Aja, so kom túrurin til okkum eisini. Fyri tíð síðani uppdagaðu vit at spam-leinki um Viagra kom á Facebook um fólk nevndu svimjing.com har, og nú uppdagi eg at hetta eisini kemur fram um man leitar á Google eftir svimjing.com. Hetta er okkurt 'phishing'-ting ... eg veit ikki hvussu álvarsligt, men eri farin undir at skifta alla kotu út á svimjing.com, eftirkanna dátugrunnin, dagføra alt og deaktivera eitthvørt óneyðugt, til at royna at fáa skil á aftur.
Sjokeraður yvir at føroysku miðlarnir ikki varpaðu beinleiðis frá hálvum maratoni í morgun, eri eg nú farin undir at savna saman tað tilfar sum eg yvirhøvur dugi at finna, á www.svimjing.com/live. Sjálvsagt við fokus á svimjing her, og við AMÍ-stevnuni afturat, sum hevur sín síðsta dag í dag. Skiftið yvir á Isle of Wight Radio, tit sum í hesum døgum ikki tíma at lurta eftir bandaðum horntónleiki :-)
Sum kunnugt eru 4 føroyskir svimjarar farnir til Noregs at kappast á Bergen Swim Festival, frá í dag klokkan 14 føroyska tíð til einaferð sunnudag seinnapart. Eg havi nú savnað ymisk viðkomandi leinki og sett inn livetiming-rútin hjá norðmonnum á www.svimjing.com/live, umframt kyte-rútin til okkum sum fylgjast við at kunna samskifta ígjøgnum.
Føroyingar í hylin í dag verða
Eg eri á veg til Svøríkis á skeið, sum byrjar kl 18:00 danska tíð. Sum serkønur í Murphy-málum kann eg sjálvsagt beinanvegin siga, at tað er so nú at tað eventuelt koma tekniskir trupulleikar við síðuni, sum eg tá ikki fái gjørt nakað við fyrr enn einaferð í kvøld. Hartil komi eg nokk einki at skriva her fyribils frá sjálvari stevnuni, av tí at vit nú fyrst koyra, og síðani skulu á skeið nakrar tímar longu í kvøld. Soe ... fylgið við á www.svimjing.com/live, so leingi sum tað nú koyrir ... ella fari niðan í Gundadal og síggið lívið ordiliga 'live' :-)
Havnarmenn hava verið so beinasamir at bílagt LiveTiming til SMS stevnuna í Havn í dag og í morgin, og eg havi tí sett www.svimjing.com/live upp til at vísa tað og chat og møgulig videobrot eisini. Hartil síggi eg nú at sviar hava gjørt eitt iPhone App til LiveTiming, so nú eru vit ordiliga mobil eisini :-)
Stevnan er annars fyriskipað við beinleiðis finalum, sum merkir at har ikki eru til dømis innleiðandi riðlar og síðani finalur um kvøldið, men heldur at kappingarnar verða avgreiddar beinanvegin í raðfylgju, við skjótastu svimjarum í síðsta riðli av hvørjari kapping.
Fyrsti partur byrjar í morgun kl 10, næsti partur seinnapartin kl 16:30, síðani aftur í morgin kl 9 og seinnapart sunnudag kl 16:00. Einaferð eftir partin sunnudag vita vit so vónandi hvørji sum verða úttikin til Oyggjaleikir. Sí annars innbjóðing til úttøkustevnuna.
Árvakni lesarin hevur kanska uppdagað lýsingina her til høgru í løtuni, at vit eisini finnast á enskum. Hatta er ein blogga hjá mær kallað Swimmer's Daily, sum hevur verið meira ella minni óvirkin seinastu árini, av tí at eg ikki ordiliga visti hvat ið eg vildi við henni. Men nú verður tað so: ein roynd at fáa okkurt líknandi enskt-talandi upp at standa sum www.svimjing.com.
Hendan heimasíða liggur eftirhondini rættiliga trygt ovast í Google leitingum um "svimjing", vegna tilfarsnøgdina á www.svimjing.com, leinki til tilfarið og so alt hitt á YouTube og Soundcloud og Twitter og aðrastaðni. Eisini í leiting eftir "svimjing" á YouTube; men í leiting á video.google.com er tað altso Herbert sum rular, við hesari skegu video :-)
Nú nevndi Speed Endurance Swimming Blog eisini Pál Joensen, enntá við rós til hesa stakkars heimasíðu ...
I first saw this on the excellent svimjing a few months ago, but for some reason didn't post here. Well, time to correct my mistake. Just a great way to spend 3:36 of your life.
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 11 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani