rúgva sett, vegna sokallaðu superdraktirnar, og í ár sær tað so út til at vit føla sviðan av hesum, nú draktirnar eru burtur. Eftir er sjálvsagt í øllum førum HM í Dubai, til at royna at tryggja okkum okkurt heimsmet í 2010.
Svenski Christer Magnusson hevur gjørt eitt yvirlit her á scmsom.se, har hann listar upp øll heimsmet, heimspartamet og tjóðarmet. Listin fyri 2010 er stuttur, við tað at einki heimsmet er sett enn, bara 4 heimspartamet og so hóast øll nøkur tjóðarmet. Í 2009 vóru tað tilsamans sambært Magnusson sett 66 heimsmet á langgeil og 73 á stuttgeil, so vit eru eitt sindur afturúr.
Kanadiska Annamay Pierse setti í gjár nýtt heimsmet í 200 bringu, við at svimja 2:17.50 á kanadisku stutthyljameistarastevnuni, har heimsmetið hjá avstralsku Leisel Jones frá Melbourne í 2003 var 2:17.75.
Her er eitt brot við Pierse frá OL í Beijing, har hon gjørdist nr 6 ...
Fullfíggjaði listin sæst her á SwimNews.com, yvir tey heimsmet sum eru sett til nú í ár. Eitt skemtiligt 'opið bræv til allar svimjarar frá einum stressaðum svimjijournalisti' kann lesast her á Swimming World Magazine, um at okkara vinur í blaðnum har, Jason Marsteller, ynskir at fáa frí í bara eitt vikuskifti ella tvey, til at kunna halda frí saman við konuni. Men sum vit síggja á heimasíðuni hjá svenska Christer M, so er 2008 faktiskt (fyribils) bara triðbesta árið tá ið tað kemur til heimsmet, við tað at 62 vóru sett í 1976, og 58 í 1967.
(Filippo Magnini og Alessandro Terrin, eftir at hava sett heimsmet saman við Mirco Di Tora og Marco Belotti í 4x50 blandað, á EM í Rijeka. Tíðin var 1:32.91, og Terrin hevði splitt-tíð 25.71 í 50 bringu)
Japanski Kosuke Kitajima setti í dag nýtt langbana heimsmet í 200 bringu hjá monnum, við at svimja 2:07.51 har tvey ára gamla heimsmetið hjá amerikanska Brendan Hansen var 2:08.50. Kitajima svam í eini Speedo LZR Racer, og skapti forrestin eitt sindur av øsing longu fyrradagin, tá ið hann vísti seg í eini T-shirt við áskriftini "Eg eri svimjarin", í mótmæli móti at japanska svimjisambandið hevur avgjørt at avmarka sínar svimjarar til einans at kunna brúka svimjidraktir av slagnum Asics, Descente ella Mizuno.
Amerikanski Ryan Lochte hevur sett nýtt stuttbana heimsmet í 100 blandað við tíðini 51.25, í semifinaluni á heimsmeistarastevnuni í kvøld. Simbabviska Kirsty Coventry betraði heimsmetið í 200 blandað við umleið 1½ sekundi, til 2:06.13, og kvinnurnar úr Niðurlondum betraðu um sítt heimsmet í 4x100 frí við nærum 4 sekundum, til 3:29.42. Tilsamans 12 heimsmet eru nú sett á heimsmeistarastevnuni í Manchester, og ein dagur er eftir í morgin. Lesið annars her, her og her á SwimInfo.
Amerikansku kvinnurnar Margaret Hoelzer, Jessica Hardy, Rachel Komisarz og Kara Denby tóku umleið eitt hálvt sekund av heimsmetinum í 4x100 blandað á stuttbana, tá ið tær nú í Manchester svumu 3:51.36, har gamla metið hjá Avstralia var 3:51.84. Lesið her á SwimInfo.
Amerikanska Jessica Hardy hevur í kvøld sett nýtt heimsmet í 50 bringu á stuttbana, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni í Manchester svam teinin í tíðini 29.58, har heimsmetið hjá avstralsku Jade Edminstone var 29.90. Lesið á SwimNews og SwimInfo.
Kirsty Coventry setti nýtt heimsmet í 400 blandað við tíðini 4:26.52, í kapping har tríggjar fóru undir gamla heimsmetið á 4:27.83. Mennirnir úr USA bukaði Svøríki og hinar í 4x100 frí, og settu heimsmet við tíðini 3:08.44. Og kvinnurnar úr Niðurlondum settu sum 'Arena' longu hevur nevnt heimsmet í 4x200 frí við tíðini 7:38.90, í kapping har 4 lið fóru undir gamla heimsmetið á 7:46.30.
Her er finalan í 400 blandað
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 11 tímar síðani
6 dagar 1 tími síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani