Nú eisini vangamyndir á svimjing.com

Innritaðir brúkarar hava hervið fingið rætt at síggja vangamyndina (profilin) hjá teimum ið skriva og viðmerkja her á svimjing.com. Har er tó ikki so nógv at síggja enn, annað enn nær brúkarin stovnaði seg, yvirlit yvir hvat viðkomandi hevur skrivað á síðuni, og so møguliga ein kontaktsíða har til ber at senda viðkomandi teldupost. Eg sigi ‘møguliga’ her, tí brúkarin velur frítt í sínum kontusetingum, um loyvt skal vera at senda teldupost til sín ella ei. Continue reading Nú eisini vangamyndir á svimjing.com

Páll Finnur Páll nr 3 tá ið tú leitar eftir “svimjing”

Um tú leitar eftir “svimjing” á Google í dag, so eigur hendan heimasíðan fyrstu tvey leinki, áðrenn Páll Finnur Páll koma við “Leyna svimjing” á MySpace. Lýsingin á MySpace er “Páll, Finnur og Páll svimja fullir”, men eg síggi bara fullar menn og onga svimjing. Jeg græmmes.

Meira sensurur á svimjing.com

Óókey, eg havi tikið ein post av heimasíðuni afturat, og fólk verða sikkurt bæði ill og glað um tað. Eg haldi bara at hatta kjakið er ov tungt at taka alment beint nú, tá ið vit skuldu til at endurbyggja arbeiðið runt landsliðini og annað. Vit eru endiliga í eini uppgangstíð aftur, so latið vinaliga ikki eitt kjak um nakrar tilmeldingar sáa split í svimjingina. Í øllum førum ikki á hesari heimasíðuni.

Eg eri annars við uppá at vit taka hatta kjakið upp á góðan gamlan manér, sum ein ávísur klaksvíkingur viðmælti á sinni. Øll inn í eitt rúm, og so skeldast so tað brakar, til vit finna eina loysn. Føroyska svimjingin er ein familja, og tað er tí at vit klandrast so. Tí vit leggja nakað í tað. Eg haldi at øll hesi fólkini sum klandrast beint nú, eru ov virðismikil til at skumpa frá sær.

Ja, eg kasti við gróti í mínum glashúsi, tað veit eg væl. Men akkurát í hesum føri eri eg á báðum síðum, og tí haldi eg at tað er mín túrur at royna 🙂

Annars, bara so tit vita tað, so viðføra hesi hendingar, har eg steðgi einum orðaskifti, næstan altíð við at eg fái skeld frá báðum síðum. Fyri at steðga tí, og fyri ikki at hava steðgað tí nóg tíðliga. Tað er einki skeg. So er tað at eg hugsi at tað er ikki tað vert, at eg skuldi bara lokað heilt fyri viðmerkingum; men tað er heldur einki skeg.

Vit høvdu eina góða viku í farnu viku.

Pauli og Jokarin

50 m. frí hjá monnum gjørdist kanska ´TANN´ serliga spennandi kappingin leygardagin í Klakvík. Pauli Ø. Mohr hevur havt stóra framgongd í síni roynd eftir føroyska metinum í 50 m. frí og varð líka við at gera bart við síni tíð á 0.24.08 fyri stuttari tíð síðan til svimjikapping í Havn. Leygardagin skuldi hann aftur standa sína roynd, men tað at ´jokarin´ hjá Ægir átti so nógv í sær, hevði kanska fáur væntað.

Continue reading Pauli og Jokarin

svimjing.com uppstigað – 3 ferðir

Huffa puffa, eg havi bíðað við hesum líka síðani einaferð í august. Har kom alt møguligt spennandi í millum, og so endaði tað við at eg nú var tríggjar ‘trygdardagføringar’ afturút. Sum helst skuldu gerast stig fyri stig.

Á well, tað er so gjørt nú, og tað sær út til at tað eydnaðist sum ætlað. Beint nú koyrir heimasíðan eitt sindur spakuligt, men eg giti at tað bara er okkurt fyribils við ambætaranum hara yviri í Kalifornia. Síðan burdi nevniliga heldur koyrt skjótari enn spakuligari, nú eg havi fingið lagt nýggjastu rættingar inn.

Um tit síggja okkurt sum sær heilt galið út, so sigið endiliga frá.