Tórshavnar Býráð samtykt útbjóðing av langhylinum í Havn

Verkætlanin viðvíkjandi útbygging av verandi svimjihøll í Gundadali við nýggjari svimjihøll við langhyli, terapihyli, dampsauna, uttandura hitapotti v.m., er nú liðugt prosjekterað. Eitt høvuðsprosjekt fyriliggur og er klárt at bjóða út. Verkætlanin hevur fingið byggiloyvi.

Talan er um útbjóðing í høvuðsarbeiðstøku og skotið verður upp at bjóða fimm feløgum at luttaka í innbodnari lisitasjón.

Á eykabýráðsfundi í kvøld varð mælt býráðnum til at heimila umsitingini at bjóða verkætlanina út í høvuðsarbeiðstøku, og at heimila umsitingini at samráðast við bíligasta tilboðsgevara um sáttmála at leggja fyri nevnd og býráð, umframt at heimila umsitingini at gera avtalu við ráðgeva um at hava byggileiðsluna um hendi.

Útbjóðingin varð samtykt í kvøld. Sambært tíðarætlanini verður svimjihylurin boðin út nú, samráðingar um sáttmála skulu verða lidnar ultimo oktober, og tá skal spakin eisini setast í. Byggingin skal so eftir ætlan verða liðug ársskiftið 2022/2023.

torshavn.fo

Innbjóðing til HS Open í Gundadali 12.-13. september 2020

Havnar Svimjifelag bjóðar í hesum viðfesta til HS Open í Svimjihøllini í Gundadali hin 12. og 13. september 2020, við tilmeldingarfreist hin 8. september 2020, og við fyrivarni fyri hvussu støðan verður við koronasmittu í Føroyum.

Útseting av svimjistevnum vegna korona

Góðu tit øll,

Svimjsamband Føroya hevur nú í samráð við føroysku svimjifeløgini avgjørt at útseta fyrstu tríggjar svimjistevnur í svimjiárinum 2020-2021, til heldur at verða soleiðis:

  • HS-stevnan 5.-6. september verður í staðin hin 12.-13. september
  • HS-stevnan 19. september verður í staðin hin 26. september
  • Ægir-stevnan 26.-27. september verður í staðin hin 3.-4. oktober

Orsøkin er íkomna støðan við nýggjari koronasmittu í Føroyum, umframt at vit fingu pláss í kalendaranum til at útseta, nú NOM 2020 í summar varð avlýst eisini vegna korona.

Vónandi fer tað at ganga so mikið væl við smittuni nú í august, at vit kunnu hava hesar stevnur í september, sjálvsagt sambært galdandi tilmælum.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

FINA avdúkar World Cup kalendaran fyri 2021, og útsetir allarhelst 2020-útgávuna

Lesið tíðindaskrivið her á fina.org, har FINA avdúkar ætlanina um at hava niðanfyri standandi 6 World Cup stevnur á heysti 2021, umframt at teirra arbeiðsbólkur viðmælir at útseta World Cup stevnurnar nú í heyst til í 2021.

2021 FINA Swimming World Cup calendar:

Cluster #1
1. Singapore (SGP) – September tbc *
2. Jinan (CHN) – September tbc*

Cluster #2
3. Berlin (GER) – October 1-3
4. Budapest (HUN) – October 7-9

Cluster #3
5. Doha (QAT) – October 21-23
6. Kazan (RUS) –October 28-30

Her er parturin um at væl møguliga útseta:

“Despite the 2020 host cities of the Swimming World Cup continuously showing their interest to stage the competition this year, the recommendation of the FINA Task Force appointed to review the situation is to postpone it to next year in order to ensure the safety of the athletes and all stakeholders involved”

