Svimjing hjálpir væl ímóti fibromyalgi

Nýggj gransking í Brasil bendir á, at svimjing hjálpir væl uppá fibromyalgi. Hetta er sjúka ið rakar serliga kvinnur, har kroppurin er í kroniskari pínustøðu. Tey bóðu 75 kvinnur um at meta um hvussu nógva pínu tær høvdu, og góvu teimum síðani boð um at annaðhvørt ganga ella svimja tríggjar ferðir 50 minuttir um vikuna í 12 vikur. Pínan fall frá 6.2 til 3.6 hjá teimum sum gingu, og frá 6.4 til 3.1 hjá teimum sum svumu, har 10 er ringasta hugsandi pína. Lesið her á Aquatics International.

Krista 5:18.50 í 400 frí á Paralympisku Leikum 2016

Krista Mørkøre royndi seg fyri løtu síðani í 400 metra frísvimjing á Paralympisku Leikum í Rio de Janeiro, og svam har teinin uppá 5:18.50. Tað er ikki so langt frá hennara bestu tíð á 5:17.07, frá tá ið hon vann gull á British Para Swimming Championships í 2015.

Krista svimur 400 frí á Paralympisku Leikum í dag

Krista Mørkøre skal í dag royna seg fyri triðju og síðstu ferð á Paralympisku Leikum í Rio, tá ið tey nú seinnapartin avgreiða innleiðandi riðlarnar í 400 metra frísvimjing. ÍSB skrivar her, at ‘hóast úrslitini higartil ikki hava verið sum hon vónaði, er lagið gott, og er nógvur lærdómur at taka heimvið frá hennara fyrstu paralympisku leikum.’

Krista svimur kl 14:18, føroyska tíð, og kann tað síggjast her:

 

Teldusníkar leka enn meira WADA dáta, umfatandi eisini Pernille Blume

WADA váttar at russiskir teldusníkar nú hava likið enn meira tilfar úr dátugrunnunum hjá WADA, nú umfatandi 25 íðkarar úr USA, Týskalandi, Stórabretlandi, Kekkia, Pólandi, Rumenia, Russlandi og Danmark. Ein teirra er danski svimjarin og OL-gullvinnarin Pernille Blume, sum nú vísir seg at taka astmaheilivág.

Continue reading Teldusníkar leka enn meira WADA dáta, umfatandi eisini Pernille Blume

Russiskir teldusníkar leka WADA dáta, ákæra amerikanskar íðkarar fyri doping

Russiskir teldusníkar hava brotið inn í telduskipanina hjá altjóða antidopingfelagsskapinum WADA, og leka nú dáta haðani við ákæru um at amerikanskir íðkarar dopa seg. Millum íðkararnar eru tennisspælararnir Serena og Venus Williams, og fimleikarin og fleirfaldi OL-gull-vinnarin Simone Biles. WADA váttar her at teldusníkar hava fingið fatur á dáta latin í trúnaða, umfatandi eisini sokallaðu TUE undantaksloyvi, og at teldusníkarnir hótta við at leka enn meira.

Continue reading Russiskir teldusníkar leka WADA dáta, ákæra amerikanskar íðkarar fyri doping

Krista 1:12.34 í 100 frí á Paralympisku Leikum í Rio

Krista Mørkøre luttók fyri løtu síðani í 100 metra frísvimjing á Paralympisku Leikum í Rio de Janeiro, og svam har teinin uppá 1:12.34. Tað rakk til eitt 19. pláss millum tær 19 sum luttóku í bólkinum hjá Kristu í hesi grein, sí úrslitalistan her. Besta tíð hjá Kristu er 1:08.49 í hesi grein, frá tá ið hon vann gull í 100 metra frísvimjing á British Para Swimming Championships 2015.

Her er beinleiðis leinki til kappingina hjá Kristu

Krista svimur 100 frí á Paralympisku Leikum í dag

Krista Mørkøre fer í dag at royna seg í síni næstu kapping á Paralympisku Leikum 2016, tá ið tey frá kl 14:37 føroyska tíð avgreiða innleiðandi riðlarnar í 100 metra frísvimjing. Krista er í fyrsta riðli, tá, og á geil 7. Sí ÍSB á Facebook

Ballada tá Ryan Lochte luttók í ‘Vild med dans’

Ryan Lochte luttekur í hesum døgum í Dancing With The Stars, og var har nú eisini rok har, tá ið hann og partnarin Cheryl Burke høvdu roynt seg í fyrsta foxtrot. Tveir mans troðkaðu seg upp á dansigólvið, meðan nakrar dámur stevfast róptu ‘liar, liar’, ílætnar t-skjúrtur við onkrum mótmæli á.

Continue reading Ballada tá Ryan Lochte luttók í ‘Vild med dans’

Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum hin 17. september 2016

Her er innbjóðing til svimjistevnu á Argjum, leygardagin hin 17. september 2016, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er kapping fyri aldursbólkarnar 2 og 3, sum eru gentur føddar ár 2005-2008 og dreingir føddir ár 2004-2007.

Krista 32.54 í 50 frí á Paralympisku Leikum í Rio

Krista Mørkøre royndi seg fyri løtu síðani í 50 metra frísvimjing á Paralympisku Leikum í Rio de Janeiro, og varð har nr 21 við tíðini 32.54 sekund, í bólkinum S10. Hennara besta tíð er 31.69 í hesi grein, frá tá ið hon vann gull á British Para Swimming Championships í fjør. Sí úrslitalistan her.