OK OK, eitt sindur ov seint, og hevur ikki so grúðiliga nógv við svimjing at gera. Men eg kundi ikki lata verða :-)
NASA astronaut Mike Massimino talks with Busch about his upcoming trip to outer space, which will include taking an autographed Michael Phelps swimming cap with him on the shuttle to repair the Hubble telescope. Massimino talks about the origins of the idea and what he might be able to do with the cap while in space.
Tað sigur Lars Sørensen, elitechef hjá danska svimjisambandinum, og toppsvimjarin Jeanette Ottesen gevur honum rætt. Danir innførdu eina skipan fyri fimm árum síðani við testum og mátingum av svimjarum innan økini skaðafyribyrging, fysiologi og teknikk, har m.a. 100.000 krónur verða brúktar hvørt ár til at fáa estiska Rejn Haljand til Danmarkar at filma og eftirmeta teknikkin hjá dønum, og aðrir fysiologar regluliga máta hvussu nógva mjólkasýru svimjararnir skapa, so hvørt sum teir skipa skjótari og skjótari.
Triði parturin er 'fysiologisk screening', sum gongur út uppá regluliga at hyggja at hvørjum einstaka úrvalssvimjara, til at meta um ein skaði er á veg, og í so fall seta tiltøk í verk longu áðrenn skaðin uppstendur. Alt í alt er hetta ein skipan sum danir sjálvir halda hava hjálpt teimum nógv, og serliga Rejn Haljand fær rós frá Jeanette Ottesen. "Den mand er et geni".
Lesið spn.dk
Tann lutfalsliga nýggja svimjiheimasíðan www.swimnews.dk hevur nú eina samrøðu her við danska bronsuheiðursmerkjavinnaran frá Beijing 2008, har hon millum annað tosar um hvussu tað var at kappast á OL, og um hví hon flutti frá danska stórfelagið Sigma til elitusentrið í Farum.
Brendan Hansen uppdagaði á ferð millum heimbýin í Pennsylvania til húsið hjá sær í Texas, at gullheiðursmerkið hjá honum frá OL í Bejing ikki longur var í viðførinum. Men okkurt ferðafólk á flogfarinum fann heiðursmerkið, og lat tað inn til røttu myndugleikar. Les SwimInfo

Image courtesy of M@rcopako, some rights reserved.
Heidi Andreasen svam í 50 frí finaluni (S8) (pdf) við tíðini 32.66 ella 0.57 frá OL gull. Her eru úrslitini hjá Heidi.
Koreanski Tae-hwan Park hevur valt at geva sínum venjarum teir 90.000 dollararnar sum hann fekk í bonus frá koreanska svimjisambandinum, afturfyri at vinna gull og silvur í Beijing. Venjarin Min-sang Roh hevur vant Park síðani at Park var heilt lítil, og hartil hava aðrir venjarar hjálpt honum á leiðini. Men Park verður ikki fátækur fyri tað, við tað at hann sum kunnugt tjenar aðrar 100 milliónir dollarar (einar 500 milliónir krónur) uppá lýsingar, vegna sítt gullheiðursmerki í 400 frí. Lesið SwimNews
Sum tit kunnu lesa á sportal.fo, so skal svimjarin Heidi Andreasen bera Merkið inn á olympiska leikvøllin í morgin, tá ið paraolympisku leikirnir verða settir. DR1 fer at senda hvørt kvøld klokkan 20.50 frá OL fyri rørslutarnaði, og hartil ber til at fylgja við 'live' á internetinum, allatíð á paralympicsport.tv.
Michael Phelps fekk sum kunnugt eina millión (av dollarum!) frá Speedo, sum bonus fyri at klára at vinna meira enn 7 gull í Beijing. Men nú velur hann at koyra allan hendan pening í ein grunn kallaður "The Michael Phelps Foundation", at brúka til at breiða út eina undirvísingarætlan kallað "Dream, Plan, Reach", sum hann sjálvur hevur havt nógva nyttu av. Hugsjónin í hesum 'programmi' er longu sum barn at seta sær mál, sum man so leggur ætlanir fyri hvussu man skal røkka, og annars følir persónliga ábyrgd fyri at royna at náa. Sovorðið sum at eitt sunt og heilsugott lív er neyðugt, um tú skal kunna náa tínum dreymum. Lesið SwimInfo
Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú kunngjørt, at eingin svimjari á olympisku leikum í Beijing varð tikin fyri doping, hóast 216 urin-royndir, 103 EPO-royndir og 24 blóð-royndir. Lesið SwimInfo.
Nýggjar viðmerkingar
4 min 13 sek síðani
57 min 51 sek síðani
9 tímar 11 min síðani
12 tímar 48 min síðani
1 dagur 11 tímar síðani
1 dagur 12 tímar síðani
3 dagar 1 tími síðani
3 dagar 10 tímar síðani
3 dagar 11 tímar síðani
4 dagar 13 tímar síðani