Tíðirnar frá FM 2007, '08, '09 og '10 eru at finna á grafinum her. Stafettirnar eru ikki tiknar við. Bara tann besta tíðin hjá finalistunum tikin við, tað vil siga, um viðkomandi svam skjótari í innleiðandi umfarinum, so er tann tíðin at finna her. Tíðirnar verða vístar í sekundum.
Klaksvíkar Kommuna bjóðar til móttøku í býráðshøllini í Klaksvík í kvøld, mánadag 7. mai kl 18:00, at heiðra føroya skjótasta svimjara, Kristiani Olsen úr Ægir.

Hetta FM var einastandandi hvat dygd og breidd viðvíkur. Eg havi fyribils talt 14 føroysk met, 21 bólkamet, 37 ferðir at svimjari kláraði minst éina ferð undir oyggjaleikakravtíðina í eini grein, og 8 ferðir at vinnaratíðin á FM varð betri enn vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2005. Oyggjaleikahópurin er við 9 dreingjum og 8 gentum metstórur í ár, og saman um tikið hava tey tilsamans 12 bestu tíðir sum eru betri enn vinnaratíðin á síðstu Oyggjaleikum. Umframt nógv føri har tey eru heilt nær at gullinum.
So reyk metið hjá Heina Rasmussen endiliga! Kristian Olsen úr Ægir varð við 23.97 fyrsti føroyingur nakrantíð undir 24 í 50 frí (ella fyri tann skyld í nakrari svimjigrein yvirhøvur), og øll høllin var á gosi. Lítla løtu seinni gjørdu tvørágenturnar hattrick við at taka triðja av trimum møguligum føroyskum metum frá landsliðnum. Eitt fantastiskt kvøld!
Lisbeth L. Joensen úr Havnar Svimjifelag kláraði kravtíðina til Oyggjaleikir í 100 blandað, og Malan V. Bærendsen úr Tvøroyrar Svimjifelag gjørdi eitt ordans hál við bæði at klára kravtíðina í 100 bringu, og taka gamla metið har frá Maiken Petersen.
5 dreingir svumu undir 25 í innleiðandi 50 frí, og teir eru eisini nógvir um boðið í 50 bringu. Umframt alt møguligt spennandi í øðrum kappingum eisini. So folkens, nú er at fara niðan at hyggja kl 16, tí har verða øgiligir dystir og óivað okkurt met eisini.
Stóri spurningurin í kvøld er um Elspa fer at svimja undir 27 sekund í 50 frí í kvøld, eftir at hon betraði sítt egna met í morgun frá 27.16 til 27.02. Og um Beinir ella Pál fara undir minuttin í 100 blandað, Pál undir minuttin í 100 firvald, osfr osfr. Enn ein góður dagur :-)
Jú jú, tey yngru vóru eisini góð og settu met og alt møguligt. Men vit veruliga gomlu kunnu ikki lata verða við at frøast yvir at síggja Kristian Olsen taka metið hjá Eivindi í 100 frí, og at Shaila millum Garðarnar varð fyrsta føroyska kvinna undir 30 sekund í 50 firvald.
Puha sum tað verður spennandi í kvøld. Pál Joensen hevði nógv bestu tilmeldingartíð í 50 firvald, men Petur McIntosh svam tó skjótari við 26.81 í morgun, har oyggjaleikakravtíðin er 26.64. Guðrun Holm Jacobsen setti nýtt føroyskt bólkamet í bólki 4, tá ið hon svam 50 firvald á 30.76. Pál damlaði seg til gull í 1500 frí, men sum heild sær tað út til at verða avberandi spennandi í kvøld.
Svimjihøllin í Gundadali steingir fyri almenningin í kvøld, og í morgin árini byrjar so føroyska meistarastevan í svimjing 2007. Sjónvarpið sendur bara frá finalunum leygarkvøldið; men tað er vónandi ikki tí at tey vænta at hon verður keðilig í ár, tí so taka tey so logandi feil. Besti føroyski svimjihópurin nakrantíð er klárur at vísa hvat tey duga, her bara 64 dagar undan Oyggjaleikir.
So er startlistin til FM klárur. Og lat meg bara heldur siga beinan vegin, at FM sær út til at verða rættiliga spennandi, um enn mín persónliga ynskikapping ikki varð til veruleika.
Gev gætur at startlistin er skiftur tann 24. apríl !
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 11 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani