7 heimsmet fimta dag á HM í Rom

Ryan Lochte úr USA tók metið frá Michael Phelps í 200 blandað, nú hann svam teinin í tíðini 1:54.10, har metið hjá Phelps frá OL í Beijing var 1:54.23. Hetta var í eini Speedo LZR. So setti kanadiska Annamay Pierse heimsmet í hálvfinaluni í 200 bringu, tá ið hon svam teir 200 uppá 2:20.12, har heimsmetið hjá Rebeccu Soni frá OL í Beijing var 2:20.22. Síðani gjørdist Cesar Cielo Filho fyrsti maður undir 47 sekund í 100 frí, tá ið hann í eini Arena X-Glide svam teinin uppá 46.91 sekund, har heimsmetið hjá avstralska Eamon Sullivan var 47.05. í 200 firvald setti avstralska Jessicah Schipper heimsmet við tíðini 2:03.41, har heimsmetið hjá Mary Descenza frá í gjár var 2:04.14. Í fyrru hálvfinalu av 200 bringu setti avstralski Christian Sprenger heimsmet við tíðini 2:07.31, har heimsmetið hjá Kosuke Kitajima var 2:07.51. Í 50 rygg setti Jing Zhao nýtt heimsmet við tíðini 27.06, har heimsmetið hjá Anastasia Zueva frá hálvfinaluni í gjár var 27.38. Og at enda settu kinesisku kvinnurnar nýtt heimsmet í 4×200 frí, við tíðini 7.42.08, har gamla heimsmetið var 7:44.31, hjá Avstralia frá OL í Beijing í 2008.