Tíðirnar frá FM 2007, '08, '09 og '10 eru at finna á grafinum her. Stafettirnar eru ikki tiknar við. Bara tann besta tíðin hjá finalistunum tikin við, tað vil siga, um viðkomandi svam skjótari í innleiðandi umfarinum, so er tann tíðin at finna her. Tíðirnar verða vístar í sekundum.
Skeg lítil funka á www.wordle.net, har tú kanst seta allan tekstin inn úr tíðindaskrivinum frá SSF, og so fáa eitt sovorðið 'skýggju' út ...
(trýst á myndina til at síggja størri útgávu)
A ja, SuSvim hevur funnið ein verdugan feriuavloysara :-)
Ávaring: Har eru yvir 700, og fleiri eru ógvuliga líkar. Um tit trýsta her, so síggja tit tær í størri format.
SSF tíðindaskriv um FM og JM 2009
Øll segl vóru sett tá Svimjisambandið um vikuskifiti skipaði fyri 36-indi Føroyameistarastevnuni og 1. Juniormeistarastevnuna. Í einari fullskryddari svimjihøll í Havn kempaðu 83 svimjara úr seks feløgum um heiðursmerki í 42 kappingum. Eftir nýggja bólkabýtinum, ið kom i gildi 1. september farna ár, var eisini svomið um Juniormeistarheiti. Soleiðis at undir innleiðandi um morgunin vóru heiðursmerkini býtt til Junior, to só vóru færri enn seks svimjarar tilmeldaðir, so vórðu øll heiðursmerki býtt í finaluni um kvøldið.
Ársins svimjarar 2009 eru Shaila millum Garðarnar og Pál Joensen úr SuSvim
Ársins stjørnuskot eru Birita Debes úr FLOT og Magnus Jákupsson úr HS
Kári svimur nú 100 rygg uppá 56.11 sekund, har metið hjá honum frá FM í fjør var 56.13.
Tað vórðu tí tilsamans 6 føroyskt met sett á FM í ár
Fríggjadagin ...
Leygardagin ...
Sunnudagin ...
Suðuroyingar vóru ógvuliga dominerandi í føroyameistarakappingini, meðan kappingin var meira jøvn í juniormeistarakappingini. Fuglafjarðar Svimjifelag vann mest millum juniorar, og Havnar Svimjifelag vann so næstflest bæði millum junorar og í opnu kappingini.
Heiðursmerkjabýti í juniormeistarakappingini ...
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
|---|---|---|---|
| FS | 12 | 5 | 5 |
| HS | 10 | 11 | 9 |
| SuSvim | 10 | 8 | 4 |
| FLOT | 4 | 4 | 7 |
| Ægir | 3 | 6 | 4 |
| Reki | 0 | 2 | 4 |
Heiðursmerkjabýti í føroyameistarakappingini ...
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
|---|---|---|---|
| SuSvim | 28 | 12 | 12 |
| HS | 6 | 15 | 10 |
| FS | 4 | 7 | 10 |
| FLOT | 1 | 2 | 2 |
| Ægir | 0 | 4 | 4 |
Hon skuldi klára 17:11.32 í 1500 frí, men svam tíverri 'bara' 17:35.22. Væl og virðiliga nokk til at gerast føroyameistari ár 2009, men ikki nóg mikið til at sleppa við til heimsmeistarastevnuna í Rom.
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 11 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani