Tíðindaskriv frá SSF ísv NJM

Soljóðandi skriv er fingið frá Svimjisambandi Føroya. Orsaka at eg ikki havi skrivað so nógv sjálvur, enn, men her er nokk so hektiskt, upp undir fráferð til EM í Kroatia…

Svimjarar til Norðurlenska Junior Meistarakapping

Leygardagin og sunnudagin var NJM í Södertälje i Svøríki. Svimisambandið sendið hesuferð 2 svimjarar, Hildur á Fløttu úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag. Landsliðsvenjari var Petur Heðin á Fløtti, og leiðari Maud Poulsen úr Svimjisambandinum.

Í stuttari viðmerking sigur Petur Heðin á Fløtti at NJM sum altíð er ein stór avbjóðing fyri okkara svimjarar, serstakliga tí at kappingarstøðið er so høgt. Tær báðar Helena og Hildur hava nú roynt seg í altjóða kapping, og hetta fær eina góða ávirkan. Nakrar persónligar tíðir vórðu betraðar, men føroysku svimjararnar vóru ikki á sigurspallinum

Svimjisambandið fer í januar 2009 at leggja kravtíðir til NJM í 2009 og 2010, og í hesum sambandi fer at verða úttikið eitt NJM-bruttolið av fyrsta- og annað-ársjuniorum.

Liðið til NJM kemur aftur til Føroyar sunnukvøldið 7. Desember.

—-

Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya

Talentlandslið úttikið til Reykjavik International 2008

Talentlandsliðslega hevur verið í Klaksvík í vikuskiftinum, og í hesum sambandi tóku teir báðir venjararnir, Rúni Gaardbo og Johan Martin Poulsen, út fylgjandi svimjarar, at fara fyri Svimjisamband Føroya til Reykjavik International 2008 í januar:

  • Frá HS: Bjørg Seloy, Dagmar M. Winther og Magnus Jákupsson
  • Frá Ægir: Monika Biskopstø, Cecilia Eysturdal og Bjarni M. Petersen
  • Frá FS: Hildur á Fløtti og Poula Ø. Mohr
  • Frá FLOT: Astrið Foldarskarð og Birita Debes
  • Frá SuSvim: Katarina S. Lamhauge, Jón Hofgaard og Helena Sævarsdóttir

Talentlandslidsvenjing des 2008_0075

(Talentlandsliðið 2008. Á myndini vænta Hildur á Fløtti og Helena Sævarsdóttir, ið sum kunnugt eru til NJM í Södertälje í løtuni)
Continue reading Talentlandslið úttikið til Reykjavik International 2008

Minnast tit Beograd?

Ein klassikari frá 2008, lyftur fram á forsíðuna nú tað gongur væl aftur í 2011. Koyr á Magnus! 🙂

Eg kundi ikki lata vera, nú farið verður til Kroatia, at tríva í aftur alt tað góða úr Beograd. So her er ein ‘montaga’ hjá Jón Briani Hvidtfeldt og Rás2, tilsett myndir hjá mær og av susvim.com, harav nógvar eru tiknar av serbiska fotografinum Andrea Ilic, umframt onkur einstøk av góðum fólki í danska svimjifelagnum Sigma NS. Takk fyri gott samstarv í Serbia 🙂

So eru tey í gongd í Södertälje

Norðurlendska juniormeistarastevnan byrjaði í morgun, og fyrstu úrslitini eru tí longu at finna her á livetiming.se. Tað sær út til at Helena hevur onkrar trupulleikar, tí hon hon svam rættiliga langt frá sínum tilmeldingartíðum í 50 rygg og 100 frí, meðan Hildur hinvegin betraði seg við 2½ sekundi í 200 firvald.

Her eru úrslitini til nú:

Kapping Grein Seeding Svimjari Tilm.tíð Úrslit Tíð
1 50 rygg 9 Helena Strøm Sævarsdóttir 32.82 9 33.85
5 100 frí 12 Helena Strøm Sævarsdóttir 1:03.73 13 1:07.14
7 200 firvald 7 Hildur á Fløtti 2:35.16 7 2:32.82

Her eru tær báðar Helena og Hldur á Klaksvík National, farna vikuskifti:

Helena og Hildur á Klaksvík National
Continue reading So eru tey í gongd í Södertälje

Startlistin til NJM í Södertälje

Startlistin til NJM í Södertälje sæst her á serligu NJM heimasíðuni hjá Södertälje Simsällskap. Hesu ferð eru svimjararnir hjá okkum Hildur á Fløtti úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag, og tær skulu altso í hylin nú leygardagin og sunnudagin. Kappast verður leygarmorgun frá kl 8 føroyska tíð, leygardag frá kl 16 og sunnudag frá kl 8, og til ber at fylgja við ‘live’ her á livetiming.se.
Continue reading Startlistin til NJM í Södertälje

Startlistin til Rijeka 2008

So er startlistin til evropameistarastevnuni í Rijeka komin, og latum okkum heldur beinan vegin staðfesta, at Pál Joensen er í finaluni í 1500 frí. Tíverri á ytstu geil, sum nr 8, men tað er so betur enn at vera bestur av teimum sum ikki koma í finaluna. Startlistin fer eisini at kunna finnast her á omegatiming.com, innan alt ov leingi.


Continue reading Startlistin til Rijeka 2008

Úrslit frá Klaksvík National 2008

Her er so úrslitalistin frá Klaksvík National 2008, umframt RE-fílan til hagtalsbrúk. Úrslitið var, sum tit kunnu lesa her á susvim.com, at SuSvim ‘vann’ stevnuna við 21 gull, 15 silvur og 8 bronsu, meðan FS gjørdist nr 2 við 9 gull, 13 silvur og 6 bronsu, og HS gjørdist nr 3 við 7 gull, 6 silvur og 10 bronsu.

Heiðursmerkjabýtið varð …

Gull Silvur Bronsa
SuSvim 21 15 8
FS 9 13 6
HS 7 6 10
FLOT 3 4 5
Ægir 2 3 9
Reki 1 1 1

Continue reading Úrslit frá Klaksvík National 2008