dm 2008

Pál nú offisielt klárt bestu styrkismeting á Swim Rankings

Tey hava nú lisið úrslitini frá DM 2008 inn í dátugrunnin á www.swimrankings.net, og listin yvir evropeiskar juniorar vísir tí øllum at Pál er 8,5 sekund frammanfyri nr 2 í 1500 frí á langbana, 8 sekund frammanfyri í 800 frí, og nr 2 í 400 frí við 2 sekundum fram til nr 1. Tað er væl eisini áhugavert at síggja á EJM metlistanum hjá evropeiska svimjisambandinum LEN, at hann er rímiliga nær metinum í 1500 og 400 frí... og um 3 sekund skjótari enn metið í 800 frí (!!)

Elspa nú av álvara á veg inn á danska A-landsliðið

Citat Bo Jacobsen, venjari hennara og fleirfaldur ársins venjari í Danmark á westswim.dk: Dernæst kom Elspa perfekt fra start i 50 ryg og vandt i supertiden 29.67, som formentlig bringer hende ind på A landsholdet fra sæsonstart.

Mads, Pál og kongaríki

Ofta hava ævintýr eina hetju, ein skálk og eina prinsessu. So var eisini tá 800 m finalan varð svomin sunnudagin.

Fólk klappaðu spontant tá Mary og Fríðrikur trinu inn í høllina. Tey fingu heiðurspláss og kappingarskrá við eitt sindur av vegleiðing. Mads og Pál gjørdu seg klárar, kappingin byrjaði, og Mads legði seg framum. Men hálvhundrað metrar eftir á mál var Pál fremstur. Tó vann Mads tepurt, og Pál ynskti honum til lukku. Mads var ikki sørt sperlaður.

Hvør hetjan var og hvør skálkurin var skal vera ósagt :-)

Fleiri myndir eru at finna á Sigma NS.

Óhugnalig spennandi kapping seinnapartin

Um nakar skuldi verið í iva, so er tað altso í kvøld at tað veruliga sker. Eitt sindur eftir kl 17:00 danska tíð, ella 16:00 føroyska tið. Pál móti Glæsner. Pál hevur sum kunnugt svomið føroysk met í 400, 800 og 1500 frí hesar seinastu dagarnar sum eru væl skjótari enn tey donsku, men Glæsner svimur nú sum senior skjótari. Teir møttust í 400, har Glæsner vann við 2 sekundum, men Pál er betri til hetta longri, eisini lutfalsliga í mun til juniormetini hjá Glæsner. Kann Pál minka um munin so mikið, at hann vinnur á Glæsner?

Malan betrað um sítt met í 100 bringu

Nýggja metið hjá henni er 1:17.30, heili 2 sekund skjótari enn metið sum hon kom við til DM, 1:19.31 frá Reykjavík International 2008. Shaila svam eisini skjótt í gjárkvøldið, 50 frí uppá 27.60 sekund har metið hjá henni frá hálvfinaluni fríggjakvøldið er 27.48 sekund. Í morgin hava føroyingarnir vist nokk ikki svomið, men Elspa kvalifiseraði seg til finaluna í 200 rygg við, 4. bestu tíð av teimum sum skulu svimja tá.

Elspa svam bestu tíð í hálvfinaluni

Elspa er við í 50 rygg finaluni í annaðkvøld aftaná hon setti bestu tíð í hálvfinaluni. Hennara tíð var 29.91.

Shaila hevur eisini bøtt um sítt met

Tað gekk sum væntað við metinum, ið Shaila setti í 50 frí í morgun. Í hálvfinaluni í kvøld bøtti Shaila um metið. Nýggja føroyska metið hjá Shailu í 50 frí er nú 27.48.
Shaila er við í finaluni í annaðkvøld.

Malan tók meira av metinum í 100 bringu

Í morgun setti Malan nýtt føroyskt met í 100 bringu, men næstan sum vænta tók hon meira av metinum í kvøld í hálvfinaluni. Nýggja tiðin hjá henni er 1:17.99. Malan hevur svomið seg í finaluni í annaðkvøld.

Pál slóg danska junior metið!!!

Pál førdi suverent frá byrjan til mál og blakaði Anders Lie afturum seg. Nýggja metið hjá Pál er 15:20.13, ið er 45 sek skjótari enn gamla føroyska metið og 7 sek skjótari enn gamla danska junior metið. Pál var sostatt bara 8 sek frá at taka danska metið á teininum.

Malan sett føroyskt met í 100 bringu

Hon átti sjálv gamla metið á 1:19.39 frá Reykjavík International 2008, men nú er tað so 1:18.65. Tíðin var nóg góð til at koma í hálvfinaluna í kvøld, so tá fær hon aftur ein møguleika at betra enn meira um metið.

Bjóða út innihald