Skjót svimjing eisini annan dag á HS-stevnuni 23. og 24. september 2017

Aftur í dag svumu í øllum førum tey skjótastu skjótt, tá ið annar dagur á HS-stevnuni 23. til 24. september 2017 varð svomin. Tey eru nú fleiri sum hava staðfest sína støðu sum NM- og NJM-kandidatar, longu aftaná fyrstu stevnu í svimjiárinum 2017-2018, og summi enntá upp til fleiri ferðir.

Continue reading Skjót svimjing eisini annan dag á HS-stevnuni 23. og 24. september 2017

Góðar tíðir á HS-stevnu

Havnar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnu í Gundadali, sum er fyrsta svimjistevna í svimjiárinum 2017-2018. Og hóast vit ikki eru meira enn byrjað, so vóru tað nógvir svimjarar sum longu í gjár staðfestu sítt støði til altjóða stevnur í vetur.

Continue reading Góðar tíðir á HS-stevnu

Para-HM í Mexico útsett vegna jarðskjálvta

Lesið her á paralympic.org:  Vegna oyðileggjandi jarðskjálvtan í Mexico býi í gjár, hevur IPC valt at útseta HM í vektlyfting og svimjing, sum annars skuldi byrja nú 30. september 2017.

Continue reading Para-HM í Mexico útsett vegna jarðskjálvta

Svenska stjórnin játtar 300 milliónir afturat til at betra um svimjiførleika

Ógvuliga gleðilig tíðindi fyri sviar her – Hóast sviar longu hava flott svimjiførleikatøl at vísa á, so ynskir svenska stjórnin nú at røkka teimum síðstu børnunum eisini, og játtar tí 300 milliónir svenskar krónur afturat til svimjiskúlar. Tað eru umleið 234 millionir danskar.

Continue reading Svenska stjórnin játtar 300 milliónir afturat til at betra um svimjiførleika

Innbjóðing til HS-stevnu 23. og 24. september 2017

Her er innbjóðing til SMS-kapping 2017, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali nú leygardagin og sunnudagin hin 23. og 24. september 2017. Hetta er fyrsta svimjistevna her heima í svimjiárinum 2017-2018.

Væleydnaður norðurlendskur fundur í Koltri

Svimjisamband Føroya var herfyri vertur fyri árliga fundinum hjá Nordic Life Saving Group, og valdi tá heldur serstakt at hava fundin í Koltri. Hetta var fyrstu ferð at ein slík ráðstevna hevur verið fyriskipað í Koltri, og gjørdist tað ein ógloymandi túrur hjá øllum luttakarum.

Continue reading Væleydnaður norðurlendskur fundur í Koltri

IOC samtykt París 2024 og Los Angeles 2028

IOC kunngjørdi í gjár alment, at Olympisku Leikir verða í París í 2024 og í Los Angeles í 2028. Hetta var ikki óvæntað, tí møguligu vertirnir vóru longu áðrenn hetta avmarkaðir til hesar báðar býir, har Los Angeles so hartil í juli meldaði út, at tey kundu til í 2028. Báðir býir hava havt OL fyrr – París í 1900 og 1924, og Los Angeles í 1932 og 1984. Lesið t.d. Washington Times

Kravtíðir til NJM, NM og EMS 2017

Starvsnevnd SSF ásetti í august kravtíðirnar til NJM, NM og EMS 2017, sum lýst í viðfesta skrivi.

Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan verður í Reykjavík í Íslandi hin 1. til 3. desember 2017, meðan EvropaMeistastevnan á Stuttgeil verður í Keypmannahavn í Danmark hin 13. til 17. desember 2017.

Paralympics skerjir svimjigreinarnar til Tokyo 2020

Altjóða paralympiska nevndin kunngjørdi í gjár ætlaða talið av ítróttarfólkum og -greinum til Tokyo 2020, at tilsamans verða 4400 íðkarar og 537 heiðursmerkjagreinir í 22 ítróttum. Hetta er umleið somu tøl sum í Rio 2016, har tey vóru tilsamans 4328 íðkarar í 528 heiðursmerkjagreinum, men innanhýsis flytingar gera tó at svimjing fer frá 152 til 146 heiðursmerkjagreinir.

Continue reading Paralympics skerjir svimjigreinarnar til Tokyo 2020

E-sport kann koma upp á tal á OL, um spølini ikki eru harðlig

Hetta veit South China Morning Post at siga, frá IOC-forsetanum Thomas Bach. Tey vilja gjarna hava betri fatur á teimum ungu, og vilja tí umhugsa E-sport sum OL-grein, um spølini fylgja standardiseraðum reglum, og ikki eru blóðug ella diskrimerandi.

“We want to promote non-discrimination, non-violence, and peace among people. This doesn’t match with video games, which are about violence, explosions and killing. And there we have to draw a clear line,” he said.

[…]

“So if ever somebody is competing at playing football virtually or playing other sports virtually, this is of high interest. We hope that, then, these players are really delivering sports performance. If [fans] at the end would even play the sports in the real world, we would even be more happy,” he said.

Telduspøl eru longu nú á skrá til asiatisku leikirnar í Hangzhou í 2022. Sum merkir at tey eru nærri innliman í Olympisku Leikir, enn vit í Føroyum ið sum kunnugt ikki sloppu at luttaka undir egnum flaggi á evropeisku leikunum í Baku í 2015.

Photo by artubr