Nakar sum kann skriva ?

Eg verði tíverri rættiliga upphongdur av arbeiði og føðingardegi o.t. í øllum førum fram til mikudagin, og fái tí illa skrivað frá svimjingini í Melbourne. Í øllum førum ikki fyrr enn einaferð seint um kvøldið. So um onkur annar hevur tíð og hug at skriva her, eru tey meira enn vælkomin. Tað krevur ikki annað enn at tú stovnar teg sum brúkara, ritar inn og velur ‘Stovna innihald’ í síðubjálkanum til vinstru, fyri síðani at velja ‘Frásøgn’.

Manaudou vil undir 4 í 400 frí

Nógv verður tosað um Michael Phelps í hesum døgum, og um hvussu vítt hann verður fyrsti svimjari sum vinnur 8 gull á HM. Men hansara skrá er lítið av miklum í mun til tær 9 tilmeldingarnar hjá fronsku Laure Manaudou, sum við innleiðandi og semifinalum kann viðføra at hon hesar sjey dagarnar skal svimja kappast 7450 metrar tilsamans.

Hon hevur longu vunnu teir 400 frí í dag, í eini tíð sum hon bestemt ætlar sær at betra um seinni. Segði her í vikuni, at hon fór ikki at umhugsa at gevast við svimjingini fyrr enn hon svam undir 4 minuttir í 400 frí. Hon er eisini rættiliga vís í at vinna teir 800 frí, um ikki Otylia Jedrzejczak klárar at koppa henni. Og so eru tað 200 frí og 1500 frí, umframt 50 og 100 rygg, og stafettir.

Tit kunnu lesa um ætlanir hennara her á eurosport.com og her á swimnews.com. Laure Manaudou er forrestin ein øgilig gella, sjálvt eftir fronskum mátistokki. Tá ið fjølmiðlarnir ikki skriva um hennara brøgd – sum til dømis at hon í fjør tók 18 ára gamla heimsmetið hjá Janet Evans í 400 frí – so er tað um hvussu hon klandrast við venjarar og svimjisamband, ella bara vinnur í italienskari svimjihettu tí at sjeikurin er haðani.

So er svimji-HM byrjað

HM byrjaði fyri einari viku síðani, við kaving og synkronsvimjing og tílíkum; men nú eru so okkara slag av svimjing byrjað. Á OMEGA Live Timing ber til at fylgja við tíðunum so hvørt sum svomið verður, við tilskilan av reaktiónstíðum og sikkurt millumtíðum eisini, tá ið tey koma til at svimja annað longri enn hesar fyrstu 100 firvald.

Sá, nú svam Pál Joensen sum fyrsti føroyingurin. 400 frí í riðli 3 í kapping 2. Seedaður sum nummar 3 í riðlinum. Tilmeldingartíð 4:10.76. Reaktiónstíð 0.77 (triðbest). 28.47 (nr 2), 59.37 (nr 1), 1:30.60 (nr 1), 2:02.79 (nr 1), 2:34.84 (nr 1), 3:06.75 (nr 1), 3:38.56 (nr 2), 4:08.40 (nr 1). Pál vann riðilin og betraði sína tíð við 2.3 sekundum, so tað byrjar bara OK 🙂

Pál, Mona og Jutta svumu 400 frí hendan fyrsta morgunin. Úrslitið varð at Pál sum omanfyri nevnt svam teir 400 á 4:08.40, sum er nýtt føroyskt met. Hann var tilmeldaður sum nr 62 av 83 men endaði sum nummar 52 av 76 (fýra munnu hava meldað frá áðrenn kapping, og 3 møttu ikki á kantinum). Sí úrslitalistan fyri 400 frí innleiðandi hjá monnum her.

Jutta Thomsen hevði tíðina 4:36.15, sum er næstan 5 sekund frá hennara egna føroyska met á 4:31.38 (sí ssf.fo), men tó betri enn hennara tilmeldingartíð á 4:36.52. Mona Simonsen vann á Juttu við 4:34.47 sum var væl betri enn hennara tilmeldingartíð á 4:40.94. Í plasering fluttu báðar seg fram (Jutta frá 58 til 49 og Mona frá 59 til 46), men eisini her vóru nokk so nógv sum ikki svumu av teimum upprunaliga tilmeldaðu (73 vóru á startlistanum, 6 meldaðu síðani rættstundis frá, og tvær møttu ikki á kantinum, so at veruliga talið á luttakarum varð 65). Sí úrslitalistan her.

