Svimjifelagið Ægir í Klaksvík hevur nú fingið nýggja heimasíðu, sí www.aegirsvim.com.
Sum nøkur av tykkum kanska longu hava frætt, so er Elspa Mørkøre nú flutt heim aftur til Føroyar, eftir at hava búð og vant í Esbjerg í 2 ár. Og nú í kvøld frætta vit, at hon hevur innskrivað seg sum lim í Ægir, og fer at venja har framyvir. Sera spennandi fyri føroyska svimjing, at fáa hesa gentu heim aftur at venja, sum seinastu árini hevur gjørt seg galdandi bæði í donskum og evropeiskum høpi.
Petur Heðin á Fløtti og Ægir gjørdu herfyri avtalu um, at hann verður høvuðsvenjari hjá teimum, komandi tvey árini, við ábyrgd fyri serliga venjingini hjá fyrstaliðnum. Ægir hevur hartil gjørt avtalu við Kára J. á Høvdanum, um at hann skal venja annaðlið hjá teimum, saman við Petur Heðini. Og vit kunnu so væl gita, at Kári eisini skiftir til at kappast fyri Ægir, nú svimjiárið 2009/2010 byrjar.
Bartal smekkaði hesa video saman til ársveitsluna hjá Ægir. Um nakar ivast, so var hon nokk ikki illa meint, men heldur gjørd í vón um at kongurin vendur aftur aftur :-)
Get the Flash Player to see this player.
Ægir bjóðaði sum kunnugt til veitslu í Klaksvík nú eina lítla viku eftir FM, og feløgini møttu heilt væl upp. Eini 90 fólk úr feløgunum norðanfjørðs møttu upp til at eta væl og syngja og skemta, dansa, hoyra countrysang og kappast í karoke. Onkur vann fartelefon í lutakasti, og onkur annar við at syngja betur enn hini. Og so var 'ársins' eisini, av ymiskum slag sum vit ikki hava sæð fyrr. Disko og jenka og limbo og tað heila. Eitt frálíkt kvøld í dýrdarveðrinum :-)
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 12.28:
Tað gongur gott hjá Ægir, men hasin høvuðsvenjarin er altso ikki heilt normal.
umvegis flot.info
Viðfest her er innbjóðing til Ægir stevnu tann 15. - 17. september 2007, fyri svimjarar í bólki 3 og eldri. Byrjað verður við upphiting leygarmorgunin kl 8, og kappast verður so leygarmorgun, leygardag og aftur sunnudag seinnapart. Innbjóðingin skal vera inni í seinasta lagi hósdagin 13. september, og annars eru vanligu reglur fyri svimjistevnur galdandi.
Tíðindaskriv frá Svimjifelagnum ÆGIR
ÆGIR hevur tann 14 august, fingið enn ein høvuðssponsor afturat felagnum, og er tað S.J.H. COMMERCIAL DIVERS.
Frammanundan hevur ÆGIR Norðoya Sparikassa sum høvuðsstuðul, og hevur N.S. verið tað í nógv árð.
Avtalan fevnur fyri restina av hesum árið og árini 2008-2009
Hetta fer at hava ein sera tíðandi leiklut í menningini av felaginum, hvørs endamál er at gerast størsta og mest vinnandi felag í landinum.
Sum tit kunnu lesa í viðfesta word-skjali, so søkir íslendska svimjifelagið Ægir nú eftir ambitiøsum og evnaríkum høvuðsvenjara, at standa á odda fyri størsta og besta svimjifelag í Íslandi. Felagið hevur 200 kappsvimjarar umframt svimjiskúla, harav 20 eru á elituliðinum, 2 hava olympiskar royndir, og 1 longu hevur kvalifiserað seg til OL í Peking 2008. Freistin at søkja er 1. juli.
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 11 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani