Føroysku úrslitini í triathlon á Rhodos

DSC_0419

Tað eru tíverri ongar millumtíðir í offisiellu úrslitalistunum frá triathlon-kappingini á Rhodos, og eg brúki tí her niðanfyri tær tíðir sum Evald Rasmussen tók í leypi av kappingini, umframt endaligu offisiellu tíðina. Millumtíðirnar hjá Evaldi raka nokk ikki beint á har sum tær áttu at hava verið tiknar, men tað er so betri enn einki.

Tíðir á Rhodos:

  1500m svimjing Skift + 40 km súkkling Skift + 10 km renning Samlað úrslit
Gudmundur 0.22.08 1.13.32 0.37.57 2.13.37
Andrass 0.27.11 1.10.17 0.38.24 2.15.52
Áslakur 0.30.48 1.08.59 0.37.58 2.17.45
Ottar 0.23.37 1.13.47 0.42.50 2.20.14
Karina 0.25.11 1.15.55 0.39.56 2.21.02
Súsanna 0.24.45 1.15.25 0.41.12 2.21.22
Joan 0.28.30 1.17.25 0.37.36 2.23.31

Samanbera vit við úrslitini úr Haderslev, umleið ein mánaða áðrenn kappingina, so síggja vit at tað serliga er í svimjingini og súkklingini at íðkararnir dragna, meðan teir faktiskt renna ‘yvir evni’ í tí nógva hitanum. Hetta luktar eitt sindur av at svimjiteinurin var ov langt og renniteinurin ov stuttur, meðan súkklitíðirnar nokk eru rímiliga á leið (krevjandi ruta við vindi og brekkum, smølum vegum og krappum svingum).

Navn 1500m svimjing + skift 40km súkkling Skift + 10km renning Tilsamans
Joan Bláfoss 00:24.42 01:10:09 00:37:18 02:12:09
Karina Ottesen 00:22:23 01:10:01 00:40:30 02:12:54
Súsanna Skylv Sørensen 00:24.01 01:14:59 00:42:43 02:21:43
Sóley í Eyðansstovu 00:31.18 01:15:18 00:52:47 02:39:23
Áslakur Nesá ? ? ? 02:14:06
Andrass Joensen 00:25.42 01:08:23 00:42:41 02:16.41

Gev gætur at svimjingin í Haderslev er íroknað skift úr vátdrakt til súkkling, meðan skiftið á Rhodos er tikið uppí súkklingina.

Sviar duga eisini

Stefan Nystrand (25 ár) og Therese Alshammar (30 ár) hava í dag hvør í sínum lagi sett næstbestu tíð í heiminum nakrantíð; Nystrand í 100 frí við tíðini 47.91, og Alshammar í 50 frí við tíðini 24.23 (báðar tíðir í 50 metra hyli). Bæði venja tey til dagliga í SK Neptun í Stockholm, og rættiliga áhugavert so eru bæði kend fyri at venja rættiliga lítið til dagliga.

Nystrand nevnir í tíðindunum her um sína venjing, at hann venur umleið 3000 metrar í hvørjari venjing, ongantíð meira enn 20 km um vikuna, umframt at venja tvær ferðir um vikuna á landi, eina ferð við medisinbólti og eina ferð vekttrening við fokus á at gerast sterkur uttan at gerast stórur. Hann venur bara lætt ella max í hylinum, og altso ongantíð við ferðum í millum lætt ella max.

Alshammar nevnir ikki nakað um sína venjing í tíðindunum her á SwimNews, annað enn at hon (sum Nystrand) hevur betrað um sín teknikk, og tí svimur við færri tøkum enn nakrantíð fyrr. Men tað er alment kent at hon í øllum førum í Hamburg sjáldan vandi meira enn 2000 metrar í hvørjari venjing, og tí óivað illa kann lokkast at venja nógv meira í Stockholm, um Nystrand ikki svimur meira enn 3000 metrar har.

Lesið upprunatíðindini her og her á SwimNews.

Dara Torres sett USA met í 50 frí, 40 ára gomul

Dara Torres vann OL bronsu 33 ára gomul í Sydney ár 2000, og setur nú amerikanskt met í 50 frí sum 40 ára gomul, við tíðini 24.53 (langbani). Hetta er næstbesta tíð í heiminum í ár, og sama tíð sum Libby Lenton vann HM í Melbourne við í vár. Tíðindini kunnu lesast her á SwimmingWorld, og í longdari útgávu við spekulatión um doping her á SwimNews.