Tey bestu eru tó øgiliga sterk í mun til føroyingarnar. Éitt er at teir fýra skjótastu mennirnir svimja undir 3:47, og sostatt høvdu verið um eina longd framman fyri Pál, um teir svumu í sama riðli. Men tær átta skjótastu genturnar svumu eisini skjótari, hóast øll hesi fremstu munnu hava spart seg í innleiðandi svimjingini.

Finalurnar í 400 frí hava longu verið svomnar, og úrslitið varð at koreanski Tae Hwan Park við tíðini 3:44.30 vann á Oussama Mellouli og Grant Hackett (heimsmetið eigur Ian Thorpe við 3:40.08), meðan franska Laure Manaudou sum væntað vann á Otylia Jedrzejczak og japonsku Ai Shibata 4:02.61 (heimsmetið eigur Manaudou við tíðini 4:02.13).

Tit finna allar úrslitalistar her, so hvørt sum svomið verður. Eurosport skrivar um 17 ára gamla Tae Hwan Park her, at hann var nr 4 í síðstu vending men vann kappingina við einum øgiligum spurti, og harvið fyrsta HM-gull nakrantíð til Korea. Grant Hackett var forsvarandi meistari, men har er ikki alt sum ætlað… Eurosport skrivar her at hann mundi ikki komið við í finaluna.

Amerikanarar munnu hava verið eitt sindur skuffaðir har á 400 metrum, við tað at hvørki Klete Keller ella Peter VanderKaay, Kathryn Hoff ella Kate Ziegler megnaðu at vinna nakað heiðursmerki yvirhøvur. Eisini man tað stressa, at japanski Kosuke Kitajima bæði í innleiðandi og semifinalu vann á heimsmethaldaranum Brendan Hansen, sum einasti ið kom undir 1 minutt (forrestin ØGILIGT her, at norski Alexander Dale Oen fekk triðbestu tíð á 1:00.69 í semifinaluni… HEJA NORGE!!).

Suðurafrikanski Roland Schoeman varð eisini skjótari enn amerikanski Ian Crocker í semifinaluni. Avstralsku genturnar vunnu á USA og Niðurlond í 4 x 100 frí. Men Michael Phelps kann hinvegin gleðast um at hava fingið fyrsta gull um hálsin, av teimum ætlaðu met-nógvu 8, tá ið hann saman við Neil Walker, Cullen Jones og Jason Lezak vann 4 x 100 frí hjá monnum.

HM 2011 verður í Shanghai

FINA hevur avgjørt at HM 2011 á langbana (50m) verður í Shanghai (Kina). Altso HM 2007 nú í Melbourne, OL 2008 í Beijing, HM 2009 í Rom, HM 2011 í Shanghai, og so OL 2012 í London. Umframt at stuttbana-HM (25m) verður í Manchester (Bretlandi) í 2008, og í 2010 á einum enn ikki ásettum stað.

Tíðindini eru fingin her av eurosport.com. Sí eisini kalendaran hjá FINA og tilhoyrandi yvirlit yvir hvussu tiltøkini eru skemaløgd.

  • HM 2007 í Melbourne (50m)
  • HM 2008 í Manchester (25m)
  • OL 2008 í Beijing (50m)
  • HM 2009 í Rom (50m)
  • HM 2010 í ?? (25m)
  • HM 2011 í Shanghai (50m)
  • HM 2012 í ?? (25m)
  • OL 2012 í London (50m)

Nú sæst riðlabýtið á omegatiming.com

HM-startlistar við riðlabýti síggjast nú á omegatiming.com, út fyri hvørja kapping á skránni. Vit síggja t.d. her at Pál Joensen skal svimja 50 metrar frí í riðli 7 móti 7 svimjarum úr Myanmar, Namibia, Albania, Zambia, Palestina, Cambodia og Togo. Landakotur kunnu forrestin síggjast her á heimasíðuni hjá FINA.
Continue reading Nú sæst riðlabýtið á omegatiming.com

Innbjóðing til SUM 2007

Smáunglingameistarastevnan 2007 verður í Klaksvík í døgunum 30. mars til 1. apríl 2007. Gev gætur at bólkur 3 nú aftur kappast á SUM, saman við yngru bólkarnar 1 og 2, og at tilmeldingarnar skulu verða inni “áðrenn 28. mars”. Umframt at Svimjinevndin áðrenn kappingina skal hava kvittan uppá at startgjøldini eru goldin.

