Elspa Mørkøre

Elspa Mørkøre flutt heim, og venur í Klaksvík

Sum nøkur av tykkum kanska longu hava frætt, so er Elspa Mørkøre nú flutt heim aftur til Føroyar, eftir at hava búð og vant í Esbjerg í 2 ár. Og nú í kvøld frætta vit, at hon hevur innskrivað seg sum lim í Ægir, og fer at venja har framyvir. Sera spennandi fyri føroyska svimjing, at fáa hesa gentu heim aftur at venja, sum seinastu árini hevur gjørt seg galdandi bæði í donskum og evropeiskum høpi.

Ægir_fundur._013

Elspa á venjingarlegu í Suðurafrika

Danska landsliðið er bara heilt hampuliga aktivt fyri tíðina. Um nýggjárið vóru tey í Andorra á hæddarlegu, og nú eru tey so í Suðurafrika og venja uttandura. Spanski Aschwin Wildeboer er farin saman við teimum til Suðurafrika, sum SwimNews í dag skrivar fekk 450.000 kr skattafrítt yvir tvey ár, fyri at hava kvalifiserað seg til OL finalu í Beijing. Til samanberingar fáa donsku OL svimjararnir millum 1000 og 4500 krónur um mánaðin sum ískoyti til SU ella hvat tey nú hava at liva av.

Er hatta Elspa?

Kappsvimjararnir hjá WestSwim hava sambært westswim.dk verið við til at gera eina tónleikavideo fyri eina lokala útvarpsstøð. Niðanfyri er einasta glimt av eini møguligari Elspu á videoini, sum eg dugdi at finna.

Afturlit: Elspa 200 rygg innleiðandi á EM í Rijeka

Her svimur Elspa Mørkøre 200 rygg innleiðandi, 4. dag á EM í Rijeka:

Afturlit: Elspa 50 rygg hálvfinala í Rijeka

Her svimur Elspa Mørkøre hálvfinalu í 50 rygg, 3. dag á EM í Rijeka:

Afturlit: Elspa 50 rygg innleiðandi í Rijeka

Her svimur Elspa Mørkøre innleiðandi 50 rygg, 3. dag á EM í Rijeka:

Afturlit: Elspa 100 rygg innleiðandi í Rijeka

Her svimur Elspa Mørkøre innleiðandi 100 rygg, 1. dag á EM í Rijeka:

Elspa helt nýggjár í Andorra

Elspa Mørkøre var um jólini við danska landsliðnum á venjingarlegu í Andorra, við fokus á 'dryland' grundvenjing, meira enn svimjing. "Om formiddagen stod den på tre timers langrend, mens eftermiddags programmet dagligt bød på en times dryland- og styrketræning foruden to timers svømning.". Skí-parturin var í 2200 metra hædd, og harvið eisini innføring til hæddarvenjing. Lesið her á svoem.dk, har tað m.a. er leinki til myndir hjá landsliðsvenjaranum Paulus Wildeboer.

Elspa nr 4 í 100 rygg

Elspa Mørkøre varð í dag nr 4 í finaluni í 100 rygg, á World Cup stevnuni í Berlin. Tíðin 59.55 var éin hundraðpart frá bestu tíð hennara, og tað sigur væl eitt sindur um støðið, at hon her svam skjótari enn Sanja Jovanović, sum hevur heimsmetið í 50 rygg.

Mads Glæsner úr Danmark svam aftur skjótt, tá ið hann í 1500 frí vann sína aðru World Cup hesa vikuna, við tíðina 14:38.97, éin tíggjundapart spakuligari enn mikukvøldið. Hann fekk tó skarpan gang frá týska Jan Wolfgarten, sum við sínum 14:39.58 nú má roknast sum enn ein kappingarneyti hjá Pál, á komandi EM meistarastevnuni í Kroatia í desember.

Elspa í finalu aftur nú seinnapartin

Hon skal svimja 100 rygg umleið mitt í skránni sum er frá kl 14 til umleið kl 16, við og hevur har næstbestu tíð frá innleiðandi riðlunum. Mads Glæsner svimur aftur 1500 frí, meðan Mellouli heldur svimur 200 frí og 200 blandað. Lotte Friis svimur 400 frí, og teir 50 frí hjá monnum eru aftur á tremur við heimsmeta-kandidatum.

Til ber at fylgja við stevnuni í Berlin, á heimasíðuni hjá stevnuni, sum 'live timing' á omegatiming.com, og sum 'live stream' á nmnathletics.com, frá kl 14 føroyska tíð.

Bjóða út innihald