Park gevur venjarum sínum nærum 500.000 kr

Koreanski Tae-hwan Park hevur valt at geva sínum venjarum teir 90.000 dollararnar sum hann fekk í bonus frá koreanska svimjisambandinum, afturfyri at vinna gull og silvur í Beijing. Venjarin Min-sang Roh hevur vant Park síðani at Park var heilt lítil, og hartil hava aðrir venjarar hjálpt honum á leiðini. Men Park verður ikki fátækur fyri tað, við tað at hann sum kunnugt tjenar aðrar 100 milliónir dollarar (einar 500 milliónir krónur) uppá lýsingar, vegna sítt gullheiðursmerki í 400 frí. Lesið SwimNews

Startlistin til Ægir stevnuna klárur

viðfestu fílu. Uppmøtingin er bara heilt hampuliga góð frá feløgunum Ægir, Reki, FS, HS og SuSvim, tá ið hugsað verður um at hetta er fyrsta stevna. Profilar eru t.d. Pauli Mohr og Kári J. á Høvdanum úr FS, og Bjørg Seloy og Guðrun Holm Jacobsen úr HS; meðan tey størstu nøvnini úr Suðuroy hinvegin vænta, hesu ferð.

Kappingargreining frá teimum 400 í Beograd

Estin Rejn Haljand er fastur fúsur at greina kappingar fyri evropeiska svimjisambandið LEN, og hevur tískil eisini nú greiningarnar frá EJM í Beograd klárar her á heimasíðuni www.swim.ee. Tíverri bara frá finalum og semifinalum, og tíverri ikki frá teinum longri enn 400 metrar. Men splitt-tíðir, frekvensur og armtakslongd frá teimum 400 frí hjá Páli eru so har, at samanbera við kappingarneytarnar. Continue reading Kappingargreining frá teimum 400 í Beograd

Norðurlendska meistarastevnan fyri Masters

Funnin á www.simma.nu, og viðfest her niðanfyri. Kappast verður í 25 metra hyli á Hafnafirði í Íslandi tann 3.-4. oktober, í aldursbólkunum 25-29 ár, 30-34 ár, 35-39 ár, osfr. Freistin at melda til rættstundis er 15. september, men man kann tó fyri eykagjald melda til heilt fram til 25. september. Har eru heiðursmerki og innivist, buss-samband og ball. Nakar sum torir?

ÍSF spyr: “Ert tú dopaður?”

Ítróttarsamband Føroya minnir her á, at føroysk ítróttarfólk kunnu koma út fyri at skula dopingtestast í frítíðini, undir venjing og í kappingum, og at eisini vit tí mugu ansa eftir altíð at hava neyðuga TUE-loyvi, um vit taka heilivág fyri astma, allergi, sukursjúku, hjartatrupuleikar ella annað. Neyðugu umsóknarbløðini kunnu fáast hjá ÍSF, og har ber eisini til at spyrja, á tlf. 312606 ella 282331, um tit ivast í nøkrum.

Birita 32.11 í 50 rygg

Á evsta degi av gamla bólkabýtinum, og í minst møguligu, lógligu kapping, gjørdi rituvíksgentan Birita Debes tað sum vit í FLOT høvdu droymt um longu væl áðrenn FM. Nevniliga at svimja 50 rygg undir 32.89, sum var føroyska bólkametið hjá Elspu Mørkøre í bólki 3, sett fyri Skeggjar á føroysku unglingameistarastevnuni í 2004. Ein grein sum av øllum má metast millum sterkastu kort hjá Elspu, og tískil nakað sum Birita kann vera veruliga stolt av.

DSC_0029
Continue reading Birita 32.11 í 50 rygg

Schoeman sett heimsmet í 50 frí (á stuttbana)

Fyrst var hann í gjárkvøldið bara éin hundraðpart frá heimsmetinum hjá kroatiska Duje Draganja, sum var 20.81 frá HM í Manchester í vár, og síðani buldraði suðurafrikanski Roland Schoeman metið niður í dag, til 20.64, á suðurafrikansku stutthyljameistarastevnuni. Lesið SwimInfo

“Í Føroyum virða skúlar ikki ítróttina”

Áhugaverd grein her í Norðlýsinum í dag, har tað m.a. stendur:

Men nú KÍ hópurin skuldi av stað til Litava – var ikki møguligt at fáa allar leikararnar við.

M.a royndi leiðslan í KÍ at skriva til miðnámsskúlar har heitt var á skúlaleiðslurnar um at ávísir leikarar kundu fáa loyvi at umboða Føroyar – uttan at hetta ávirkaði fráverðu prosenti.

Men svarið var noktandi.

Skúlaleiðslan gjørdi greitt at eingin avtala var millum ÍSF og Mentanarmálaráði um slíka fráverðu og tí vóru ítróttarfólkini roknaði sum fráverða – skulk.

Øv, eg helt annars at alt hetta broyttist, nú miðnámsskúlarnir bjóða bæði ítróttarbreyt og 4 ára lestur. Continue reading “Í Føroyum virða skúlar ikki ítróttina”