kapping

Afturlit: fríggjakvøld við Talent 2008

Svimjarnir fingu loyvið at síggja finaluna í "Talent 2008", áðrenn teir vóru koyrdir í song.

Nøkur vóru spent uppá, hvør fór at vinna...

Afturlit: 8x50 blandað í Køge Open 2008

Føroyingarnir vóru við í 8x50 blandað. Rókur skrivaði á flot.info:
"Stafettin hjá okkum sá eisini bara heilt OK út, hóast vit longu áðrenn væl vistu, at vit ongan kjans høvdu í kappingini um heiðursmerki. Birita fylgdi væl við sjálvan Mark Vogel, teir fyrstu 50 metrarnar rygg"

Afturlit: 200 rygg í Køge Open 2008

Birita Debes hevði 6. besta tilmeldingartíð (2:36.61), men bleiv nr 8 við tíðini 2:38.82. Í dag er juniormetið hjá henni 2:20.20.

3 met til Magnus á Bellahøj Cup í gjár

Magnus Jákupsson luttók í gjár á langgeilastevnu kallað Bellahøj Cup í Keypmannahavn, og megnaði har at seta 2 nýggj føroysk juniormet, harav annað eisini var føroyskt seniormet. Í 200 frí vann hann silvur við 1:57.59, har føroyska juniormetið hjá Heðini L. Olsen frá EJM 2011 var 2:01.00, og í 400 blandað vann hann gull við 4:43.68, har føroyska metið hjá Magnusi sjálvum frá RIG 2010 var 5:02.44, og kravtíðin til at kunna seta juniormet 4:54.18.

Magnus

Málsetningurin hjá Danmark er 7 heiðursmerki á OL í London

OL 'chef de mission' Jesper Frigast Larsen og Team Danmark stjórin Michael Andersen hava 7 heiðursmerki sum málsetning á OL í London nú um eitt hálvt ár, ið er sama tal sum til OL í Beijing í 2008. Tey meta at Danmark hevur møguleika til heiðursmerki í tilsamans 10 ítróttargreinum, harav kandidatarnir longu eru funnir nú í 7 av teimum greinunum. Lotte Friis fegnaðist herfyri sambært Politiken um at vera størsta OL-vónin hjá Danske Spil, við odds 2.5 frammanfyri 'gullfýrarin' á 3, Jeanette Ottesen og mannliga hondbóltslandsliðið á 3.5, og t.d. Caroline Wozniacki á 15.

Svimjistevnan í Vági avlýst vegna verkfallshóttan

Svimjikappingin BankNordik Open, sum skuldi verða í Vági leygardagin, er vegna verkfalshóttan avlýst. Lesið her á Suðuroyarportalinum hvussu verkfallshóttanin nú í vikuvís hevur ávirkað oynna, so at tiltøk sum hetta verða avlýst, eisini hóast einki verkfall er lýst enn.

Innbjóðing til Ægir-stevnu 10. - 12. februar 2012

Viðfest er innbjóðing til Inn-stórkapping í Klaksvík í døgunum 12. til 12. februar 2012, sum Ægir skipar fyri. Teinar frá 200 og uppeftir verða svomnir sum beinleiðis finala, har luttøkan í 800 og 1500 er avmarkað til 2 riðlar við skjótasta riðli um kvøldið. 100 metrarnir verða svomnir við vanligum innleiðandi sum á FM, og 50 metrarnir við eisini hálvfinalu. Tilmeldingarnar skulu vera inni í seinasta lagið týskvøldið 7. februar kl 21.

Omega OSB11 starting blocks in Klaksvík

Innbjóðing til SuSvim-stevnu 28. januar 2012

Viðfest er innbjóðing til BankNordik Open í Vági nú leygardagin hin 28. januar 2012, fyri allar aldursbólkar. Kappast verður frá klokkan 10:30 leygarmorgunin við upphiting frá kl 09:30, sum merkir at tað burdi borið til at siglt suður við Smyrli klokkan 7. Gev gætur at kappast verður bara leygardag.

DSC_0064

Mie Ø Nielsen 2 nýggj donsk juniormet á Reykjavík International

Reykjavík International er í Íslandi nú um vikuskiftið, við vitjan av millum øðrum ungu donsku svimjistjørnuni Mie Ø. Nielsen. Og tað gongur bara framá hjá henni, í kvøld setti hon tvey nýggj donsku juniormet, við tíðini 25.76 í 50 frí, og 1.01.51 í 100 rygg. Á langgeil. Fylgið við á www.aegir.is, og síggi úrslit her.

Afturlit: 100 blandað í Køge Open 2008

Her er riðil 3 í 100 blandað við Joan Kristinu og Bjørg úr FLOT.

Bjóða út innihald