Phelps øgiligur í rygg eisini

Phelps er til nú mest kendur fyri síni úrslit og heimsmet í firvald, crawl og blandað, men hann kann so sanniliga eisini svimja rygg. Á amerikansku meistarastevnuni svam hann herfyri triðbestu tíð nakrantíð í 200 rygg (1:54.65, Ryan Lochte eigur heimsmetið á 1:54.32), og í gjár hótti hann so aftur heimsmetið á einum ryggteini við at svimja næstbestu tíð nakrantíð í 100 rygg (53.01, Aaron Piersol eigur heimsmetið á 52.98). Continue reading Phelps øgiligur í rygg eisini

Replay hjá Crocker á amerikansku meistarastevnuni

Eitt ‘oooh’ fór gjøgnum høllina í Indianapolis í gjár, tá ið úrslitatalvan vísti DSQ út fyri Ian Crocker í finaluni í 100 firvald. Hann hevði tjóvstartað á sama hátt sum hann tjóvstartaði í innleiðandi 4 x 100 blandað í Melbourne, tá ið hann varð atvold til at Michael Phelps ikki kláraði metnógv 8 gullmerki á somu stevnu. Og fyri at gera tað enn meira surrealistiskt, so kláraði Michael Phelps allíkavæl akkurát at vinna á Crocker, á sama hátt sum hann vann í síðstu tøkum í finaluni í 100 firvald í Melbourne. Lesið her á SwimmingWorld.

Nólsoyarsvimjingin 2007

Nólsoyingar bjóða til árligu svimjingina yvir um fjørðin, leygardagin 11. august kl 15:30, møta kl 14:30. Í ár kanst tú velja millum at svimja og renna annaðhvørt allan teinin á umleið 4000 metrar, frá niðanfyri hjá radioamatørunum í Havn til heiðursportrið í Nólsoy, ella ein stytri tein á umleið 1000 metrar, frá einum báti út fyri Nólsoy til heiðursportrið.

Hetta er tíggjunda árið at skipað verður fyri svimjing til Nólsoyar. Luttøkugjaldið er 250 krónur, og tú mást hartil sjálv/ur fáa til vega ein rímiligan stóran bát, tvey vaksin hjálparfólk í bátinum, VHF og vátdrakt. Tilmelding fer fram her á triathlon.fo. Sí annars viðfestu innbjóðing frá fyrireikarunum.

Elspa fyrsti føroyingur at náa hálvfinalu á EJM

Nógv gott er at lesa um EJM her á tsvim.com, har hesi tó munnu vera størstu tíðindi: Elspa Mørkøre hevur sum fyrsti føroyingur svomið hálvfinalu á evropeisku meistarstevnuni fyri juniorar, sum merkir at hon hetta árið var millum 16 tey bestu á stevnuni. Til lukku Elspa !

FINA umhugsar undirvatnskamera

Altjóða svimjisambandið FINA fer at hava ein fund áðrenn HM á stuttbana í Manchester  2008, har tey skulu avgera um undirvatnskamera skulu (kunna) brúkast til døming á stevnuni tá, og á øllum FINA meistarastevnum framyvir. Endamálið er sjálvsagt at kunna síggja betur til dømis ólóglig firvaldaspark í bringuvendingum. Lesið her á SwimmingWorld.

Hackett ætlar sær at kappast á 10 km í Beijing

Avstralska langteinastjørnan Grant Hackett hevur boðað frá at hann ætlar sær at kappast á teinunum 400 m, 1500 m og 10 km á OL í Beijing 2008. Teir 10 kilometrarnir eru annars nakað nýtt fyri hann, serliga við tað at talan tá er um havsvimjing. Lesið her á SwimNews.

Fyrsti dagur á EJM 2007

Sum tit kunnu lesa her av tsvim.com, so hava føroyingar í dag sett 3 nýggj føroysk met á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Antwerpen, Belgia. Pál Joensen í 400 frí við tíðini 4.06.37, Kári J. á Høvdanum í 100 rygg við 1.00.95, og Elspa Mørkøre í 200 rygg við 2.24.41.Tað røkkur tó tíverri ikki longur enn at tey koma heiðurliga langt upp frá botninum av úrslitalistanum.

SwimmingWorld skrivar her at Dani Gyurta úr Ungarn hevur sett nýtt meistarastevnumet í 200 bringu við tíðini 2.11.10, og russiska Yulia Efimova í 50 bringu við tíðini 31.75. Tit kunnu síggja úrslitini her á heimasíðuni hja EJM 2007, har tey eisini skriva um nýggj met og tílíkt, og vísa myndir frá stevnuni.