Ægir bólkastevnan avlýst vegna veður

Orsaka av vánaligu veðurforsøgnini til leygardagin, er avgjørt, at avlýsa svimjikappingina ið skuldi verða í Klaksvík 14/09-2019 Kl. 13:00

Øll sigling og koyring hjá Strandferðsluni seinnapart leygardagin er avlýst, tí er ikki mett ráðiligt, at hava kappingina leygardagin sum ætlað.

Úrslit frá HS-stevnuni 7. og 8. september 2019

Her eru úrslitini frá “SMS Open” svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin 7. og 8. september 2019. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings

Continue reading Úrslit frá HS-stevnuni 7. og 8. september 2019

Innbjóðing til Ægir Open 5.-6. oktober 2019

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Svimjihøllini í Klaksvík hin 5. og 6. oktober 2019, sum Ægir skipar fyri. Hetta er ‘opin’ stevna har allir aldursbólkar kappast sum ein.

Live Timing: http://livetiming.se/index.php?cid=4736
Tilmeldingarfílur: http://livetiming.se/file_archive.php?cid=4736

Innbjóðing til Ægir Bólkastevnu 14. september 2019

Her er innbjóðing til Bólkastevnu í Klaksvíkar Svimjihøll hin 14. september 2019, sum Ægir skipar fyri. Hetta er stevna fyri aldursbólkarnar 1 til 4, har tey elstu eru gentur sum fylla 12 ella 13 ár í hesum kalendaraári, og dreingir teir sum fylla 13 ella 14.

Live Timing: http://livetiming.se/index.php?cid=4737
Tilmeldingarfílur: http://livetiming.se/file_archive.php?cid=4737

Kravtíðir til NM, NJM og EMS 2019

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna í Tórshavn hin 29. november til 1. desember 2019, og til EvropaMeistarastevnuna á stuttgeil í Glasgow hin 4. til 8. desember 2019. Kravtíðirnar síggjast eisini her á heimasíðu SSF.

Glasgow. Image courtesy of Ian Dick, CC-BY-2.0

Fyrstu fráboðanir eru longu komnar, um kláraðar kravtíðir. Sí http://www.ssf.fo/ambod/frabodan-um-kravtid/yvirlit/

Innbjóðing til HS-stevnu í Havn hin 7. og 8. september 2019

Frá Havnar Svimjifelag:

Av tí at løgtingsval er útskrivað at vera tann 31. august, sama leygardag, sum fyrsta stevna í sesongini eftir ætlan skuldi byrja í Havn, er avgjørt, við undirtøku frá øllum feløgum og í samráð við starvsnevndina í SSF, at útseta ta fyrstu stevnuna til vikuskiftið 7.-8. sep.

Sí viðfestu innbjóðing:

Pál, Vár og Óli hava vunnið flest heiðursmerkir fyri Føroyar í oyggjaleikasvimjing

Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er nú dagførdur. Enn er føroyska svimjilandsliðið í einum gullstima, sum byrjaði á Rodos í 2007. Á Gibraltar í ár vunnu føroysku svimjarnir 13 gull, 6 silvur og 8 bronsur, ella meira enn onnurhvør gull og silvur og um triðuhvørja bronsu hjá føroyingum, og gjørdu sítt til, at Føroyar endaðu á triðaplássi samanlagt. Svimjarnir fingu haraftrat 13 fjórðapláss. Í alt hava føroysku svimjarnir vunnið 114 gull, 83 silvur og 100 bronsur á ymsum oyggjaleikum, har onnurhvør bronsa, tvær av trimum silvur, og tríggjar av fýra gull eru vunnar á teimum 6 síðstu av 17 oyggjaleikunum, svimjarnir hava luttikið í.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (FAR, gull), Abigail Lacey (IOW, silvur) og Rebekka Trygvadóttir (FAR, bronsa) í 400 blandað. Fyrsta gulli hjá Vár av seks á Gibraltar. Mynd: William Gracia

Continue reading Pál, Vár og Óli hava vunnið flest heiðursmerkir fyri Føroyar í oyggjaleikasvimjing

Signhild 2:19.20 í 200 rygg á World Cup í Tokyo

Signhild Joensen royndi seg í nátt í 200 metra ryggsvimjing á World Cup 2019 stevnuni í Tokyo, og svam har teinin uppá 2:19.20. Hon eigur føroyska metið á 2:14.01 frá Danish Open í 2017, og er besta tíð hjá henni í ár 2:16.42 frá Bergen Swim Festival 2019. Sí úrslitalistan her.

Signhild 1:04.14 í 100 rygg á World Cup í Tokyo

Signhild Joensen royndi seg í aftur í nátt á World Cup stevnuni í Tokyo, og svam seg har til 1:04.14 í 100 metra ryggsvimjing. Tað er umleið sama tíð sum hennara 1:04.04 á HM í Gwangju, har besta tíð hjá henni annars er føroyska metið á 1:03.01 frá Bergen Swim Festival í 2018 og 2019. Sí úrslitalistan her.