Áland 2009

Har vóru 'record number of records' í Álandi í 2009

Eg ivist í um vit nakrantíð nevndi hetta, í øllum gleðisróminum á Oyggjaleikum á Álandi í fjør. Men svimjistevnan í Godby var altso tann skjótasta Oyggjaleika-svimjistevnan nakrantíð, við metnógvum 32 oyggjaleikametum í 27 av teimum 42 svimjigreinunum. Gamla metið var 29 met, og tað er altso ikki tí at skráin er víðkað ella nakað sovorðið. Pál Joensen verður á heimasíðuni hjá álendingum serliga nevndur sum oyggjaleikasvimjarin yvir teir allar, ið millum annað vann gull í øllum frígreinum frá 50 til 1500 metrar. Og í hesum rokinum vunnu føroyingar altso tey 21 gullheiðursmerkini, ella helvtin á skjótastu Oyggjaleikum nakrantíð. Søgan er nú skrivað, og stendur tí til onnur klára at yvirganga hana :-)

Hestoy's 12

Ein heiðursæru fyri teir 12 føroysku svimjararnar, sum hølvaðu alt av á Oyggjaleikum á Álandi í juli 2009. Annað hvørt gullheiðursmerki í hylinum, og tilsamans 21 av teimum 34 gullheiðursmerkjunum sum gjørdu at Føroyar vunnu Oyggjaleikir sum heild ...

Oyggjaleikaúrslitini síggjast nú á SwimRankings

Oyggjaleikaúrslitini úr Álandi eru nú at síggja her á SwimRankings, sum merkir at føroyski styrkismetingarlistin fyri úrslit í 25 metra hyli nú eisini er væl betri dagførdur. Tað var ikki bara sum at siga tað at fáa tey á SwimRankings, tí álendingar høvdu juksað eitt sindur við hvørjum FINA-landi ymisku oyggjarnar hoyrdu til, so at Føroyar til dømis hoyrdu til Finnland.

The birds were our biggest fans

Dreymamyndin

Tað er ikki so ofta at hon eydnast líka væl í veruleikanum, sum í tonkunum

Godby Hotell

(og her hugsi eg ikki um míni fotografisku evni, men um úrslitið :-)

Úrslitalisti og hagtalsfíla frá Oyggjaleikum

Viðfestu fílur er úrslitalisti og 'RE-fíla' frá Oyggjaleikum, sum Rúni Gaardbo hevur klárgjørt við hjálp av eini backupfílu frá fyrireikarunum á Álandi. Hann hevur enntá gjørt sær tann ómak, at áseta kotur fyri ymisku føroysku feløgini, so at vit hvør sær kunnu lesa okkara egnu svimjarar inn í hagtalsforritið hjá WinGrodan.

Video: Birita og Poula gull og silvur í 50 rygg

Gull, gullnál og juniormet til Biritu, og flott silvur til Poulu hóast at starturin miseydnaðist

Video: Pál og Pauli gull og bronsu í 50 frí

Video: Poula juniormet í 100 blandað

Poula Ø. Mohr svimur 1:08.15 í oyggjaleikafinaluni í 100 blandað. Fyrst eftir firvald og rygg, yees :-)

Video: Pál oyggjaleikamet í 400 frí

Tíverri visti eg ikki av at hann fór eftir metinum um morgunin, og byrjaði tí ikki at filma fyrr enn teir fyrstu 300 metrarnir vóru svomnir. Men síðstu 100 metrarnir er meira enn einki :-)

Bjóða út innihald