Amerikansku Wolverines hjá University of Michigan fáa nú eitt spildurnýtt slag av telemetriskari útgerð frá Avidasports, ið ger tað gjørligt hjá venjaranum at fylgja við øllum møguligum parametrum hjá svimjarunum, og práta við teir ímeðan teir svimja. Útgerðin mátar til dømis ferð, tal á tøkum, longd per tøk, frekvens, tal og ferð á spørkum, venditíð og tíð per longd. Venjarin hevur eina 'touch pad' teldu við yvirliti yvir parametrarnar hjá øllum svimjarum, og kann so geva teimum boð gjøgnum oyrasnigli, um okkurt ikki er sum tað eigur at vera. Les tíðindaskriv á avidasports.com
Nýggjar viðmerkingar
37 min 40 sek síðani
8 tímar 51 min síðani
12 tímar 28 min síðani
1 dagur 11 tímar síðani
1 dagur 12 tímar síðani
3 dagar 49 min síðani
3 dagar 10 tímar síðani
3 dagar 11 tímar síðani
4 dagar 13 tímar síðani
4 dagar 15 tímar síðani