Úrslit frá Ægir stevnuni

So varð hendan stevnan liðug, har svimjarar úr øllum landinum kappaðust í øllum bólkum. Ein ófør svimjistevna, við nógvum góðum tíðum frá yngstu svimjarar til elstu, og við góðum útlitum fyri komandi kappingar. Eingin heiðursmerki vórðu givin; men um vit telja plaseringarnar sum vit plaga, fyri bólkarnar 3, 2, 1, junior og senior hvør sær, so var úrslitið at SuSvim ‘vann’ stevnuna við 58 gull, 31 silvur og 29 bronsu, HS varð nr 2 við 23 gull, 21 silvur og 14 bronsu, og Ægir varð nr 3 við 20 gull, 25 silvur og 20 bronsu.

CIMG1474
Continue reading Úrslit frá Ægir stevnuni

Nú eru tey sjey sum hava klára kravtíð til Oyggjaleikir

Vit hildu tað vera rættiliga harðar treytir í fjør, at skerpa kravtíðina til Oyggjaleikir á Álandi frá 5. bestu tíð til 3. bestu tíð á undanfarnu Oyggjaleikum. Altso tað sama sum at siga, at kravtíðin í ár vildi hava givið bronsuheiðursmerki á Rhodos. Vit spáddu kanska 4-6 at fara til Álands; men nú eru tey sjey. Fýra gentur sum í øllum førum kunna brúkast blandaðu liðsvimjingina (Birita, Malan, Shaila og Mona), og so teir tríggir Pál, Kári og Dánjal Martin. Og frá nú av leggjast tey vælsagtans bara afturat, um ikki onkur av hesum fær forfall frá kappingini á Álandi, ella verður troðkaður av liðinum av øðrum.
Continue reading Nú eru tey sjey sum hava klára kravtíð til Oyggjaleikir

Birita klárað oyggjaleika-kravtíðina í 50 rygg

Tey svimja bara heilt skjótt, her norðuri á Ægir-stevnuni í Klaksvík, har svimjarar í øllum aldursbólkum nú kappast um pláss á Oyggjaleikum og landsliðum og øðrum góðum. Til nú eru vit ikki komin gjøgnum meira enn fyrsta morgunin; men tó so hava 5 svimjarar kvalifiserað seg afturat til talentlandsliðið, 2 til DÅM, og 1 til Oyggjaleikir.

CIMG1102
Continue reading Birita klárað oyggjaleika-kravtíðina í 50 rygg

Oyggjaleikakandidatar 2009

Nú byrjar klapp-jaktin av álvara, um hvør sum sleppur við til Oyggjaleikir á Álandi. Hvørt land kann sum kunnugt bara luttaka við tveimum svimjarum í hvørjari grein, og Svimjisamband Føroya hevur hartil sett sína egnu kravtíð, at vera triðbesta tíð í finalunum á Rhodos í 2007. Sum so aftur merkir, at kravtíðin til Áland vildi hava givið bronsuheiðursmerki á Rhodos, uttan í førinum við 50 firvald hjá monnum, har tveir fingu silvur (har er kravtíðin tí tíðin hjá honum sum varð nr. 4, við tað at eingin varð nr. 3).
Continue reading Oyggjaleikakandidatar 2009

Startlistin til Ægir stevnuna

So er startlistin klárur til Ægir stevnuna, sum verður í morgin og ovurmorgin. Luttøkan er rættiliga stór, nú svimjarar líka frá yngsta bólk til senior sleppa at kappast á somu stevnu, við til dømis 45 dreingjum og 56 gentum á startlistanum til 50 frí, og so aftur 9 og 9 á startlistanum hjá eldra bólkinum. So vítt eg dugi at síggja, so eru øll við, av teimum ‘eldru’ sum yvirhøvur hava svomið hetta seinasta svimjiárið, og man kann tí ikki siga annað, enn at tað stundar til Oyggjaleikir 🙂

Innbjóðing til FS ítróttardag, 21. februar

Sum tit kunnu lesa her á fsvim.com, so bjóðar Fuglarfjarðar Svimjifelag “øllum svimjifeløgum til ein øðrvísi ítróttadag, í Fuglafirði tann 21. feb., fyri seniorum, juniorum og bólki 1”. Talan verður um ymiskar kappingar inni í ítróttarhøllini, úti og í svimjihøllini, og tí skulu luttakararnir hava bæði innandura og uttandura klæðir og skógvar við (umframt vælsagtans svimjiklæðir eisini :-). Kappast verður sum einstaklingar og í bólkum, og dagurin endar við tunnusláttri og einum góðum bita. Seinasta freist at melda til er mánadagin 16. februar kl 18, og luttøkugjaldið er 50 krónur fyri hvønn.

Innbjóðing til Ægir-stevnu 14. – 15. februar 2009

Ægir bjóðar nú til svimjistevnu í Klaksvík, vikuskiftið 14. – 15. februar 2009, fyri bólk 1, 2, 3, junior og senior. Bólkar 1, 2 og 3 koma at svimja saman, og junior/senior í atskyldum riðlum. Tey avmarka 400 til éin riðil pr bólk, og 800 til éin riðil í alt. Sí annars viðfestu innbjóðing, og gev gætur at tilmeldingarnar skulu vera inni í seinasta lagi mikudagin 11. februar.

SwimmingWorld Magazine bakkar upp um at fáa avmarkingar fyri ‘superdraktum’

Í grein her á swimmingworldmagazine.com, siga tey at tað ikki ber til at venda aftur til tíðina uttan draktir, men at tey hinvegin ynskja somu avmarkingar sum amerikanska svimjisambandið USA Swimming viðmælir. Nevniliga, at draktirnar ikki mugu dekka longur enn upp til økslina og niður á knæ, at bara ein drakt má brúkast í senn, og at draktirnar skulu hava verið tøkar í minst 12 mánaðir áðrenn nýtslu á Olympisku Leikum.

Úrslit frá Skeggjarstevnuni

Viðfest eru úrslitalisti og kappingarfíla frá Skeggjarstevnuni farna vikuskifti. Úrslitið varð at SuSvim ‘vann’ stevnuna við 9 gullheiðursmerkjum, 3 silvur og 4 bronsu, meðan Ægir varð nummar tvey við 7 gull, 7 silvur og 6 bronsu, og FLOT varð nummar trý við 2 gull, 2 silvur og 2 bronsu. Medaljuslúkarnir vóru serliga Ásbjørg Hjelm úr Ægir, sum vann 4 gull og 1 bronsu, og Húni Vestergaard úr SuSvim, sum vann 4 gullheiðursmerki.
Continue reading Úrslit frá Skeggjarstevnuni