Avgerðin um Oyggjaleikir 2021 verður tikin síðst í september

Hetta sigur leiðarin fyri stjórnini á Guernsey, Gavin St. Pier, nú sjónvarpsrásin ‘Isle of Man TV’ her í vikuni prátaði við hann á flogvøllinum á Man, har hann var á feriu. Oyggjaleikirnir skulu eftir ætlan vera á Guernsey frá 3. til 9. juli í 2021; men St. Pier sigur, at har enn er nógv eftir hjá fyriskiparunum at umhugsa, áðrenn tey vita um leikirnir kunnu verða sum ætlað. Sí Energy FM

Í løtuni krevja tey á Guernsey, at øll vitjandi fara í sjálvboðið sóttarhald í 14 dagar, tó so at vitjandi úr summum londum íroknað Danmark og Jersey kunnu fara út um tey 7. dagin taka eina koronatest sum tá er negativ. Har er tó okkurt heilt serligt slag av ‘luft-brúgv’ til Isle of Man sum hesin St. Pier hevur gjørt sær dælt av, nú hann var á feriu har.

Fyrrverandi danskur landsliðssvimjari ákærdur fyri andstyggilig dráp á Sælandi

Eitt rættarmál byrjaði nú týsdagin ímóti tveimum monnum sum eru ákærdir fyri dráp í apríl og juni 2019, umframt fyri tjóvari, eldáseting og ósømiliga atferð við líki. Rætturin hevur kravt navnaforboð í sakini; men Ekstra Bladet veit so at siga, at annar er ein 35-ára gamalur fyrrverandi úrvalssvimjari av Sælandi sum hevur verið til ‘ungdóms-OL’ í svimjing, og sum hartil hevur sitið ein dóm á fimm ár meðan hann enn var í tjúgunum.

Continue reading Fyrrverandi danskur landsliðssvimjari ákærdur fyri andstyggilig dráp á Sælandi

Paltrinieri 14.33.10 og evropeiskt met í 1500 frí á langgeil

Italski Gregorio Paltrinieri setti í gjár stórt nýtt evropeiskt met í 1500 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Sette Colli stevnuni í Rom svam teinin uppá 14:33.10. Hann átti sjálvur metið á 14:34.04, frá EM á langgeil í mai 2016, og er hetta næstskjótasta tíð nakrantíð í heiminum, har kinesiski Sun Yang eigur heimsmetið á 14:31.02 frá OL í London í 2012.

Fyrradagin setti Benedetta Pilato juniorheimsmet á hesi somu stevnu, við tíðini 29.85 í 50 bringu á langgeil, har litaviska Ruta Meilutyte á HM fyri juniorar í 2013 svam 29.86 sekund. Pilato betraði her eisini um italska metið hjá sær á 29.98 frá HM í Gwangju í fjør summar. Amerikanska Lilly King eigur heimsmetið á 29.40 frá HM á langgeil í 2017.

Hendan stevnan nú í Rom varð sum skilst fyriskipað sambært øllum koronaforskriftum, við tómum áskoðarasetrum og dómarum í maskum, umframt við øllum øðrum í maskum eisini tá ið hetta bar til, so sum á heiðursmerkjaskamlunum.

Spanskur kappsvimjari deyður av venjing at halda andanum

La Vanguardia skrivar her um eina syrgiliga søgu í Malaga í Spania, har 19-ára gamli Ramiro Tossone fekk trupulleikar, tá ið hann nú leygardagin undir venjing vandi at halda andanum. Lívbjargararnir komu sum skilst beinanvegin til og fingu hann á sjúkrahús, tá í kritiskari støðu, har læknarnir tó tíverri ikki fingu hjálpt um støðuna, so at hann nú doyði í gjár seinnapart, mikudag.

city sunset coast cathedral
Photo by Adrianna Calvo on Pexels.com

Myndir frá FM & JM á langgeil 2020

Aja, leingi er tað ið væl skal vera – Her eru nakrar útvaldar myndir frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil, sum var í Páls Høll í Vági hin 3. til 5. juli 2020. Serliga av heiðursmerkjavinnarunum umframt teimum sum vunnu nálir og settu met.

Continue reading Myndir frá FM & JM á langgeil 2020