Continue reading Innbjóðing til SUM 2007

FINA innført peningavirðislønir í HM

FinaÍ ár er fyrstu ferð at altjóða svimjisambandið FINA gevur heiðursmerkjavinnarunum peningavirðislønir afturat heiðursmerkjunum. US$12.000 fyri gull, 7.000 fyri silvur og 5.000 fyri bronsu, umframt US$25,000 bonus fyri heimsmet. Umroknað við dagskursinum altso einar 67.000 krónur fyri gull, 39.000 fyri silvur, 28.000 fyri bronsu og  140.000 fyri heimsmet. Alt í alt gevur sambandið einar 2 milliónir amerikanskir dollarar til heiðursmerkjavinnararnar, ella 11,2 milliónir danskar krónur.

Um vit til stuttleikar rokna eitt sindur uppá møguleikan hjá Michael Phelps at taka 7 gull, so eru tað altso einar 469.000 krónur frá FINA, umframt sikkurt bonus frá amerikanska svimjisambandinum eisini, og frá sponsorum. Av teimum 7 greinunum eigur hann nýggj heimsmet í tveimum; so um vit varliga vænta at hann setur heimsmet aftur í teimum, verður tað 469.000 + 280.000 = 749.000 krónur frá FINA aleina, fyri luttøkuna á HM 2007. Ikki so galið.

Upprunaligu tíðindini á SwimNews

Startlistin klárur til HM 2007

Samlaði startlistin til HM 2007 er nú lagdur út á omegatiming.com. Hann er 160 síður langur og inniheldur bæði tilmeldingarnar listaðar upp fyri hvørt land sær, umframt sjálvan startlistan við plasering av luttakarum í mun til teirra tilmeldingartíðir. Har er eisini avsett pláss til ‘live timing‘, so hatta verður nokk ein av teimum síðum sum vit svimjiáhugaðu fara at vitja nógv í komandi viku.

Niðanfyri havi eg listað upp allar tilmeldingar hjá føroyingunum, við viðmerking um hvønn dag tey svimja, og hvussu tey eru plaseraði í mun til samlaða talið av luttakarum í greinini. Gott at síggja at føroyingarnir verri enn so eru aftast, um enn tað eisini er langt upp á toppin:

Kap. Dagf. Grein Svimjari Tilm.tíð Plasering
2 25/3 400 frí Pál Joensen 4:10.76 62 av 83
5 25/3 400 fri Jutta Thomsen 4:36.52 58 av 73
5 25/3 400 frí Mona Simonsen 4:40.94 59 av 73
10 26/3 200 frí Pál Joensen 1:59.41 90 av 119
16 27/3 200 frí Jutta Thomsen 2:16.01 90 av 112
16 27/3 200 frí Mona Simonsen 2:17.28 97 av 112
17 27/3 800 frí Pál Joensen 8:49.89 40 av 47
19 28/3 100 frí Kristian Olsen 55.55 120 av 177
19 28/3 100 frí Pál Joensen 56.43 133 av 177
22 29/3 100 frí Mona Simonsen 1:04.33 112 av 136
28 30/3 50 frí Kristian Olsen 24.56 92 av 195
28 30/3 50 frí Pál Joensen 26.88 146 av 195
29 30/3 800 frí Jutta Thomsen 9:33.64 43 av 51
29 30/3 800 frí Mona Simonsen 9:35.39 44 av 51
36 31/3 1500 frí Pál Joensen 16:33.14 43 av 53

Viðhefta fílan er sjálvur listin av omegatiming.com.

SUM

30-03-07 fríggjadagur

Upphiting byrjar kl 17:00 og kappingin byrjar kl 18:00
Venjarafundur verður kl 17:10 og hjálparfólkafundur kl 17:20
Møtið stundisliga til fundirnar
Svomið verður fríggjakvøldið til kl 21:45

Hvørt felag má hava 3 hjálparfólk við, tað verður ein long kapping, 64 kappingar
vh
Dan Hjelm

HS vann HS-stevnuna

Svimjistevna var í Havn í vikuskiftinum, har svimjarar úr bólki í 3 og eldri kappaðust á øllum teinum upp til 1500 metrar. Úrslitið varð at HS greitt vann kappingina um flestu heiðursmerki, við FS á øðrum plássi og Ægir á triðja. Tað skal tó nevnast at suðuroyarfeløgini vóru skerd, av tí at tríggir teir bestu svimjararnir har suðuri vóru farnir til HM í Avstraliu.

Continue reading HS vann HS-stevnuna