Rod Gilmour dregur her á bretska The Telegraph saman um svimjiárið 2010, og skýrir í tí sambandi Pál Joensen at vera "Runner-up of the year". Hann hevur tó misskilt nakað, tá ið hann skrivar at Pál má skifta svimjitjóðskap til at kunna luttaka á OL í London í 2012:
Runner-up of the year: Pal Joensen
The Faroe Islands never win anything in sport. That continued in 2010 but one Faroe came agonisingly close to pulling off one of the sport's great shocks in the 1500m at the Europeans. Leading for much of the race, Joensen, who trains in a 25m pool back home, was pipped by just over a second to earn silver. He has been the Island's sportsman of the ear since 2007 and will win it again. But it could be his last. To qualify for London 2012 could be Denmark's gain as the Faroes' are not IOC ratified. One less colour piece then.
Bobbludiagrammið her vísir EM finaluna í Budapest í august við Yang aftrat í geil 4, har sum Pizzetti eisini svimur. Tíðirnar hjá Yang er frá Asien Games í november. Trýst á 'play'-knappin niðast til vinstru. Eg havi lagt 1000 sekund aftrat tíðirnar niðast vegna avmarkingar í Google Motion Chart.
Hesuferð er tað spanska ítróttaravísin Marca sum skrivar um Pál, ið annars sambært Wikipedia oftast skrivar um fótbólt til sínar 2.75 milliónir dagligu lesarar. Langt og tó allan vegin í gjøgnum faktuelt rætt um Pál Joensen og Føroyar, um Suðuroynna og hylin í Vági við 4 geilum á 25 metrum, um Oyggjaleikir og úrslitini í Beograd, um HM í Rom í fjør, og um imponerandi menningina til nú at vinna silvur í Budapest. Alheims ítróttar-journalistar eru veruliga imponeraðir og áhugaðir, síðani teir ikki bara sleingja okkurt út, men skriva søguna sum hon er. Lesið her (á sponskum) á marca.com.
Hon er eitt sindur gomul nú, greinin í Politiken, daterað 15. august 2010. Men har stendur ymiskt áhugavert, so sum at hann verður samanborin við onnur føroyskt brøgd sum tá ið Ove Joensen róði til Danmarkar, tá ið Jon Hestoy svam 1500 metra firvald, og tá ið Hestoy át nekarakyss. Eitt sindur um hyljar, um søguna hjá Pál, um møguliga venjing saman við dønum, og um Elspu Mørkøre. Lesið her á pol.dk.
Petur Elias Petersen ÍSF forseti heldur her røðu fyri EM-liðnum úr Budapest, á móttøku í Baresso í SMS, týsdagin. Røðan kann eisini lesast her á isf.fo.
Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna í ítróttarmálum heldur her røðu fyri EM-liðnum úr Budapest, á móttøku í Baresso í SMS, týsdagin.
Jon Hestoy formaður í Svimjisambandi Føroya presenterar her EM-liðið úr Budapest, á móttøku í Baresso í SMS, týsdagin.
Svenski Christer Magnusson hevur á www.scmsom.se eina rúgvu av áhugaverdum hagtølum, har hann millum annað samanber bestu tíðir á EM og Pan Pacific í ár við HM í Rom í fjør. Í einum øðrum yvirliti kunnu vit her lesa, at Føroyar og Ísland vóru einastu svimjitjóðir sum betraðu seg í 100% av luttøkuni á EM, í mun til tilmeldingartíðirnar. Føroyar, Danmark, Ísland og Noregi vóru eisini einastu svimjitjóðir sum megnaðu at svimja skjótari í øllum finalum og hálvfinalum í mun til í innleiðandi riðlum, og Føroyar eru eisini millum tey fáu har allar luttøkur í sjálvum finalunum vóru skjótasta royndin hjá viðkomandi í kappingargreinini á EM.
[Íslendska og føroyska liðið í Canet. Frá vinstru Jacky Pellerin, Jakob Jóhann Sveinsson, Pauli Ø. Mohr, Pál Joensen, Jón Bjarnason og Thurid Kjærbo]
Vit vita hetta longu, at Pál Joensen nú eftir EM og Pan Pacs 2010 er nummar 4 á alheims styrkislistanum í 1500 frí, aftanfyri kanadiska Ryan Cochrane, amerikanska Chad LaTourette og franska Sebastien Rouault. Men gott allíkavæl at síggja tað soleiðis offisielt, á styrkislistanum hjá altjóða svimjisambandinum FINA.
Shaila millum Garðarnar er ikki bara fleirfaldur føroyameistari og oyggjaleikameistari, men eisini meistari í konditarí. Hóast stappaður av góðari marsipankaku í Havn og umborð á Smyrli, so megnaði eg stadigvekk at staðfesta at handan bláa var best :-)
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 12 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani