Katinka Hosszu eigur nú øll (!) ungarsk met á stuttgeil

Hetta er púra garvilt – Katinka Hosszu luttók herfyri heldur sjáldsamt fyri seg í 1500 metra frísvimjing … tí hon vildi taka (og tók) tað éina ungarska metið á stuttgeil sum hon ikki átti.

Og tá eru ungarar ein sterk og stolt svimjitjóð.

Katinka Hosszu Now Owns All of the Hungarian SC National Records

Forsetin í kenjanska svimjisambandinum handtikin fyri mutur

Kenjanska løgreglan handtók í gjár Ben Ekumbo, forseta í Kenya Swimming Federation, sum hin fimti í kanningini av eini mutursgølu í sambandi við OL í Rio. Teir skulu hava tiltuskað sær pengar og landsliðsbúnar sum vóru ætlaðir OL-liðnum, og sær tað ikki gott út fyri Ekumbo, nú hann sambært miðlunum hevði roynt at krógva seg undir seingini, við búnum í húsinum sum vóru ætlaðir til frælsan ítrótt. Lesið t.d. The Guardian

Continue reading Forsetin í kenjanska svimjisambandinum handtikin fyri mutur

Nú hava 9 svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017

Sum kunngjørt í september, so var HS-stevnan nú 19. og 20. november eisini hin næsta av fýra útvaldum stevnum, har gjørligt var at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017. Við fyrivarni fyri at onkur er yvirsæddur, so vóru tær tvær afturat sum kláraðu kravtíð í Tórshavn, umframt tveir við undantaksloyvi á DM á stuttgeil 2016.

Continue reading Nú hava 9 svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017

Úrslit frá HS-stevnuni 19. og 20. november 2016

Her eru úrslitalistarnir frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali nú 19. og 20. november 2016, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Her er nógv at siga frá, um met og kravtíðir og eina øgiliga rúgvu av persónligum metum … men beint nú verður øll orka brúkt uppá at finna røttu lið til HMS og NM/NJM 2016.

Tilsamans vóru tey 104 svimjarar og 24 liðsvimjingar úr 5 feløgum sum kappaðust 597 ferðir í 38 kappingum.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se.

Meistaraheiti og heiðursmerki til føroyingar á DM í dag

Aftur í dag gekk tað útmerkað fyri føroyingarnar á DM á stuttgeil 2016, tá ið triðja finaluumfar varð avgreitt í Esbjerg. Magnus Jákupsson varð danskur meistari í 100 rygg, og Óli Mortensen í 1500 frí, umframt at Magnus vann bronsu í 50 frí, og Óli og Alvi í 4×200 frí

Ægir-gentur 8:38.20 og føroyskt met í 4×200 frí

Ægir-gentur settu í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 4×200 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið tær á HS-stevnuni í Svimjihøllini í Gundadali svumu teinin uppá 8:38.20. Ægir átti longu føroyska metið á 8:38.58 frá Ægir-stevnu í oktober 2014, og juniormetið á 8:47.37 frá Ægir-stevnu í november 2011.

Splitt-tíðirnar vóru

  • Signhild Joensen 2:06.67
  • Ásbjørg Hjelm 2:12.43
  • Barbara Debes 2:12.70
  • Jana B. Thomsen 2:06.40

Signhild 2:13.11 og føroyskt met í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á HS-stevnuni í Svimjihøllini í Gundadali svam teinin uppá 2:13.11. Hon átti sjálv metini á 2:14:74, frá Ægir-stevnu í februar mánaða. Sí úrslitalistan her

Føroysk heiðursmerki eisini í Køge

Tað var ikki bara í Esbjerg at føroyingar vunnu heiðursmerki í dag, tí í Køge hevur Marius Steinhólm úr Reysta nú í kvøld vunnið silvur í 100 blandað og gull í 200 frí. Hetta á Køge Open 2016, í kappingini fyri teir sum eru føddir í 2005 ella seinni.

Myndin omanfyri er ikki úr Køge, men frá Reysta-stevnu í Leirvík herfyri, har Marius stendur ovast á skamlinum.

Her er ein úr Køge

  

(Malan Steinhólm eigur myndina)

Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á DM á stuttgeil 2016

Nú eru næsti finalupartur um at vera liðugur á DM á stuttgeil 2016 í Esbjerg, og sóu vit aftur føroyingar taka heiðursmerki, umframt at Magnus og teir í Farum settu danskt seniormet í 4×50 blandað. Continue reading Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á DM á stuttgeil 2016

Føroyingar til Køge Open í vikuskiftinum

Køge Svømmeklub skipar sum vant fyri Køge Open, sama vikuskifti sum DM á stuttgeil er, og verða tað aftur í ár føroyingar at síggja har. Sambært startlistunum eru tað í øllum førum svimjarar úr Ægir og Reysta sum fara at royna seg har, ímóti serliga lokalum svimjarum har á Sælandi.