OK útlit til heiðursmerki á Oyggjaleikum 2023

Nú er tað longu í morgin, at Atlantic flýgur til Guernsey við føroyska oyggjaleikahópinum. Úrslitasíðan er klár á results.guernsey2023.gg, sum m.a. vísir hvørji ið luttaka í hesum ymiska á Oyggjaleikum 2023; og ein fyribils startlisti bendir á, at vit kanska vinna okkurt heiðursmerki eisini, hóast ættarliðsskifti.

Continue reading OK útlit til heiðursmerki á Oyggjaleikum 2023

Stroyming og úrslit frá FM/JM á langgeil 2023

Her er stroyming frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2023.

  • Frí 16/6: JM og innleiðandi til FM frá kl 09:30, FM-finalur frá kl 17:00
  • Ley 17/6: JM og innleiðandi til FM frá kl 09:30, FM-finalur frá kl 17:00
  • Sun 18/6: JM og innleiðandi til FM frá kl 08:30, FM-finalur frá kl 14:00

Úrslitini síggjast so hvørt her á Swimify og her á LiveTiming

Continue reading Stroyming og úrslit frá FM/JM á langgeil 2023

So er tað FM/JM á langgeil 2023

Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa hetta vikuskiftið fyri árligu FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2023, í Páls Høll í Vági. Stevnan byrjar nú við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu nú fríggjamorgunin kl 09:30, og fyrstu FM-finalur eru so aftur frá kl 17:00.

Startlistar síggjast her á Swimify og her á LiveTiming, har eisini úrslitini fara at kunna síggjast so hvørt sum svomið verður.

Vit ætla at stroyma eisini, á YouTube-rásini hjá SSF

Frálíkt føroyskt avrik á Sumarmót Íslands 2023

Nú eru tey liðug við sjálvari svimjistevnuni Sumarmót SSÍ 2023, og gekk tað avbera væl hjá ungu føroysku svimjarunum. Øll 15 betraðu seg í minst einari grein í part, og vunnu vit hartil 2 silvur og 4 bronsur.

Føroyski hópurin til Sumarmót Íslands 2023. Johan Martin Thorsteinsson eigur myndina
Continue reading Frálíkt føroyskt avrik á Sumarmót Íslands 2023

Startlisti til FML/JML 2023

Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, fríggjadagin 16. til sunnudagin 18. juni 2023.

Listarnir finnast eisini á LiveTiming.se og Swimify.com

Continue reading Startlisti til FML/JML 2023

Góð føroysk úrslit fyrsta dag á Sumarmót Íslands 2023

Fyrsti dagur er nú avgreiddur á Sumarmót Ísland 2023, og gekk tað heilt væl hjá okkara unga hópi. Føroysku svimjarnir settu tilsamans 24 persónlig met í 42 royndum, og vunnu trý av teimum hartil bronsuheiðursmerki.

Føroyski hópurin til Sumarmót Íslands 2023. Johan Martin Thorsteinsson eigur myndina
Continue reading Góð føroysk úrslit fyrsta dag á Sumarmót Íslands 2023