havnar svimjifelag

Jógvan Arge tekur undir við hugskotinum at byggja langhyl í Havn

Formaðurin í Mentamálanevndini í Havn heldur at tað er eitt gott hugskot at fáa bygt ein langhyl í Havn, men hevur skálkin við um tað kann gerast fyri 35 milliónir krónur. Ein trupulleiki er millum annað at tað fer at krevja niðurtøku av ÍSF-húsinum, og hartil var bara terapihylurin fyri fáum árum síðani mettur at kosta fleiri milliónir krónur, sum skal byggjast millum hallirnar. Spurningurin er um verandi umklæðingarrúm kann klára trýstið av enn fleiri vitjandi, og hartil stendur ongastaðni hvussu tað verður við reinsingarútbúnaði, hitaverki og luftskifti. Men endamálið er skilt, at ein betri høll fer at síggjast aftur í frískum og væl nøgdum borgarum, umframt at vit tá betur kunnu bjóða útlendskari svimjielitu til viðkomandi kappingar á heimavølli. Les t.d. jogvanarge.com og Vágaportalin.

Nýggjan svimjihyl í Gundadali í 2013

Av heimasíðu Havnar Svimjifelag

Havnar Svimjifelag hevur í dag, í skrivi til Tórshavnar Býráð, skotið upp, at nýggjur svimjihylur verður settur á fíggjarætlanina fyri 2012. Telvingin um fíggjarætlan er í gongd í løtuni og uppskotið til fíggjarætlan fyri 2012 skal leggjast fyri Fíggjarnevndina í seinasta lagi 1. oktober. Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt á býráðsfundi áðrenn 1. desember. Vinnur uppskotið hjá Havnar Svimjifelag frama, kunnu havnarfólk og onnur svimja í nýggjum og størri hyli í Gundadali á heysti 2013.

Havnar Svimjifelag givið út faldara í dag

HS_2011-12Sum tit sikkurt hava lisið her á Portalinum, so varð ein faldari frá Havnar Svimjifelag í dag borin út til øll húsarhald í Tórshavnar Kommunu, har formaðurin Eyðun Húsgarð millum annað sóknast eftir betri svimjiumstøðum. Teirra uppskot er at fáa bygt ein 50 metra hyl vestan fyri verandi svimjihøll, heldur enn at leingja verandi sum kommunan sjálv hevur í hyggju. Út yvir tað er faldarin fyltur við spennandi upplýsningum, um Skvatl og Spæl, lívbjarging, kappsvimjing, vatnfimleik og rørslusvimjing.

Svensku NVL skriva um rørsluverkætlanina hjá HS

DSC05024Nordiskt nätverk för vuxnas lärande (NVL) hevur her eina grein um rørslusvimjingina hjá Havnar Svimjifelag, og tey úrslit sum vístu seg við kanning av teimum sum luttóku. Eftir bara 4 mánaðum høvdu fleiri betrað um sína konditión við 10-15 prosentum, og tær báðar Guðrun Eysturlíð og Lis Mortensen ljóða til at hava haft tað bæði avbjóðandi og stuttligt, eisini vegna tey sosialu tiltøk sum rørslusvimjararnir fáa við í keypinum. Vælveran er betri, og sum Sigurð endurgevur bretska forsætismálaráðharran Edward Stanley fyri at hava sagt: "Um tú ikki hevur tíð til rørslu nú, so mást tú brúka tíð uppá sjúku seinni í lívinum".

DSC05064

Plásstrot í Gundadali rakar Havnar Svimjifelag meint

Lesið hesa áhugaverdu og eftir mínum tykki skemmandi grein fyri Tórshavnar Kommunu á heimasíðuni hjá Havnar Svimjifelag: "Plásstrotið í hylinum í Gundadali er nú beinleiðis atvoldin til, at fremsti svimjari í Havnar Svimjifelag, Magnus Jákupsson, flytir til Danmarkar at venja. Sami trupulleiki var eisini orsøkin, tá týski venjarin hjá felagnum fyrr í summar gjørdi av at leita sær nýggjar leiðir."

CIMG5835

HS sóknast eftir nýggjum høvuðsvenjara

Havnar Svimjifelag lýsir her á hs.fo eftir nýggjum høvuðsvenjara, at byrja skjótast gjørligt. Starvslýsingin er viðfest, sum millum annað bjóðar 2 ára sáttmála við fríum bili, telefon og interneti, og um neyðugt hjálp at finna bústað í Havn. Søkið um hetta hevur áhuga, og sendið endiliga víðari til onnur sum kundu verið áhugaði. Vit fáa brúk fyri góðum kreftum, komandi tíðina :-)

DSC04510

Við HS í Danmark í 2002

Í mai mánaða 2002 var undirritaði við Havnar Svimjifelag í Danmark, sum høvuðsvenjari í felagnum, har vit fyrst skuldu venja í Aalborg nakrar dagar, fyri síðani at luttaka á stórari svimjistevnu í Esbjerg. Videotólið var við.

Her ferðast við niður í nú forkunnigum Maersk flogfari, fyri síðani at koyra restina av degnum við bussi úr Keypmannahavn til Aalborg. Spyr meg ikki hvør sum arrangeraði, men eg hopi ikki at tað var eg :-)

Havsvimjiskeið í mai og juni

Havnar Svimjifelag fer í mai og juni at skipa fyri havsvimjiskeið í høllini í Gundadali og á sjónum, til at menna førleikan hjá luttakarunum at svimja langtein á sjónum í drakt. Vant verður tvey kvøld um vikuna - við venjarum - umframt at tey ráðgeva um útgerð og samskipa keyp av hesari. Kostnaðurin er 300 kr fyri alt skeiðið. Lesið her á hs.fo.

Trygd stuðlar temadegi um rørslu og fyribyrging

Trygd hevur játtað, at verða høvuðsstuðul til tiltakið um rørslu og fyribyrging, sum Krabbameinsfelagið saman við Havnar Svimjifelag skipar fyri týsdagin 27. apríl kl. 13-16 á Hotel Føroyum.

Trygd

Bjóða út innihald