fm 2008

FM úrslit frá 2007 til 2010

Tíðirnar frá FM 2007, '08, '09 og '10 eru at finna á grafinum her. Stafettirnar eru ikki tiknar við. Bara tann besta tíðin hjá finalistunum tikin við, tað vil siga, um viðkomandi svam skjótari í innleiðandi umfarinum, so er tann tíðin at finna her. Tíðirnar verða vístar í sekundum.

Endursending av 50 frí frá FM 2008.

50 frí finalan frá FM er víst fyrr á svimjing.com, men nústanni eru øll brotini av finaluni koyrd á YouTube.

Innmarsjur og finala:

Heiðursmerkjahandan:

Kári í topp 20 á swimrankings.net

Pál er enn nummar eitt í 800 og 1500 frí á swimrankings.net, umframt nr 4 í 400 frí við tíðini 3:50.71 har besta tíð hjá evropeiskum juniori í ár er 3:49.04. Men Kári er nú eisini seriøst á veg upp eftir, við metinum 56.13 í 100 rygg sum burdi givið honum eitt 18. pláss á listanum, og gullnálatíðini 56.25 í 50 rygg sum er nóg mikið til eitt 17. pláss á styrkislistanum.

IMG_1126

FM 2008 sendingin fæst nú til keyps á DVD

Sum tit kunnu lesa her á ssf.fo:

FM í svimjing í ár, varð sum kunnugt sent beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum um vikuskiftið.

Nú er møguligt at ogna sær hesar sendingar á fløgu, og kunnu tær keypast frá Svimjisambandi Føroya. Talan er 3 fløgur, sum kunnu keypast fyri kr. 250,-

Hevur hetta tykkara áhuga, so er at flyta kr. 250,- til konto í Norðoya Sparikassa nr. 9865-495.373.2 og vit senda fløgurnar til navn og adressu hjá avsendara av flytingini.

Offisielli úrslitalistin frá FM 2008

Viðfestur er úrslitalistin frá FM 2008, umframt 'RE-fílan' sum inniheldur allar tíðir svomnar á meistarastevnuni, til venjarar og feløg at koyra inn í hagtals- og tilmeldingarforritið hjá WinGrodan.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg varð

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 34 14 12
FS 6 5 13
HS 2 16 10
Ægir 2 2
Reki 1
FLOT 1

Stóri beiggi fekk uppreisn í 50 bringu

Tað hendur kanska ikki so ofta, men leygardagin vann lítli beiggi (Jón Hofgaard) á stóra beiggja (Dánjal Martin Hofgaard) í 100 m bringu. Tað videobrotið kom eg av óvart at sletta. Sunnudagin fekk stóri beiggi hevnd mótir lítla beiggja í 50 m bringu. Vinnarin var Pál Joensen við tíðini 31.27.

Shaila tók gull í 100 blandað

Shaila vann við tíðini 1:09.90. Hetta er vist nokk persónligt met. Karina Petersen og Lisbeth L. Joensen blivu ávikavist 2 og 3.

Her koma tær á mál.

Pál setti føroyskt met í 400 m blanda

Sum í 200m firvald kláraði Pál at seta føroyskt met í 400 m blanda uttan mótstøðu. Nýggja metið hjá honum er 4:33.06.

Her kemur Pál á mál 'i ensom majestæt' :-)

Shaila suveren í 100 firvald

Hon setti nýtt persónligt met (haldi eg), tá hon vann gull í 100 firvald við tíðini 1:07.08.

Pál rak gullið heim í 200 frí

Tað var eyðsæð, at Pál ikki royndi eftir sítt egna met í 200 m frí, men tað var eiheldur neyðugt fyri at vinna gull. Tíðin hjá honum var 2:04.39.

Bjóða út innihald