Elspa ger um seg í DK

Danir hava júst skipað fyri sínum ‘regións-stutthylja-meistarastevnu’, sum er eitt slag av upptakt til donsku stutthyljameistarastevnuna í oktober. Elspa Mørkøre luttók fyri WestSwim í ‘svømmeregion vest’, og kláraði har at vinna fimm gull, trý silvur og eitt bronsuheiðursmerki, í kapping har ‘vest’ sum heild var sterkari enn ‘øst’.
Continue reading Elspa ger um seg í DK

Indisk svimjigenta doyði í 10 km svimjikapping

Indiska Shampa Das doyði eftir øllum at døma av einum hjartaslag, tá ið hon hevði svomið umleið 9 av teimum 10 km í kappingini Long Distance Invitational Swimming Championship á Hooghly ánni í India. Ein lækni kom til frá einum av fylgibátunum, men gentan var deyð áðrenn hon kom á sjúkrahús. Lesið SwimNews

Amerikansku venjararnir ynskja at fáa ‘superdraktirnar’ forbjóðaðar

Sum tit kunnu lesa her og her, so ynskja bæði tey stóru amerikansku venjarafeløgini, ASCA (American Swimming Coaches Association) og CSCAA (College Swimming Coaches Association of America), bann móti hesum nýggju draktunum, tí at tær forbróta seg móti reglunum hjá FINA, við at hjálpa svimjarunum at flóta betur, og við at betra um útinningarevnini.

Um NJM 2008 í Södertälje

NJM verður sum kunnugt í Södertälje í Svøríki tann 6. og 7. desember, fyri gentur føddar 1993-1994 og dreingir føddir 1991-1992. Sjálv innbjóðingin finst sum Word-skjal her á heimasíðuni hjá Södertälje Simsällskap, www.sss.se, og kann eisini lesast sum HTML-skjal her á stevnuheimasíðuni. Svomið verður í ‘Sydpoolen’, sum tit kunnu lesa um og síggja á heimasíðuni www.sydpoolen.se. Føroysku kravtíðirnar síggjast her á ssf.fo.

Foto: Fredrik Stehn/ Sydpoolen AB

Innbjóðing til Føroya Banka stevnu í Fuglafirði

Sum tit kunnu lesa í viðfesta skrivi, so verður árliga FS stevnan í Fuglafirði tann 4. oktober, fyri bólkar 2 og 3. Kappingin koyrir sum ein ‘opin’ kapping, men úrslitini verða bólkað. Sum nakað nýtt verður møguligt at keypa døgverða í steðginum fyri 40 kr, men tá má boðast frá áðrenn mánadagin 29. september. Tilmeldingarfreistin er annars mikudagin 1. oktober kl 23.