Pál skal bjarga Aalborg undan niðurflyting

Pál Joensen luttekur sum kunnugt ikki á oyggjaleikaúttøkustevnuni nú í kvøld og komandi dagar, men er í staðin við Aalborg til “Danmarks Mesterskaber for Hold”, sum tit kunnu lesa eina offisiella upptakt um her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum. Ein stevna har hvør svimjari sleppur at svimja í mesta lagi 5 einstaklingakappingar og 2 liðsvimjingar, og vinnarin at enda er tað lið sum hevur flest FINA stig tilsamans. Og Pál ger mun – sambært Jón Bjarnasyni á SuSvim “er Pál lykilin hjá Aalborg til enn eitt ár í Svømmeligaen“.

Amerikumenn hava nú eisini uppdagað Pál Joensen

Lesið áhugaverda grein her á susvim.com, um hvussu amerikanskur svimjivenjari á University of Pennsylvania peikar Pál Joensen út sum ein av trimum serliga áhugaverdum nýggjum andlitum á komandi heimsmeistarastevnuni í Rom. Ella lesið orðini hjá amerikumanninum beinleiðis, her á floswimming.org.

Úr blogguni:

2. Pal Joensen- Ok, even i admit this is kind of a longshot. Earlier this season, I mentioned offhand the exploits of this Faroese distance swimmer. A couple of years ago he was a European Junior Champion. He comes from an island nation of 40,000 people that until recently didn’t have roads between towns. Still, they had pools and Pal Joensen is a legit talent. This past year, he made the move to civilization and has begun training in Denmark. At the Danish open last week, he recorded times of 3:48, 7:54 and 15:02. None of those times will be good enough to medal this summer. Still, would you go full bore at a meet like that when you are guaranteed to be your country’s only rep at World Champs this summer? I’m banking that he didn’t, and this summer I’ll be cheering for a Faroese cinderella story in the mile.
Continue reading Amerikumenn hava nú eisini uppdagað Pál Joensen

Kunning um bólkabýti, bólkaskifti, juniormet, v.m.

Frá SSF/Svimjinevndini

Við virknaði frá 1. sept. 2008 er fylgjandi galdandi:

1. Bólkabýti:

Bólkur 3 dreingir eru: dreingir ið fylla 12 ár í kalendaraárinum, og yngri.
Bólkur 3 gentur eru: gentur ið fylla 10 ár í kalendaraárinum, og yngri.

Bólkur 2 dreingir eru: dreingir ið fylla 13 ár, og í mesta lagi 14 ár, í kalendaraárinum.
Bólkur 2 gentur eru: gentur ið fylla 11 ár, og í mesta lagi 12 ár, í kalendaraárinum.

Bólkur 1 dreingir eru: dreingir ið fylla 15 ár, og í mesta lagi 16 ár, í kalendaraárinum.
Bólkur 1 gentur eru: gentur ið fylla 13 ár, og í mesta lagi 14 ár, í kalendaraárinum.

Junior dreingir eru: dreingir ið fylla 18 ár í kalendaraárinum, og yngri.
Junior gentur eru: gentur ið fylla 16 ár í kalendaraárinum, og yngri.
Continue reading Kunning um bólkabýti, bólkaskifti, juniormet, v.m.

Skriv frá SSF formanninum um oyggjaleikaúttøkuna

Svimjifeløgini fingu í gjár soljóðandi teldupost frá Jon Hestoy, formanni í Svimjisamband Føroya:

Hey tit øll,

sum tit øll vita, er seinasta freist at náa oyggjaleikakravtíð, í Oyggjaleikaúttøkukappingini, ið verður í Havn nú um vikuskifti.

Í hesum sambandi er okkurt smávegis, ið eg fegin vil greina nærri.

Kravtíðin skal hava verið nádd í hesum kappingarárinum, tvs. í tíðarskeiðnum 1. september 2008 til og við 19. apríl 2009.

Allar tíðir skulu náast í einari góðkendari kapping, “timetrials” sum ein eykaroynd verður ikki góðkend.

Kravtíðirnar kenna tit øll, og Svimjisambandið kann senda tveir svimjarar til hvørja kapping á Álandi, tað vil siga teir tveir svimjararnir, ið hava bestu tíðir undir kravtíðina kunnu úttakast, triði og fylgjandi svimjarar koma ikki við, henda úttøka verður ikki broytt um svimjari meldar frá.

Eru tríggir svimjarar, ið hava klára kravtíðina og annar og triði svimjari hava somu tíð, so verður umsvimjing um tað plássið.

Fina-reglurnar viðv. einum svimjibúna eru sjálvandi galdandi. Tá ið FINA kemur við einum positivlista um svimjibúnar, verður hann fylgdur sambært ásetingunum hjá FINA.

Oyggjaleikalandsliðið verður endaliga úttikið av Starvsnevndini, eftir tilmæli frá Landsliðsnevndini mánakvøldið 19. apríl.

