NJM 2007, kanska bjartasta løtan í føroyskari svimjing nakrantíð

Um eina viku møtast 89 svimjarar úr Norðanlondum í høllini í Gundadali, at kappast um norðurlendsku juniormeistaraheitini. Føroyingar luttaka við 11 svimjarum, harav serliga vágbingurin Pál Joensen kann føra til at føroysk svimjing verður kend og viðurkend sum ongantíð áður.

Éitt heiðursmerki er nóg mikið til at útlendingarnir fara at nikka viðurkennandi til føroyingar, líka mikið um tað bara eru úr bronsu. Eitt silvurheiðursmerki er líka gott sum fyri tveimum árum síðani, og prógv um støðugt høgt støði í Føroyum (í fjør vunnu vit 4 bronsu). Eitt gullheiðursmerki? Well, tað hevði ljóðað utopiskt fyri bara fáum árum síðani, og hevði kanska viðført at útlendingarnir heldur stirnaðu enn at nikka.

Men Pál kann vinna fleiri. Gullheiðursmerki. Í løtuni er støðið hjá honum sambært altjóða ranglistunum so høgt, at hann kann gera seg alvorliga galdandi í øllum fríteinum frá 200 til 1500. Banka undir borðið og alt hatta har, men hann liggur altso til fínastu heiðursmerki, um ikki útlendingarnir hava krógvað síni størstu talent.

Samstundis gerst Kári á Høvdanum bara betri og betri, og er tí at rokna sum okkara jokari á stevnuni. Svimur hann upp um sítt besta, og hinir kanska ikki liva heilt upp til sítt, so kann alt henda. Og hendir tað – vinnur Pál gull, og Kári eisini okkurt – so er tað líka við at hini eisini kunnu gera seg galdandi. Tí tá kunnu vit gera okkum dælt av øllum tí sum hoyrir til at vera á heimabana, meðan hini í skelki spekulera uppá hvat tað var sum hendi.

NJM er størri enn Oyggjaleikir, tá ið tað kemur til góðsku á svimjarum. Norðurlond eru ikki at kimsa at, tí serliga sviar eru støðugt í heimsflokki, meðan hini londini eisini ferð eftir ferð stinga seg upp í millum. Og tað er tí ikki so langt frá einum norðurlendskum juniormeistaraheiti til eitt evropeiskt, sum man kanska hevur hug til at halda. Og EJM… EJM er longu komandi summar !

Silva Cup í vikuskiftinum

Í kvøld og í morgin skipar svimjifelagið Reki fyri Silva Cup í Leirvík, fyri svimjarar í yngru bólkunum 1 til 3. Bólkur 3 byrjar at hita upp í kvøld kl 18:30, og í morgin er tað so bólkur 1 kl 8 og bólkur 2 kl 12. Sí eisini viðfestu innbjóðing, men gev gætur at upphitingin í kvøld er flutt í mun til innbjóðingina, frá kl 19:15 til kl 18:30.

89 luttakarar tilsamans á NJM 2007

Sum tit eisini kunnu lesa her á serligu heimasíðuna fyri NJM 2007, so verða tað 45 gentur og 44 dreingir sum fara at kappast á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í Tórshavn, 1. til 2. desember 2007. Freistin fyri endarligar tilmeldingar er nú leygardagin 24. november, og vit fyrireikarar fara so eftirfylgjandi at royna at fáa startlistarnar út sum skjótast.

Tað gongur fínt við fyrireikingum, um enn man (tvs. eg 🙂 konstant stúrir fyri at okkurt er gloymt. Flestu útlendingar fara at búgva og eta á Kerjalon, og koyra so við bussum aftur og fram til høllina. Fyrireiking av høllini gongur eftir øllum at døma sum ætlað, og alt hatta við WinGrodan og LiveTiming er eisini undir kontrol. Fólk er sett av til at taka video og myndir, og vit fara so at royna at halda serligu NJM-heimasíðuna støðugt dagførda í leypi av vikuskiftinum.

So er bara at vóna at øll tit onnur eisini stuðla okkum væl, sum ikki longu eru lokkað til at taka sær av onkrari uppgávu. Vit (tvs. eg 🙂 síggja gjarna at so nógv fólk sum yvirhøvur gjørligt koma niðan í høllina at hyggja, til at skapa stemning og heppa á okkara mongu føroysku luttakarar, harav onkur enntá hevur heiðursmerkjamøguleikar av fínasta slag.

