SMS JólaSprint 17. desember 2016

Havnar Svimjifelag skipar aftur í ár fyri SMS Jólasprint svimjistevnu, í Svimjihøllini í Gundadali nú leygardagin hin 17. desember 2016. Her er innbjóðingin, har ein av høvuðsattraktiónunum er hin tiltikna 6×50 frí mix, har hvørt lið skal umfata 2 gentur, 2 dreingir, 1 venjara og 1 nevndarlim.

 

jolasprint

 

Aftursvar til grein á Norðoya Portalinum

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Símun á Høvdanum setti í morgun nakrar spurningar til Svimjisamband Føroya og beinleiðis til undirritaða, í grein við yvirskrift “Løgin úttøka til HM í svimjing”. Hann fekk skrivligt svar frá mær í morgun, og velji eg so nú at svara eisini alment her, síðani eg ikki frætti aftur.

Continue reading Aftursvar til grein á Norðoya Portalinum

Helena lat hjartastartara til Páls Høll

Helena Hergeirsdóttir vann Gekkin seinast, og hjartagóð sum hon er, var eitt tað fyrsta hon gjørdi, at ringja til Sørin S. Djurhuus í Svimjisambandi Føroya, eftir einum hjartastartara til tað eina arbeiðsplássið hjá sær. Hon arbeiðir eisini í Barnagarðinum í Vági.

Continue reading Helena lat hjartastartara til Páls Høll

Katinka Hosszu eigur nú øll (!) ungarsk met á stuttgeil

Hetta er púra garvilt – Katinka Hosszu luttók herfyri heldur sjáldsamt fyri seg í 1500 metra frísvimjing … tí hon vildi taka (og tók) tað éina ungarska metið á stuttgeil sum hon ikki átti.

Og tá eru ungarar ein sterk og stolt svimjitjóð.

Katinka Hosszu Now Owns All of the Hungarian SC National Records

Forsetin í kenjanska svimjisambandinum handtikin fyri mutur

Kenjanska løgreglan handtók í gjár Ben Ekumbo, forseta í Kenya Swimming Federation, sum hin fimti í kanningini av eini mutursgølu í sambandi við OL í Rio. Teir skulu hava tiltuskað sær pengar og landsliðsbúnar sum vóru ætlaðir OL-liðnum, og sær tað ikki gott út fyri Ekumbo, nú hann sambært miðlunum hevði roynt at krógva seg undir seingini, við búnum í húsinum sum vóru ætlaðir til frælsan ítrótt. Lesið t.d. The Guardian

Continue reading Forsetin í kenjanska svimjisambandinum handtikin fyri mutur

Nú hava 9 svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017

Sum kunngjørt í september, so var HS-stevnan nú 19. og 20. november eisini hin næsta av fýra útvaldum stevnum, har gjørligt var at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017. Við fyrivarni fyri at onkur er yvirsæddur, so vóru tær tvær afturat sum kláraðu kravtíð í Tórshavn, umframt tveir við undantaksloyvi á DM á stuttgeil 2016.

Continue reading Nú hava 9 svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017

Úrslit frá HS-stevnuni 19. og 20. november 2016

Her eru úrslitalistarnir frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali nú 19. og 20. november 2016, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Her er nógv at siga frá, um met og kravtíðir og eina øgiliga rúgvu av persónligum metum … men beint nú verður øll orka brúkt uppá at finna røttu lið til HMS og NM/NJM 2016.

Tilsamans vóru tey 104 svimjarar og 24 liðsvimjingar úr 5 feløgum sum kappaðust 597 ferðir í 38 kappingum.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se.