Link til kravtíðina: http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/oyggjaleikakr%C3%B8v-2009/

Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya

Continue reading Skriv frá SSF formanninum um oyggjaleikaúttøkuna

‘LiveTiming’ bílagt til Oyggjaleikaúttøkustevnuna

Bara so tit vita tað, so er ‘live timing’ nú bílagt til Oyggjaleikaúttøkustevnuna, komandi vikuskiftið, millum annað sum test til komandi føroysku meistarastevnurnar. Viðkomandi ‘live timing’ síða sæst her á livetiming.se, og verður hartil eisini at síggja á www.svimjing.com/live. Sjálvur fái eg trupulleikar við at luttaka nú sunnudagin, við tað at dótturin skal konfirmerast. Og Bartal er eisini upptikin, við tað at hann er gubbi. Men tað man fara at ganga allíkavæl, ha? 🙂

Samandráttur: Føroyingar vunnu 1 gull, 5 silvur og 2 bronsu á DM 2009

Tá rokni eg ikki heiðursmerki við sum føroyingar hava vunnið sum partur av liðsvimjing saman við dønum, og heldur ikki heiðursmerkini sum føroyski Frans Johannesen vann í donsku juniorkappingini, sum varð avgreidd um morgunin. Føroyingarnir kláraðu tilsamans 12 ferðir at svimja seg víðari til hálvfinalur og finalur, og settu tilsamans 11 føroysk met, harav eitt enntá var norðurlendskt met:

  • Pál Joensen – 1 gull, 2 silvur, 1 bronsu, 4 finalupláss, 7 føroysk met, 2 ferðir undir norðurlendskt met, 1 norðurlendskt met
  • Elspa Mørkøre – 3 silvur, 1 bronsu, 2 hálvfinalupláss, 4 finalupláss
  • Shaila millum Garðarnar – 2 føroysk met, 1 hálvfinalupláss
  • Mona Simonsen – 2 føroysk met, 1 finalupláss

Continue reading Samandráttur: Føroyingar vunnu 1 gull, 5 silvur og 2 bronsu á DM 2009

Tíðindaskriv: Pál danskur meistari og norðurlendskt met

Tíðindaskriv frá SSF

Pál Joensen kláraði sum væntað at gerast danskur meistari í 800 frí í dag, eftir at Mads Glæsner hevði valt at spara seg fyri kapping á hesum teini. Og hartil setti Pál norðurlendskt met við nærum 2 sekundum, við at svimja 7:54.40, har metið hjá Mads Glæsner frá kapping í Ballerup í februar var 7:56.21.

Mona Simonsen royndi í 1500 frí eftir føroysku kravtíðina til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar, sum er 17:32.36 í 50 metra hyli, men rakk tíverri ikki hesum máli hesuferð, hóast hon við tíðina 17:57.61 setti flott føroyskt met, og gjørdist fyrsta føroyska kvinna undir 18 minuttir.
Continue reading Tíðindaskriv: Pál danskur meistari og norðurlendskt met

Pál danskur meistari og norðurlendskt met

So var endiliga slutt við silvurheiðursmerkjunum, nú Mads Glæsner hevði spart seg fyri 800 frí, og Pál Joensen tí svam seg trygt til danska meistaraheitið, umframt at taka norðurlendska metið frá Glæsner. Mads Glæsner átti metið á 7:56.21 frá kapping í Ballerup í februar, men Pál betraði tað so í dag við næstan tveimum sekundum, til 7:54.40. Jón Bjarnason var ikki tó heilt nøgdur við avrikinum, av tí at Pál var ov spenntur, og tí legði út við ov títtum armtøkum. Ein feilur vegna væntandi langhyljavenjing, sum merktist aftur móti endanum, og sum tí kostaði eini 4 sekund. Men hvat? – hann vann kappingina, og setti metið 🙂
Continue reading Pál danskur meistari og norðurlendskt met

Elspa valdi 200 rygg frá í morgun

Tíðindaskriv frá SSF

Tey siga úr Danmark at hon er væl fyri aftur, eftir at hava verið ússalig teir seinastu dagarnar; men valdi tó at spara seg í morgun, við tað at hon allíkavæl var í so langt frá HM kravtíðini í 200 rygg. So nú er síðsti kjansur hjá henni at seta kravtíð til heimsmeistarastevnuna í Rom, teir 100 rygg í 4×100 blandað stafett fyri WestSwim, seinnapartin í dag.
Continue reading Elspa valdi 200 rygg frá í morgun

Elspa vunnið sítt triðja silvurheiðursmerki á Danish Open 2009

Tíðindaskriv frá SSF

Elspa Mørkøre megnaði í dag at svimja seg til enn eitt silvurheiðursmerki, hesuferð í 50 rygg, har hon fyrr á hesi donsku meistarastevnu hevur vunnið silvurheiðursmerki í 100 rygg og 400 frí, umframt bronsuheiðursmerki í 200 frí. Tíðin hjá henni var 29.56 sekund í hesum 50 rygg, har vinnarin Pernille Larsen hevði tíðina 29.20 sekund. Vit hoyra úr Danmark at Elspa hevur verið so væl fyri, hesar seinastu dagarnar, men hon má so royna alt tað hon kann, aftur í morgin, tá ið hon skal svimja 200 rygg, umframt 100 rygg í stafett fyri WestSwim. Hetta hon skal klára at kvalifisera við danska landsliðnum til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar.
Continue reading Elspa vunnið sítt triðja silvurheiðursmerki á Danish Open 2009