Innbjóðing til Ægir-stevnu 14. – 15. februar 2009

Ægir bjóðar nú til svimjistevnu í Klaksvík, vikuskiftið 14. – 15. februar 2009, fyri bólk 1, 2, 3, junior og senior. Bólkar 1, 2 og 3 koma at svimja saman, og junior/senior í atskyldum riðlum. Tey avmarka 400 til éin riðil pr bólk, og 800 til éin riðil í alt. Sí annars viðfestu innbjóðing, og gev gætur at tilmeldingarnar skulu vera inni í seinasta lagi mikudagin 11. februar.

SwimmingWorld Magazine bakkar upp um at fáa avmarkingar fyri ‘superdraktum’

Í grein her á swimmingworldmagazine.com, siga tey at tað ikki ber til at venda aftur til tíðina uttan draktir, men at tey hinvegin ynskja somu avmarkingar sum amerikanska svimjisambandið USA Swimming viðmælir. Nevniliga, at draktirnar ikki mugu dekka longur enn upp til økslina og niður á knæ, at bara ein drakt má brúkast í senn, og at draktirnar skulu hava verið tøkar í minst 12 mánaðir áðrenn nýtslu á Olympisku Leikum.

Úrslit frá Skeggjarstevnuni

Viðfest eru úrslitalisti og kappingarfíla frá Skeggjarstevnuni farna vikuskifti. Úrslitið varð at SuSvim ‘vann’ stevnuna við 9 gullheiðursmerkjum, 3 silvur og 4 bronsu, meðan Ægir varð nummar tvey við 7 gull, 7 silvur og 6 bronsu, og FLOT varð nummar trý við 2 gull, 2 silvur og 2 bronsu. Medaljuslúkarnir vóru serliga Ásbjørg Hjelm úr Ægir, sum vann 4 gull og 1 bronsu, og Húni Vestergaard úr SuSvim, sum vann 4 gullheiðursmerki.
Continue reading Úrslit frá Skeggjarstevnuni

Úrtslitalisti.

Eg sakni eitt yvirlit yvir úrtslit frá svimjikappingunum í Føroyum.

T.d. var ein svimjikapping í Gøtu í vikuskiftinum, men finst onki úrtslit frá kappingini á nakrari føroyskari heimasíðu.

Eg veit, at kannska serliga teir smáu svimjararnir eru ídnir eftir at finna egnar svimjitíðir, og at kunna samanbera við svimjitíðirnar hjá hinum svimjarunum.

Hetta er møguliga ein uppgáva hjá Svimjisambandinum.

Oyggjaleikir á Álandi verða teir størstu nakrantíð

Hetta veit Isle of Man Today at siga av heimasíðuni hjá Åland Island Games 2009. Tilsamans 3211 íðkarar, liðleiðarar og dómarar eru nú skrásettir at fara at luttaka á leikunum, harav Jersey hevur størsta hópin við 251 luttakarum, Åland næstflest við 247, og Isle of Man triðflest við 230. Síðani kemur Guernsey við 218 og Menorca við 191, og so endiliga Føroyar sum nummar 6 við tilsamans 171 luttakarum.

Avstralia innførir reglu um bara éina drakt í kapping

Avstralska svimjisambandið innførir tann 1. mars eina reglu um at svimjarar bara kunnu nýta éina drakt í senn, umframt um neyðugt “a single pair of “briefs” or “bikini bottoms” to ensure the modesty and privacy of swimmers.”. Sambært SwimNews er hetta eisini tað sum FINA ætlar sær at innføra tá einaferð í mars, tá ið tey fara at umrøða hetta við ‘superdraktum’. Les SwimNews.com