Lívbjargingarskeið í Leirvík

Parasport Føroyar kann nú vísa á fimm nýggjar lívbjargarar hjá sær, eftir at hesi í dag luttóku á lívbjargingarskeiði og -roynd hjá Svimjisambandi Føroya í Leirvík, og stóðu royndina. Dómarar vóru Sólgerð Joensen og Sørin S. Djurhuus.

Vit í SSF eru sjálvsagt sera glað fyri at eisini Parasport Føroyar er partur av teimum sum taka lívbjargingarprógv frá lívbjargingardeild okkara, so at skipanin styrkist og vónandi ein dag nær aðalmálinum, at góðkendir lívbjargarar eru allastaðni har svomið verður í Føroyum.

Rókur

Áhugaverdur fundur um bjargingarnummur

Eysturkommuna skipaði í dag fyri fundi í býráðshúsinum í Norðagøtu, har evnið var bjargingarnummur við havnarløg, varðagøtur og líknandi.

SSF hevði fingið roynda samskiparan Erik Bech at koma til Føroya at greiða frá, hvussu ein slík er sett upp og virkar í Danmark.

Væl var møtt av umboðum fyri kommunur, løgreglu, Landsverk, korttænastu og øðrum, og varð eftirfylgjandi kjakið tí eisini av góðum grundum sera áhugavert.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá fundinum.

 

Innbjóðing til fund um bjargingarnummur

Eysturkommuna hevur júst sent út soljóðandi skriv til kommunur o.o., undir heitinum “Innbjóðing til fund við Erik Beck, um samskipan av bjargingarnumrum“.

Til rætta viðkomandi

Í fjørsummar var ein druknivanlukka úti í Bug í Leirvík. Boðini sum komu inn til 1-1-2 ljóðaðu, at maður var druknaður í bátahylinum í Leirvík. Úti í Bug plagdi at vera bátahylur, men er tað ikki longur. Harafturímóti, so er nýggjur bátahylur longri norðri í Leirvík. Hetta førdi við sær, at longri gekk at finna vanlukkustaðið, tí leitað varð í nýggja bátahylinum.

 

Continue reading Innbjóðing til fund um bjargingarnummur

Ársfundur hjá NLSG í Finnlandi

Sørin S. Djurhuus og Djóni Dalsgarð luttaka í hesum døgum á ársfundinum hjá Nordic Life Saving Group, sum umboð fyri Svimjisamband Føroya. Fundurin er í býnum Lohja í Finnlandi, einar 60 km vestan fyri Helsinki.

Fyrsti fundur er í løtuni í gongd, har limalondini leggja fram um teirra virksemi innnan lívbjarging, seinasta árið.