Svimjarnir vóru proppaðir í hylin 'sum sild í tunnu'.
Svimjarnir fingu loyvið at síggja finaluna í "Talent 2008", áðrenn teir vóru koyrdir í song.
Nøkur vóru spent uppá, hvør fór at vinna...
Føroyingarnir vóru við í 8x50 blandað. Rókur skrivaði á flot.info:
"Stafettin hjá okkum sá eisini bara heilt OK út, hóast vit longu áðrenn væl vistu, at vit ongan kjans høvdu í kappingini um heiðursmerki. Birita fylgdi væl við sjálvan Mark Vogel, teir fyrstu 50 metrarnar rygg"
Birita Debes hevði 6. besta tilmeldingartíð (2:36.61), men bleiv nr 8 við tíðini 2:38.82. Í dag er juniormetið hjá henni 2:20.20.
Her er riðil 3 í 100 blandað við Joan Kristinu og Bjørg úr FLOT.
Rókur gav mær nøkur videobond í apríl í fjør at koyra á Youtube. Har ímillum var NJM 2007 og FM 2006, sum bleiv lagt á netið í fullari góðsku. Nú er tíðin komin til Køge Open 2008. Talan er um tvey talgilt bond, ið rúma góð 23 Gb. Upptøkurnar eru býttar upp í 73 brot. Her eru tey trý fyrstu brotini.
Ferðaliðið er júst komið til Køge, klokkan 15.00 fríggjadag 24. oktober, 2008. Í Føroyum skal aðalfundur verða leygardag 25. oktober, har Jon Hestoy verður valdur nýggjur formaður. Pál, Mona, Shaila, Malan (Susvim), Kári (FS) og Elspa (Westswim) kappast í DMK, har Pál setur danskt og føroyskt junior met í 200, 400 og 1500 frí (fyrstu ferð undir 15 min). Grant Hackett steðgar officielt mánadagin 27. oktober. Paulus Wildeboer er nýggjur landsliðsvenjari í Danmark.
Hon slapp at velja um vatnið skuldi vera fryst ella flótandi :-)
Ávaring, gamlir menn í svimjibuksum, og tað ger tað ikki betri at fleiri av teimum hava fingið sær 'Movember' yvirskegg :-)
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 10 tímar síðani
6 dagar 55 min síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani