blogga hjá brúkara bartal

FM úrslit frá 2007 til 2010

Tíðirnar frá FM 2007, '08, '09 og '10 eru at finna á grafinum her. Stafettirnar eru ikki tiknar við. Bara tann besta tíðin hjá finalistunum tikin við, tað vil siga, um viðkomandi svam skjótari í innleiðandi umfarinum, so er tann tíðin at finna her. Tíðirnar verða vístar í sekundum.

Tað ganga 2.6 mio fólk í miðal fyri hvørt HM heiðursmerki

Skuldi tað hent seg, at Pál Joensen fær eitt HM heiðursmerki, so er tað nýtt met sæð í ljósinum av heiðursmerki per íbúgvaratal. Verandi met síðani 2003 eiga avstraliubúgvar, tá ið tey fingu eitt heiðursmerki per 1 mio fólk í HM 2005. Eitt føroyskt HM heiðursmerki er tí 20 ferðnar betri. Og tá hava vit avrundað "skeivan" veg báðu ferðirnar. Á grafinum síggja vit, hvussu heiðursmerkir eru býtt millum lond í HM 2003, '05, '07 og '09.

1500 langbana finalu splitt tíðir hjá Pál Joensen

Trýst á 'play' knappin niðast til vinstru.

Tour de France beinleiðis við hjartarútmu ferð og annað á google map

Eg veit væl at hetta hevur einki við svimjing at gera, men møguliga verður hetta framtíðin, hvis Pál fer at satsa meira uppá havsvimjing. Tour de France liðið hjá Brian Holm, Team HTC - Columbia, senda øll møgulig dátur beinleiðis á google maps. Vit síggja hjartarútmuna, kraftin (watt), kadansan (hvussu skjótt súkklarnir traðka) og hvussu skjótt teir súkkla og hvar teir eru staddir, alt beinleiðis á netinum. Størri kort sæst her.

Tórshavnar kommuna søkir lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali

So stendur á heimasíðuni torshavn.fo:

"Søkt verður eftir einum manni og einari kvinnu til fulltíðarstarv sum lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Søkt verður eisini eftir tveimum kvinnuligum lívbjargarum sum avloysarar, onnur byrjar í august til januar 2011, og hin byrjar í august til juni 2011.

Hvar og nær á Joansøku

Google Android Froyo skjótast í hylinum

Snildar fartelefonir verða meira og meira populerar. Tað er imponerandi at síggja t.d. Jón Bjarnason varpa og viðmerkja beinleiðis á svimjing.com/live via Kyte og onkur Nokia fartelefon. Í løtuni verður svimjing.com vitjað av 20-30 fartelefonum dagliga. Vit kunna vænta, at fleiri og fleiri fólk fara at lesa og varpa svimjitíðindir í fartelefonini í nærmastu framtíð. Tí vil eg vísa á Google Android Froyo sum fyribils besta loysn til tey, ið ætla sær at fáa sær eina nýggja fartelefon í 2010.

Í gjár vístu nørdarnir hjá Google, hvussu skjót Froyo er í mun til Eclair og iPad. Og hetta bleiv avmyndað í einari 'breast stroke' svimjikapping :-)

Videobrotið havi eg sett til at byrja frá 17 min og 20 sek, tá svimjitestin verður víst.

Gulltíðir frá FM 2010 samanbornar við onnur FM

Miðal fyri gull í FM 2010 er 640,5 Fina stig. Eitt vet lægri enn FM 2009 (647,8), men hægri enn FM 2008 (618,6), FM 2007 (623,1) og FM 2004 (544,5).

Stafetturnar eru ikki tiknar við.

Gulltíðir frá FM '04 og FM'07-'09 samanbornar í 2009 Fina stigum

Stafetturnar, 800 frí menn og 1500 frí kvinnur er ikki tikið við.

Ægir svimjarir í Barnaútvarpinum

Barnaútvarpið sendi í gjár eitt prát við nakrar ungar svimjarar úr Ægir. Í sendingina hoyra vit millum annað 2x Victoriu, Jákup, Mariu, Kristu, Jákup, Ronju, Erlu og Ásbjørg. Sendingin liggur her.

Bjóða út innihald