Avstralar senda vanliga allar sínar bestu svimjarar á somu hæddarlegu, upp undir stórar svimjistevnur. Men í ár fara tey sum fyrireiking til HM í Rom at senda summi til Flagstaff í Arizona, summi til Sierra Nevada í Spania, summi til Norðuritalia, summi til Barcelona ella París, og enntá lata summi verða eftir heima í Avstralia, har tey fara at venja í vanligari hædd og í serligum rúmi á Australian Institute of Sport, har tey kunnu simulera hædd. Alt ógvuliga vísindaliga, til at finna útav hvat sum riggar best. Les eurosport.yahoo.com
Avstralska svimjisambandið innførir tann 1. mars eina reglu um at svimjarar bara kunnu nýta éina drakt í senn, umframt um neyðugt "a single pair of “briefs” or “bikini bottoms” to ensure the modesty and privacy of swimmers.". Sambært SwimNews er hetta eisini tað sum FINA ætlar sær at innføra tá einaferð í mars, tá ið tey fara at umrøða hetta við 'superdraktum'. Les SwimNews.com
Bartal vísti mær í dag á eina áhugaverda svimjiheimasíðu kallað www.swimfastsecrets.com, har man sær ymiskar áhugaverdar videoir um svimjiteknikk og líknandi. Sum til dømis hesa, har onkur hevur klipt 'bestu bitar' burtur úr avstralsku venjararáðstevnuni í 2008.
Fyrsti maður, Leigh Nugent tosar um beinsparkið í frí, firvald og crawl, og eitt sindur um firvald. At serliga 'plantar fleksibilitetur' í fótliðinum er týðandi, sum er tað at kunna strekkja (og yvirstrekkja) vristina. Og at firvald handlar serliga um teknikk og koordinatión.
Avstralski høvuðsvenjarin Alan Thompson ávarar um tey fara at fáa trupult við at standa seg í altjóða kapping, nú stuðulin til teirra toppsvimjarar verður fastfrystur til somu umleið 16 milliónir krónur um árið, sum tey hava skula klára seg við tey seinastu 4. Orsøkin er serliga fíggjarkreppan sum er um allan heim í løtuni, og til samanberingar er fíggjarætlanin hjá bretskari svimjing minst 51 milliónir krónur um árið, hvørt ár fram til OL í London í 2012. Les AFP á Google
Tær fýra Libby Lenton, Melanie Schlanger, Shayne Reese and Alice Mills soraðu í dag heimsmetið í 4x100 frí á stuttbana, tá ið tær á avstralsku meistarastevnuni svumu teinin á 3:31:66, heili 1.66 sekund skjótari enn gamla metið hjá Niðurlondum. Øgiligt at síggja at Libby Lenton svam klárt bestu splitt-tíð av teimum fýra, bara 0.21 sekund frá sínum heimsmeti, hóast hinar tríggjar jú hava fyrimun av 'flúgvandi starti'.
Eingin svimjari hevur nakrantíð vunnið 8 gullheiðursmerki á heimsmeistarastevnu, men Michael Phelps úr USA er eitt gott boð at gera tað hesu ferð. Hann skal luttaka í 5 einstaklingakappingum, harav hann eigur heimsmetið í 200 og 400 blandað, í 200 firvald, er næstskjótasti nakrantíð í 100 firvald, og forsvarandi heimsmeistari í 200 frí.
Avstralska svimjistjørnan Grant Hackett var heldur óheldigur, tá hann síðsta vikuskifti kappaðist í Melbourne. Hann gleið á skamlinum, og lendi tí pladask á búkinum. Men tað var ikki verri enn at hann vann teir 400 crawl, við eini 200 metra splitt-tíð á 1:51.60 og eini samlaðari (langbana-) tíð á 3:54.17.
Talan var lukkutíð bara um eina vanliga kapping, har hann skuldi testa seg áðrenn HM í sama býi um nakrar vikur. Hackett kundi sjálvur flenna at hendingini, og segði at tað var tí at hann brúkar track start og lítir so nógv á aftara fótin. Ein troyst var eisini at ein annar frá sama felag gjørdi sama stunt, við sama starti.
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 11 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani