Ballada tá Ryan Lochte luttók í ‘Vild med dans’

Ryan Lochte luttekur í hesum døgum í Dancing With The Stars, og var har nú eisini rok har, tá ið hann og partnarin Cheryl Burke høvdu roynt seg í fyrsta foxtrot. Tveir mans troðkaðu seg upp á dansigólvið, meðan nakrar dámur stevfast róptu ‘liar, liar’, ílætnar t-skjúrtur við onkrum mótmæli á.

Continue reading Ballada tá Ryan Lochte luttók í ‘Vild med dans’

Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum hin 17. september 2016

Her er innbjóðing til svimjistevnu á Argjum, leygardagin hin 17. september 2016, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er kapping fyri aldursbólkarnar 2 og 3, sum eru gentur føddar ár 2005-2008 og dreingir føddir ár 2004-2007.

Krista 32.54 í 50 frí á Paralympisku Leikum í Rio

Krista Mørkøre royndi seg fyri løtu síðani í 50 metra frísvimjing á Paralympisku Leikum í Rio de Janeiro, og varð har nr 21 við tíðini 32.54 sekund, í bólkinum S10. Hennara besta tíð er 31.69 í hesi grein, frá tá ið hon vann gull á British Para Swimming Championships í fjør. Sí úrslitalistan her.

Krista svimur 50 frí á Paralympisku Leikum í dag

ÍSB skrivar her á Facebook, at tað nú í dag kl 14:15 føroyska tíð, at Krista Mørkøre skal royna seg í síni fyrstu kapping á Paralympiskum Leikum í Rio de Janeiro.

Stroymingin er her, og byrjar nú um eina lítla løtu

Innbjóðing til SMS stevnu 24. og 25. september 2016

Her er innbjóðing til SMS stevnu í Gundadali hin 24. og 25. september 2016, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Stevnan er ‘opin’, tað vil siga fyri allar aldursbólkar uttan nakað bólkabýti, og sæst eisini í kalendaranum hjá Svimjisambandi Føroya.

Ryan Lochte fær 10 mánaðar bann fyri rokið í Rio

Amerikansku miðlarnir TMZ og USA Today siga seg vita, at Ryan Lochte fer at fáa 10 mánaðar bann frá allari svimjing, íroknað HM á stuttgeil nú í desember, og HM á langgeil í Budapest komandi summar. Hetta skal vera bann frá altjóða olympisku nevndini IOC, amerikansku olympisku nevndini USOC og amerikanska svimjisambandinum USA Swimming.

Continue reading Ryan Lochte fær 10 mánaðar bann fyri rokið í Rio

Beinleiðis stroyming frá Paralympisku Leikunum í Rio

So er tað í dag kl 22:15 føroyska tíð, at setanarhátíðin til Paralympisku Leikir 2016 byrjar, í Rio de Janeiro. Og tað fer at bera væl við at fylgja við føroysku Kristu Mørkøre og restini, tí IPC hevur valt at stroyma meira ella minni alt beinleiðis á síni DailyMotion rás, umframt á YouTube, íroknað setanar- og endahátíð, og alla svimjistevnuna.

Continue reading Beinleiðis stroyming frá Paralympisku Leikunum í Rio

Myndir frá havsvimjingini í Fuglafirði í dag

Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði í dag fyri havsvimjing í Fuglafirði, sum partur av Mentanardøgunum 2016 har norðuri. Tíðirnar og tað kemur seinni dag, men her eru so nakrar myndir. Continue reading Myndir frá havsvimjingini í Fuglafirði í dag