Svimjisambandið boðar frá, at almenn móttøka verður fyri EM-liðinum í SMS, týsdagin 24. august kl 10:30. Við vón um at møtt verður fjølment, til at heiðra okkara svimjarar fyri framúr avrik í Budapest. Persónligt met í hvørjari kapping, tvær ferðir í finalu og eina ferð silvurheiðursmerki, trý føroysk met og eitt norðurlendskt met, og nummar 15 av yvir 40 londum á EM 2010.
Bringusvimjarin Chris Christensen eftirmetir EM í Budapest í bloggu síni her á SwimNews.dk, og sigur millum annað: "Men al den snak der har været om tøsedrengeholdet, og generelt den måde der bliver snakket TIL os på, får jo en til at tænke på om det er det værd at fortsætte på det danske landshold. Og specielt nu som den eneste af de 4 fejlende drenge tilbage i landet, er det uundgåeligt at tænke om man skulle søge nye udfordringer."
Amerikanski Michael Phelps hevur ikki kappast í 400 blandað, síðani hann eftir at hava sett heimsmet á OL í Beijing í 2008 segði, at hann ongantið fór at svimja ta greinina aftur. Nú valdi hann tó allíkavæl at svimja greinina á Pan Pacs 2010, við orðunum "I decided why not give it a shot. I really don't have anything to lose". Og gjørdist so í innleiðandi riðlunum triðskjótasti svimjari hjá USA við 4:15.38, aftanfyri Ryan Lochte á 4:08.77 og Tyler Clary á 4:09.20. Hann valdi ikki at svimja í B-finaluni.
Føroyar bleiv nr 15 av 41 londum, ið luttóku í Budapest. Evropeiska svimjisambandið LEN hevur 51 limalond.
20 ára gamli Ragnvald Jensen luttekur í hesum døgum á heimsmeistarastevnuni fyri fólk við tarni, sum er í Eindhoven í Niðurlondum frá 14. til 21. august. Hann hevur longu týsdagin kappast í 100 metra ryggsvimjing, har hann við tíðini 1:17.13 gjørdist nr 20 av 28; og í gjár í 100 metra bringusvimjing, har hann við tíðini 1:17.75 gjørdist nr 11 av 28. Eftir hjá honum er 200 metrar frísvimjing, sum verður leygardagin 21. august. Við á túrinum eru venjari hansara Beinir Danielsen og liðleiðari Halla W. Reinert. Til ber at fylgja við kappingini 'live' á www.paralympicsport.tv, umframt at síggja úrslit og annað á www.wcswimming2010.com
Pan Pacific Championships 2010 er byrjað, ið er stóra kappingin millum serliga londini runt Stillahavið í ár - USA, Canada, Avstralia, og Japan. Evropeiska meistarastevnan var sum kunnugt á ógvuliga høgum støði, við eini rúgvu at bestu tíðum í heiminum í ár, og amerikanska SwimmingWorld Magazine er tí eisini beinanvegin farin undir at lista upp eitt 'virtuel meet' her á heimasíðu síni, har tey samanseta bestu úrslit frá EM og Pan Pacs tilsamans. Evropa hongur í, men Stillahavið hevur tó longu vunnið nakrar alvorligar sigrar. Sí eisini serligu heimasíðuna hjá SwimmingWorld.TV í sambandi við Pan Pacs 2010.
Tað gongur skjótt hjá Facebook bólkinum "50 metra svimjihyl nú", sum Petur Mohr Reinert stovnaði einaferð í síðstu viku. Um tú ikki ert komin uppí enn, men ynskir ein betri hyl í tínum umhvørvi, so kom uppí og ger tína meining galdandi :-)
EM í Budapest var sum kunnugt eitt fýrverkari av 'bestu tíðum í heiminum í ár', har tíðirnar í heilum komu niður ímóti heimsmetunum í superdrakt. Ein áhugaverd viðmerking kom frá eysturríkska Markus Rogan, at øll ræðast at verða kalla "Mr. Suit", og tí venja sum svøk. Fólk vænta nú veruliga heimsmet aftur, og væntaðu eisini okkurt á EM, sum tó tíverri gjørdist bara beint við.
Erling Eidesgaard, sum vann Nólsoyarsvimjingina leygardagin, varpaði beinleiðis á netinum frá túrinum via TrackRec, ið er eitt ókeypis GPS-forrit til iPhone. Sostatt kundu familja og onnur fylgja við á landi. Vinnaratíðin hjá honum var 1:32:45.
Nýggjar viðmerkingar
22 tímar 20 min síðani
1 dagur 3 tímar síðani
1 dagur 9 tímar síðani
4 dagar 8 tímar síðani
4 dagar 18 tímar síðani
4 dagar 19 tímar síðani
5 dagar 3 tímar síðani
5 dagar 7 tímar síðani
6 dagar 6 tímar síðani
6 dagar 7 tímar síðani