FM 2009: Fyrsti dagur

So eru vit liðug fyri í dag, og tað spældi bara heilt væl av. Shaila millum Garðarnar setti føroyskt met í 50 firvald við tíðini 29.55, har metið hjá henni var 29.85. Pál Joensen setti føroyskt met í 100 frí við tíðini 50.78, har metið hjá honum frá Rijeka var 51.81. Poula Ø. Mohr setti juniormet í 100 frí við tíðini 1:00.15, har Hildur á Fløtti í morgun setti juniormet við tíðini 1:00.27. Birita Debes setti juniormet í 100 rygg við tíðini 1:06.05, har hennara juniormet frá Meistarastevnun fyri Ung í apríl var 1:07.54. Og FS gentur setti tvær ferðir juniormet í 4×100 frí, fyrst við at svimja 4:24.91 í morgun, og síðani við at svimja 4:14.06 í kvøld.

CIMG6714

Oyggjaleikir á Álandi verða at síggja á LiveTiming.se

nig_2009_originalTil kunningar, so hevur IF Åland keypt sær pláss her á livetiming.se, til Natwest Island Games XIII, og vit fara tí alt annað líka at kunna fylgja við úrslitunum ‘live’ har á heimasíðuni, umframt at eg fari at seta live-partin inn á www.svimjing.com/live. Har liggja longu nakrir startlistar, sum tó vónandi eru bara fyribils, við tað at eingin føroyingur er upplistaður á teimum 🙂

Bergen Swim Festival spílar seg út aftur í ár

Enn hevur mær vitandi eingin føroyingur enn luttikið hjá okkara nærmastu grannum í eystri, og nú siglir Norrøna tíverri heldur ikki longur handan vegin. Men luttakararlistin er øgiligur fyri tað, við heimsstjørnum sum Stefan Nystrand, Josefin Lilllehage, Jeanette Ottesen, Cameron van der Burgh, Lotte Friis, Aschwin Wildeboer, Mads Glæsner, Sara Nordenstam og Alexander Dale Oen. Sí www.bergenswimfestival.no, og síggið startlistarnar her. Stevnan er nú um vikuskiftið, samstundis sum FM í Havn.

Tíðindaskriv frá SSF, um JM/FM 2009

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Komandi vikuskifti skipar Svimjisamband Føroya fyri 36-indi árligu Føroyameistarastevnuna í svimjing, í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan stevna er í ár fyri fyrstu ferð eisini juniormeistarastevna, eftir at føroysku aldursbólkarnir vórðu broyttir í fjør heyst, til nú at umfata eisini aldursbólkin ‘juniorar’.
Continue reading Tíðindaskriv frá SSF, um JM/FM 2009

Startlistin til FM 2009

So er startlistin klárur til Føroyameistarastevnuna 2009, ið sum kunnugt verður nú komandi vikuskifti. Eitt eintak er viðfest her niðanfyri, og hartil ber til at síggja hann og annað gott á livetiming.se, har tað eisini fer at bera til at fylgja við kappingini ‘live’. Vit fara sum vanligt at seta www.svimjing.com/live upp eisini, til at vísa hesi ‘live’ úrslit, videobrot og chat og annað, í tann mun sum tilfar er tøkt. Og so mugu vit ikki gloyma, at Kringvarpið fer at senda beinleiðis sjónvarp frá finalupørtunum fríggjakvøld og leygarkvøld, og mest sannlíkt at leggja tað út sum ‘live stream’ á internetinum eisini.