Fyrstu svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017

Sum kunngjørt í september, so var Ægir-stevnan nú 22. og 23. oktober hin fyrsta av fýra útvaldum stevnum, har gjørligt er at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017, um ikki annað er avtalað. Við fyrivarni fyri at onkur er yvirsæddur, so vóru tey fýra sum kláraðu oyggjaleikakravtíð í Klaksvík, umframt Pál Joensen í Aachen.

Continue reading Fyrstu svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017

EM 2020 verður í Budapest

Evropeiska svimjisambandið LEN samtykti á fundi í gjár, at lata Budapest hýsa øllum sínum evropeiskum (senior)meistarastevnum í 2020, tað vil siga EM í vatnpolo í januar, EM í kaving, synkron og kappsvimjing í mai, og EM í open water í juni. At kappsvimjingin er longu í mai, skyldast sjálvsagt at hetta er OL-ár, sum nú í 2016.

Photo by Moyan_Brenn

Cate Campbell 52.06 og nýtt heimsmet í 100 frí

Avstralska Cate Campbell setti í dag nýtt heimsmet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Swimming Australia Grand Prix í Brisbane svam teinin uppá 52.06. Tað var við éinum hundraparti, í mun til nú farna heimsmetið hjá týsku Britta Steffen, frá HM í Rom í 2009. Men, tá svumu tey jú í sokallaðum ‘superdraktum’, sum vóru tættari og longri. Sí úrslitalistan her.