Startlistarnir til Køge Open klárir

Nú er bara 1½ vika til einir 120 føroyingar fara niður á stóra svimjistevnu í Køge og Herfølge, og startlistanir liggja tí klárir her á heimasíðuni hjá Køge Svømmeklub. Serliga Kári á Høvdanum liggur væl fyri til at taka heiðursmerki í hylinum í Køge, meðan Reka-genturnar gera seg galdandi í hylinum í Herfølge.
Continue reading Startlistarnir til Køge Open klárir

Ziegler aftur sett heimsmet í 800 frí

Fyrst setti hon heimsmet í 800 frí á veg til eisini at seta heimsmet í 1500 frí, og so knúsar hon tað aftur í veruligu kappingini í 800 frí. Laure Manaudou átti gamla metið á 8:11.25, sum Ziegler so fyrst betraði við splitt-tíð 8:09.68, og nú tveir dagar seinni við 8:08:00. Lesið her á SwimmingWorld.

Ziegler á YouTube

Svimjifelagið SG Essen hevur tikið uppá og lagt út video av teimum báðum heimsmetunum hjá Kate Ziegler herfyri, á YouTube so at tað er lætt (og lógligt) til dømis hjá okkum her á svimjing.com at leggja videoina á heimasíðuna. Fyrsta video vísir teir 1500 fram til hon setur heimsmet í 800, og seinna vísir so restina fram til heimsmet eisini í 1500 frí.

Continue reading Ziegler á YouTube

Kate Ziegler sett heimsmet í 800 og 1500 frí

Amerikanska Kate Ziegler hevur ordiliga gjørt um seg á Alex Athletics Challenge í Essen, Týsklandi, við at taka heimsmetið í 1500 frí á stuttbana, og í somu atløgu seta nýtt heimsmet í 800 frí. Nýggju heimsmetini eru 8:09.68 í 800 frí, og 15:42.39 í 1500. Laure Manadou átti bæði metini áðrenn. Sí swimmingworldmagazine.com.

Luttakaralistin til Føroya Banka Cup klárur

Viðfestur er listi yvir tey sum luttaka á svimjistevnuni í Fuglafirði komandi leygardag. Avvarandi verða biðin um at hyggja listan ígjøgnum, og seta seg í samband við fyrireikararnar ífall okkurt er galið. FLOT og HS hava ikki boðað frá luttøku enn.

Elspa sett seks met afturat (!)

Elspa hevur so sanniliga fingið ein góðan start uppá sína venjing í Danmark, nú hon uppá tvey vikuskifti hevur sett tilsamans 9 føroysk met. Sum tit kunnu lesa m.a. her á ssf.fo, so hevur hon á Thisted Cup í vikuskiftinum sett føroysk met í 100 firvald (1:05.51), 100 frí (58.07), 100 blandað (1:05.73), 200 blandað (2:21.22), 50 rygg (29.36) og 100 rygg (1:03.78) , harav hon átti øll áðrenn uttan metið í firvald.

Innbjóðing til Føroya Banka Cup í Fuglafirði

Fuglafjarðar Svimjifelag bjóðar í viðfesta skjali til svimjistevnu fyri bólkar 1 og 2, at verða í Fuglafirði leygardagin 13. oktober kl 11:00. Bólkur 2 Bólkur 1 sleppur at hita upp frá kl 09:45, og bólkur 1 bólkur 2 sleppur so til tá ið bólkur 2 bólkur 1 er liðugur at kappast. Heiðursmerki verða handað í øllum kappingum.
Continue reading Innbjóðing til Føroya Banka Cup í Fuglafirði