Rok í brasilska svimjisambandinum

Forsetin og varaforsetin í brasilska svimjisambandinum vórðu herfyri koyrdir frá, saman við øðrum mistonktum, sum partur av eini kanning av møguligum fíggjarundandrátti og sviki við almennum pengum. Og nú hevur brasilska svimjisambandið so mikið trupult við at handfara sínar bankakontur og líknandi, at tey noyðast at útseta brasilsku meistarastevnurnar í svimjing, havsvimjing, vippulopi, vatnpolo og synkronsvimjing. Lesið Inside the Games

Pál 15:19.65 og bronsu í 1500 frí á North Sea Swim Meet 2016

Pál Joensen kappaðist í dag á North Sea Swim Meet í Stavanger, og vann har bronsu við tíðini 15:19.65, aftanfyri týska Florian Wellbrock á 14:54.45 og norska Erik Årsland Gidskehaug á 14:56.18.

Continue reading Pál 15:19.65 og bronsu í 1500 frí á North Sea Swim Meet 2016

Pál til North Sea Swim Meet 2016

Pál Joensen fer nú í vikuskiftinum at kappast á North Sea Swim Meet 2016 í Stavanger, við góðum kjansi at vinna heiðursmerki í 400 og 1500 metra frí. Sí startlistan her. Norðmenn fara at stroyma beinleiðis her á Livestream.com, og hartil er live timing her á medley.no. Sí eisini northseaswimmeet.com

Continue reading Pál til North Sea Swim Meet 2016

Heiðursmerkir til Óla, Frans og Alva á ØST KBM 2016

Danir avgreiddu sum kunnugt sínar regiónsmeistarastevnur nú í vikuskiftinum, og eydnaðist tað har Óla Mortensen og Fransi Johannesen at gerast sælandsmeistarar, Frans enntá tríggjar ferðir.

Continue reading Heiðursmerkir til Óla, Frans og Alva á ØST KBM 2016

Úrslit frá Reysta-stevnuni 29. oktober 2016

Her er úrslitalistin frá svimjistevnuni sum Reysti skipaði fyri í svimjihøllini í Leirvíkar skúla, nú leygardagin hin 29. oktober 2016.

Íalt verður tey einir 113 einstaklingar og 13 lið úr øllum 6 virknum feløgum sum kappaðust tilsamans 367 ferðir í 26 kappingum.

Havnar Svimjifelag gjørdist mest vinnandi svimjifelag, við 10 gullheiðursmerkjum, 7 úr silvuri og 9 úr bronsu. Elisabeth Erlendsdóttir úr HS vann við sínum 5 gullheiðursmerkjum mest av øllum, meðan Filip Ilic úr FS við sínum 4 gullheiðursmerkjum vann mest av dreingjum.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
Havnar Svimjifelag 10 7 9
Fuglafjarðar Svimjifelag 8 6 6
Svimjifelagið Reysti 7 8 4
Suðuroyar Svimjifelag 1 5 5
Ægir     2
Svimjifelagið FLOT      
Tilsamans 26 26 26

Continue reading Úrslit frá Reysta-stevnuni 29. oktober 2016

Startlisti til Reysta-stevnuna 29. oktober 2016

Her er startlistin til Reysta-stevnuna sum verður í svimjihøllini í Leirvíkar skúla í morgin leygardagin hin 29. oktober 2016. Hetta er stevna fyri okkara yngru aldursbólkar. Tey heilsa úr Leirvík, at upphitingin til fyrsta stevnupart byrjar kl 13:00, og at seinna upphiting er framskundað til kl 15:30. Venjarafundur verður kl 13:00.

Alia Atkinson 28.64 og nýtt heimsmet í 50 bringu

Alia Atkinson úr Jamaica setti fyrradagin nýtt heimsmet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á World Cup stevnuni í Tokyo svam teinin uppá 28.64 sekund. Jessica Hardy úr USA átti heimsmetið á 28.80, frá tíðini við ‘superdraktum’ afturi í 2009. Sí úrslitalistan her

Óli, Alvi, Frans og Markus til ØST KBM 2016

Danir avgreiða nú í vikuskiftinum sínar ‘regiónsmeistarastevnur’, við stevnu í Hjørring fyri feløg heimahoyrandi vestanfyri Stórabelt, og stevnu í Nakskov fyri tey eystanfyri. Hetta sum upptakt til JM og DM á stuttgeil , í november. Startlistarnir til stevnuna í Nakskov síggjast her, har vit millum annað kunnu lesa at Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Frans Johannesen og Markus Joensen eru ímillum luttakararnar. Continue reading Óli, Alvi, Frans og Markus til ØST KBM 2016