Heimsmet í 100 rygg til Aschwin Wildeboer

Spanski Aschwin Faber Wildeboer setti í gjár heimsmet í 100 rygg á stuttbana, tá ið hann á sponsku stutthyljameistarastevnuni í Madrid svam teinin í tíðini 49.20. ‘Gamla’ heimsmetið var 49.32, sum russiski Stanislav Donets svam á evropameistarastevnuni í Rijeka, síðsta vikuskifti.

DSC_0557

(Frá vinstru: Helge Meeuw, Stanislav Donets og Aschwin Wildeboer, eftir 100 rygg í Rijeka)
Continue reading Heimsmet í 100 rygg til Aschwin Wildeboer

Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá monnum

Fraklendingar hava á stevnu í Istres í Fraklandi knúst stutthyljaheimsmetið í 4×100 frí við tíðini 3:04.98, har amerikumenn á HM í Manchester í vár svumu 3:08.44. Og teir høvdu ikki ein gang brúk fyri Amaury Leveaux og Alain Bernard, men kláraðu tað við at brúka Gregory Mallet (47.41), Fabien Gilot (44.92), William Meynard (47.65) og Frederick Bousquet (45.00). Les SwimInfo

DSC_0351

(Frederick Bousquet, eftir 4×50 blandað á EM í Rijeka)

Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Tær fýra niðurlendsku Hinkelien Schreuder, Ranomi Kromowidjojo, Inge Dekker og Marleen Veldhuis betraðu í gjár um heimsmetið í 4×100 frí á stuttbana, tá ið tær á hálendsku stytthyljameistarakappingini svumu 3:28.22, har heimsmetið hjá teimum frá heimsmeistarastevnuni í Manchester í vár var 3:29.42. Les SwimInfo

DSC_0424

(Tær fýra eftir at hava sett heimsmet í 4×50 frí á EM í Rijeka)
Continue reading Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Ægir letur stórfingna gávu til tilhaldið “Sóljuna”

Tíðindaskriv úr Klaksvík …

Í samband við kappingina “Klaksvík National”, var skipað fyri lutaseðlasølu undir kappingunum, har vinningarnir vóru fartelefonir, sum Føroya Tele hevði latið.

Avgjørt var at yvirskotið frá lutaseðlasøluni skuldi fara til eitt vælgerandi endamali býnum, og fall valið á tilhaldið fyri eldri “Sóljuna” í Klaksvík.

Í samband við at tilhaldið skipaði fyri jólaborðhald fyri eldri á Klaksvíkar Sjómansheimið, handaðu umboð fyri Ægir, Símun Akursmørk og Kaj Dam, leiðaranum fyri tilhaldinum, Mamy Dahl Sørensen, ein kekk áljóðandi kr. 2.500,-


Continue reading Ægir letur stórfingna gávu til tilhaldið “Sóljuna”

Nú heitir eisini LEN á FINA um fáa betri reglur um ‘superdraktir’

Evropeiska svimjisambandið LEN fundaðist leygardagin um draktirnar, og biður nú offisielt altjóða svimjisambandið FINA um at fáa í lag betri reglur. Serliga ynskja tey betri reglur um hvussu nógvar draktir svimjarin má brúka í senn, um hvørji evni draktirnar kunnu gerast burtur úr, og eina betri sertifisering. Les t.d. SwimNews

Avstralsk svimjing merkir fíggjarkreppuna

Avstralski høvuðsvenjarin Alan Thompson ávarar um tey fara at fáa trupult við at standa seg í altjóða kapping, nú stuðulin til teirra toppsvimjarar verður fastfrystur til somu umleið 16 milliónir krónur um árið, sum tey hava skula klára seg við tey seinastu 4. Orsøkin er serliga fíggjarkreppan sum er um allan heim í løtuni, og til samanberingar er fíggjarætlanin hjá bretskari svimjing minst 51 milliónir krónur um árið, hvørt ár fram til OL í London í 2012. Les AFP á Google

Breitt mótmæli ímóti nýggju superdraktunum, frá venjarum á EM

Sum tit kunnu lesa t.d. her í The Independent, so skrivaðu venjarar úr millum øðrum 15 av 17 teimum størstu evropeisku svimjitjóðunum undir mótmæli ímóti nýggju superdraktunum, á EM í Rijeka í síðstu viku. Teir ynskja betri kontrol av hvørjar draktir sum verða loyvdar, og krevja at draktirnar eru á marknaðinum í minst 12 mánaðir, áðrenn tær verða loyvdar á stóru meistarastevnunum.
Continue reading Breitt mótmæli ímóti nýggju superdraktunum, frá venjarum á EM

Adidas annulerar avtaluna við týska svimjisambandið

Sum tit vist nokk frættu í onkrari av hasum frásøgnunum hjá okkum frá Rijeka, so vóru týskarar í beinleiðis kreppu á evropameistarastevnuni, av tí at teir skuldu svimja í draktum frá Adidas, sum teir sjálvir og onnur meta at vera slettis ikki á hædd við draktum frá t.d. Speedo, TYR og Blueseventy. Vit sóu fleiri ferðir at týskir svimjarar valdu púra at lata verða við at brúka drakt, og frættu eisini um at alt landsliðið hevði sagt beinleiðis, at tey vildu ikki svimja á HM í Rom í summar, um tey ikki sloppu at svimja í draktum frá øðrum veitarum.

DSC_0357

(50 rygg finalan á EM í Rijeka. Teir báðir uttan drakt eru báðir týskarar)

Og nú hevur Adidas so sambært The International Herald Tribune tikið konsekvens av hesum, við at annulera avtaluna við týska svimjisambandið, beinleiðis “in light of recent events”. Tey í Adidas siga at tey ikki ætla seg burtur úr úrvalssvimjing fyri tað, men spurningurin er um nakar annar vil brúka draktirnar frá teimum. Vit sóu ongan, í Rijeka.

So komu vit heim aftur eisini

‘Festligt’ at skula møta at koyra við buss kl 02:40, og so bíða eftir einum burturmistum hvítarussa í 40 minuttir. Men vit komu so avstað, og túrurin heim gekk næstan eftir bókini. Vóru eitt sindur seinkað úr Kastrup; men tað var nokk líka so gott, tí annars var vandi fyri at vit ikki náddu flogfarið.

15122008097
Continue reading So komu vit heim aftur eisini