Prát í Morning Swim Show um føroyska og danska svimjing

Her ein samrøða millum meg og Jeff Commings hjá SwimmingWorld, um føroyska svimjing, Pál Joensen, Magnus Jákupsson, danska svimjing og annað. Nokk so irriterandi at Skype-sambandið var so vánaligt, og so sat eg fastur í tí enska eisini, nakrar ferðir. Tað kann bara blíva betri 🙂

YouTube loyvir nú rásum við 100+ haldarum at ‘Live Streama’

Lesið her á YouTube Creators: YouTube víðkar nú tilboðið at kunna stroyma beinleiðis, til allar tær rásir ið hava minst 100 haldarar, og sum annars ikki hava forbrotið seg inn á copyright og tílíkt. Áðrenn hetta kravdust minst 1000 haldarar.

YouTube Creators: Start live streaming if you have 100+ subscribers

YouTube rásin hjá svimjing.com hevur sum er 54 haldarar, so vit mangla bara 46 til at kunna bjóða eisini veruligt, offisielt YouTube ‘live stream’. So tað er bara at trýsta á reyða knøttin, um tit ikki longu hava gjørt tað 😉

Untitled

12-12-2012

Í samband við dagin í dag, 12-12-2012 klokkan 12:12, verður víst á 12 tíðindi, ið nevna talið 12.

Ja, so hevur man roynt tað við

Úthongdur og útspiltur í Sosialinum, fyri at hava ‘misnýtt’ Pál. Hatta er so syrgiligt at eg tími ikki ein gang at muta ímóti – um ætlanin er at vit skulu fáast burtur úr føroyskari svimjing, so er tað fyri mín part heilt væl á leið; tí við vinum sum hasum er best at sleppa sær vekk.

Vit verða nakað seinir við frásøgn frá 1500 í dag

Edith ommaOmma doyði hósdagin, og farið verður tí í kapellið seinnapartin. Men her skuldu verið allir møguleikar hjá tykkum at fylgt við allíkavæl, við annaðhvørt at fara í høllina í Bellahøj, ella hyggja at live stream frá klokkan 16 føroyska tíð, ella bara checka upp uppá tíðir og tílíkt á www.svimjing.com/live.

Magnus svimur finalu í 100 firvald umleið klokkan 17:21 føroyska tíð, og Pál 1500 umleið klokkan 17:35.