Rio í fillum bara hálvt ár aftaná OL

Hóast tað eydnaðist at avgreiða OL 2016 í Rio, so er støðan nú ring har aftaná. Fyriskiparararnir skylda enn einar 280 milliónir krónur, ítróttarbýurin stendur so gott sum tómur, ítróttarhallirnar eru falnar í órøkt og hava flest allar verið fyri herverki, og staturin Rio er fleiri mánaðir afturúr at gjalda lærarum, sjúkarøktafrøðingum og pensionistum løn. Hartil slóð 2016 met í kriminaliteti á so gott sum øllum økjum, íroknað dráp og stuldur. Lesið t.d. USA Today

 

 

Dan skal døma á HM 2017 í Budapest

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í gjár teirra útnevnilsi av dómarum til HeimsMeistarastevnuna 2017 í Budapest í summar, har føroyski høvuðsdómarin Dan Hjelm er millum tey 26 útvaldu. HM er eitt av allarstørstu og týdningarmestu tiltøkum sum FINA skipar fyri, og er hetta tí sjálvsagt ein stórur heiður fyri Dan og Svimjisamband Føroya.

Dan dómari á EM 2016 í London. Rókur í Jákupsstovu eigur myndina.

Continue reading Dan skal døma á HM 2017 í Budapest

Lívbjargingardómaraskeið í Vági 17. – 19. februar 2017

Svimjisamband Føroya skipar vikuskiftið 17. til 19. februar 2017 fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har Sørin S. Djurhuus kemur at undirvísa. Hetta er fyrsta skeið av sínum slag sum Svimjisamband Føroya skipar fyri, eftir at vit í vetur yvirtóku eisini hendan part av okkara lívbjargingarskipan frá dønum.

Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið eigur myndina.

Continue reading Lívbjargingardómaraskeið í Vági 17. – 19. februar 2017

Startlisti til Ægir-stevnuna 11. og 12. februar 2017

Her er startlistin til svimjistevnuna nú leygardagin 11. og sunnudagin 12. februar 2017, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll. Hendan stevna er næstseinasti kjansur hjá svimjarum at klára kravtíð til Oyggjaleikir í summar, har FM á stuttgeil í mars mánaða verður hin síðsti. Til nú hava 9 svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017.

Brellbiti – EM á stuttgeil 2017 í Keypmannahavn

Danmark fer í desember 2017 at hýsa EM á stuttgeil 2017, í spildurnýggju Royal Arena multihøllini í Keypmannahavn. Hetta verður fyrsta ítróttarstevna í hesi høll, og eini sjálvsøgd orsøk hjá eisini føroyingum at feira svimjing.

Hestoy til Patagonia at tryggja World Cup stevnu fyri FINA

Jon Hestoy er í hesum døgum í Patagonia í Suður-Argentina, sum umboð fyri teknisku Open Water nevnd FINA, á fyrstu stevnu í røðini av World Cup stevnum í sjósvimjing. Tey skulu svimja 10 km í Río Negro millum Carmen de Patagones og Viedma, ein teinur sum eisini verður kallaður fyri maraton í FINA-høpi.

Kappingin er í morgin, leygardagin hin 4. februar 2017, og verður stroymað her:

Live Broadcast

Sí eisini lapatagonesviedma.com. Tey byrja sambært skránni hjá FINA kl 14:00 lokala tíð, sum er kl 17:00 her í Føroyum.

Her er ein video frá stevnuni í fjør