Helena lat hjartastartara til Páls Høll

Helena Hergeirsdóttir vann Gekkin seinast, og hjartagóð sum hon er, var eitt tað fyrsta hon gjørdi, at ringja til Sørin S. Djurhuus í Svimjisambandi Føroya, eftir einum hjartastartara til tað eina arbeiðsplássið hjá sær. Hon arbeiðir eisini í Barnagarðinum í Vági.

Continue reading Helena lat hjartastartara til Páls Høll

Yvirdómaraskeið í Tórshavn

Hetta vikuskiftið er yvirdómaraskeið í Havn, har onkur snøkil fæst uppá pláss hjá teimum sum tóku yvirdómaraútbúgving í apríl 2015, umframt at tey saman leggja til rættis okkara egnu dómaraútbúgving. Á skeiði eru Annika Næs Johannesen, Thurid Kjærbo, Katja Keles og Rúni Gaardbo, umframt Elin Matras og Dann Hjelm sum tóku yvirdómaraútbúgving í 2006. Skeiðsleiðari er Svend Sander úr DGI, og fyriskipari Dann Hjelm vegna SSF.

yvirdomaraskeid-2016
Yvirdómaraskeið í Tórshavn 4. – 6. november 2016. Dann Hjelm eigur myndina.

Dagførdir lívbjargarar á Toftum

Hóskvøldið 13. oktober skipaðu Rúni Gaardbo og Pálin Olsen fyri lívbjargingarroynd á Toftum, sum venjarar hjá svimjifelagnum FLOT og lívbjargingardómarar hjá Svimjisambandi Føroya. 8 fólk fingu nýggj ella dagførd lívbjargingarprógv, umframt at Rúni lat fyrstaliðið royna seg í lívbjarging eisini, sum liður í teirra venjing.

Continue reading Dagførdir lívbjargarar á Toftum

Mads Glæsner og Lotte Friis nú aftur í Danmark

Hvidovre Svømmeklub skrivaði fyri einum mánaða síðani á sínari Facebook síðu, at tey høvdu skrivað sáttmála við Mads Glæsner, sum nú gavst við svimjingini fyri heldur at gerast hjálparvenjari hjá teimum afturat lesnað á Copenhagen Business School.

Mads Glæsner. Foto: Das Büro for DIF og Team Danmark (link)
Mads Glæsner. Foto: Das Büro for DIF og Team Danmark (link)

Og nú kann Gentofte Svømmeklub kunngera, at Lotte Friis er komin heim til barndómsfelagið, at eisini verða hjálparvenjari.

Lotte Friis. Foto: Das Büro for DIF og Team Danmark (link)
Lotte Friis. Foto: Das Büro for DIF og Team Danmark (link)

Svimjing hjálpir væl ímóti fibromyalgi

Nýggj gransking í Brasil bendir á, at svimjing hjálpir væl uppá fibromyalgi. Hetta er sjúka ið rakar serliga kvinnur, har kroppurin er í kroniskari pínustøðu. Tey bóðu 75 kvinnur um at meta um hvussu nógva pínu tær høvdu, og góvu teimum síðani boð um at annaðhvørt ganga ella svimja tríggjar ferðir 50 minuttir um vikuna í 12 vikur. Pínan fall frá 6.2 til 3.6 hjá teimum sum gingu, og frá 6.4 til 3.1 hjá teimum sum svumu, har 10 er ringasta hugsandi pína. Lesið her á Aquatics International.

Svimjiundirvísingin í norskum skúlum verður nú betrað

Norska skúlaskipanin sjósetur nú eina røð av átøkum, til at betra um svimjiundirvísingina í yngstu skúlaflokkum. Millum annað verður ein roynd innførd sum við deilmálum skal kanna svimjiførleikan hjá næmingum frá fyrsta til fjórða skúlaflokk, umframt at lærararnir fáa bjóðað skeið í svimjing og lívbjarging.

svimjing-flot

Continue reading Svimjiundirvísingin í norskum skúlum verður nú betrað

Venjing 4 tímar aftaná læring styrkir langtíðarminnið

Nýggi gransking bendir á, at tað hjálpir uppá langtíðarminnið at venja aftaná skúla, men tó ikki um venjingin er beint aftaná undirvísingina.

Tey býttu 72 luttakarar upp í 3 bólkar, har ein bólkur ikki vandi, meðan hinir báðir bólkarnir vandu annaðhvørt beint aftaná undirvísing, ella 4 tímar aftaná.

Og her vísti tað seg so, at tey mintust best 2 dagar seinni sum høvdu vant 4 tímar aftaná undirvísing, meðan hinir báðir bólkarnir eftir øllum at døma kláraðu seg líka illa í mun til hesi.

Lesið her á sci-news.com

LEN og ES vísa á nyttuna av lívslangari svimjing

Lifelong Swimming er ein Erasmus Plus ítróttarverkætlan hjá ES til at vísa á virðið av svimja ella á annan hátt at røra seg í vatni, eisini á ellisárum. Verkætlanin er samskipað av italska svimjisambandinum FIN, í samstarvi við evropeiska svimjisambandinum LEN, háskúlanum í Coimbra og øðrum, at koyra í tvey ár, millum annað við fyriskipan av sonevndum H2OpenDays, har svimjisambondini skipa fyri ókeypis svimjitiltøkum fyri fólk yvir 60 ár.