Komið niðan og hyggið, tí tað verður kanska leingi til vit aftur hava sama møguleika at vinna gull 🙂

11 svimjarar úttiknir til NJM

5 dreingir og 6 gentur fara at luttaka fyri Føroyar á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í Tórshavn, 1. til 2. desember 2007. Serliga Havnar Svimjifelag ger seg galdandi, við at eiga 5 av gentunum og ein drong á føroyska unglingalandsliðnum í ár. Fuglafjarðar Svimjifelag er eisini sterkt her við 3 landsliðssvimjarum, meðan Suðuroyar Svimjifelag faktiskt ‘bara’ hevur tann eina – Pál Joensen hesu éin, sum tó uttan iva er mest lovandi svimjari á liðnum í ár.
Continue reading 11 svimjarar úttiknir til NJM

4 svimjarar úttiknir til EM í Ungarn

Sambært tíðindum her av heimasíðuni hjá Suðuroyar Svimjifelag, verða tað tey fýra Pál Joensen, Dánjal Martin Hofgaard, Shaila millum Garðarnar og Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag sum skulu luttaka fyri Føroyar á Evropeisku Meistarastevnuni í Ungarn, 13.-16. desember 2007.

So siga stjørnurnar sjálvar um Berlin 2007

SwimNews listar her upp ymisk sitat frá svimjistjørnum og -venjarum á World Cup stevnuni í Berlin. Rættiliga áhugavert so tosar Stefan Nystrand m.a.  um hvussu hann vegna broyttar matvanar nú ikki hevur havt éin sjúkradag í longri tíð… Nakað sum (svenski) Mats Brisenfeld eisini tók upp á gongini her úti á Formula í morgun, tá ið vit tosaðu um hví Nystrand nú knappliga svam so skjótt.

Mats fylgir betri við í svenskum svimjitíðindum enn eg, og eg taki tí fyri góða vøru tá ið hann sigur at Nystrand hevur havt nógva nyttu av videoanalysu og kostráðgeving í seinastuni. Estiski Rejn Haljand hevur pilkað sundur og bygt upp startin hjá Nystrand, við at filma og vísa Nystrand hvat hann gjørdi galið, og onkur kostráðgevi hevur fingið hann at droppa cola og tílíkt.

Sum tit nokk kunnu lesa millum reglurnar her, so er alt hetta bara leysatíðindi og prát millum tveir svimjiáhugaðar í morgun. Men eg helt tað vera áhugavert at renna seg í hatta við kostvanunum aftur, tá ið SwimNews nú skrivar um Nystrand: “On his change of diet: ‘Since then I haven’t had one sick day. I think I’m on the right way with regard to the Olympics.’ “

Berlin 2007: 4 heimsmet, 7 evropeisk, og annað

Jón, vit skuldu verið farnir! SwimNews dregur her saman um World Cup í Berlin, og sigur at hendan stevnan burdi verið finalan í World Cup skránni, so væl sum týskarar arrangera og fáa í lag skjóta svimjing. Hartil hevur hann (Craig Lord) eina áhugaverda átalu av stigatalvuni hjá FINA, har hann spyr hví 0,42 sekund av heimsmetinum í 100 frí telja minni enn 0,01 sekund í 50 frí.

Suðuroyar Svimjifelag vann stórt í Vági

Susvim vann meira enn dupult so nógv gullheiðursmerki sum nummar tvey á listanum, Fuglafjarðar Svimjifelag, nú svimjistevna var í Vági í vikuskiftinum. Pál svam skjótt men spardi seg tó til NJM um tvær vikur. Birita Debes úr FLOT svam seg til eina silvurnál, og Johanna Katrina Bjartalíð úr Reka svam bronsunálatíð. Lesið á susvim.com.
Continue reading Suðuroyar Svimjifelag vann stórt í Vági

2 heimsmet afturat í Berlin

Stefan Nystrand setti í dag sítt næsta heimsmet á World Cup í Berlin, tá ið hann svam 50 frí í tíðini 20.93 sekund, har gamla metið hjá suðurafrikananum Roland Schoeman var 20.98. Og brasilski Thiago Pereira setti nýtt heimsmet í 200 blandað við 1:53.14, har amerikanski Ryan Lochte átti gamla á 1:53.31. Lesið her og her á SwimInfo.

Her er ein video av heimsmetinum hjá Pereira. Vóni at tit skilja portugisiskt 🙂

Og her er heimsmetið hjá Stefan Nystrand á svenskum