Beograd 2008

Minnast tit Beograd?

Ein klassikari frá 2008, lyftur fram á forsíðuna nú tað gongur væl aftur í 2011. Koyr á Magnus! :-)

Eg kundi ikki lata vera, nú farið verður til Kroatia, at tríva í aftur alt tað góða úr Beograd. So her er ein 'montaga' hjá Jón Briani Hvidtfeldt og Rás2, tilsett myndir hjá mær og av susvim.com, harav nógvar eru tiknar av serbiska fotografinum Andrea Ilic, umframt onkur einstøk av góðum fólki í danska svimjifelagnum Sigma NS. Takk fyri gott samstarv í Serbia :-)

Kappingargreining frá teimum 400 í Beograd

Estin Rejn Haljand er fastur fúsur at greina kappingar fyri evropeiska svimjisambandið LEN, og hevur tískil eisini nú greiningarnar frá EJM í Beograd klárar her á heimasíðuni www.swim.ee. Tíverri bara frá finalum og semifinalum, og tíverri ikki frá teinum longri enn 400 metrar. Men splitt-tíðir, frekvensur og armtakslongd frá teimum 400 frí hjá Páli eru so har, at samanbera við kappingarneytarnar.

Jú, '12. maður' var fullmannað eisini til landsdystin Serbia-Føroyar

Sí mynd 4 í myndafrásøgnini "Serbia-Føroyar", á www.portal.fo. Og skundið tykkum, áðrenn teir rætta feilin ð:-D

Vatnlandið hjá Jón í Beograd

Jón fortelur hinum um, hvussu gudarnir enn einaferð vóru eftir honum, á ferð fyri Svimjisambandið. Hesuferð lótu teir tað regna inni í hotell-rúminum.

Rás 2 samrøða við Kára ísv. teir 50 rygg í Beograd

Soleiðis sá tað út, "Studio 4" hjá Rás 2 í Beograd. Vit valdu hetta staðið, tí at her var internetsamband, og rímiligur skuggi fyri sólini.

Kári 50 rygg í Beograd

Tað var her at hann hevði besta kjans at koma í semifinalurnar, men tíverri endaði hann beint uttanfyri.

Kári 200 rygg í Beograd

Nakað tvætl hjá mær, at hann hevði trupulleikar við banatognum. Kári segði sjálvur aftaná, at hann við vilja lá nær banatognum, so at hann visti hvar tað var :-)

Fyrsta EJM heiðursmerki til føroyingar nakrantíð

Her eru teir 400 frí hjá Pál, íroknað heiðursmerkjahandan. Á sum tað var nær við at kiksa :-)

Fyrsta finaluumfar um at byrja

Útvarpsliðið velur at fara yvirum, til at umganga sólina. Serbar rokast víðari við fyrireikingini

Fyrstu 400 hjá Pál á EJM 2008

Her vóru vit rættiliga spennt, við tað at vit jú ikki vistu enn, hvussu tað fór at gangast honum.

Bjóða út innihald