Russland fingið 4 ára bann frá altjóða ítrótti íroknað OL

WADA kunngjørdi í morgun at Russland nú fær fýra ára bann frá altjóða ítrottarstevnum íroknað Olympisku Leikir – tó so at russiskir íðkarar kunnu biðja um undantaksloyvi til at kappast sum einstaklingar undir neutralum flaggi, ífall at tey ikki hava verið partur av stóru dopingsakini í Russlandi.

Hetta kann sjálvsagt væl merkja, at bæði LEN má broyta ætlanina um at hava EM á stuttgeil í Kazan í 2021, sum Kazan annars fekk fyri bara tveimum døgum síðani. Og har eru aðrar stevnur eisini sum kunnu ávirkast, so sum World Cup stevnan í Kazan í oktober 2020, og kappingar í synkro og kaving eisini í 2020.

Les t.d. SwimmingWorld Magazine

Kazan vertur fyri EMS 2021 og EM 2024

Evropeiska svimjisambandið LEN samtykti á stjórnafundi her á EM á stuttgeil 2019 í Glasgow, at russiski býurin Kazan skal fáa EvropaMeistarastevnuna á stuttgeil í 2021, umframt Evropeisku Meistarastevnuna (á langgeil) í 2024. Sí tíðindaskrivið frá LEN

kazan photo

Continue reading Kazan vertur fyri EMS 2021 og EM 2024

OK úrslit fyrsta dag á EM á stuttgeil 2019

Føroysku svimjararnir hava nú allir roynt seg her á EM á stuttgeil 2019 í Glasgow, og gekk tað útmerkað. Eingin tíð var betri enn tær tilsvarandi hjá hesum frá NM í Tórshavn í vikuskiftinum – men tað er nú eisini trupult soleiðis omaná NM og á EM í morgunriðlum.

  • Róland Toftum (1998), SuSvim svam 50 bringu, og varð har nr 45 av teimum 50 luttakandi við tíðini 28.55 sekund. Hann setti føroyskt met 28.37 nú leygardagin.
  • Signhild Joensen (2000), Ægir svam 100 rygg, og varð har nr 31 av teimum 36 luttakandi við tíðini 1:01.56. Hon vann NM-gull við 1:01.21 nú leygardagin.
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS svam 800 frí, og varð har nr 24 av teimum 29 luttakandi við tíðini 8:52.11. Hon vann NM-gull og setti føroyskt met 8:40.78 nú sunnudagin.

Sí úrslitalistarnar her á microplustiming.com

Nú er steðgur hjá føroyingunum til í morgin, tá ið Vár skal royna seg í 100 frí, og síðani í ovurmorgin Signhild 200 rygg og Róland 100 bringu.

So er tað EM á stuttgeil 2019 í Glasgow

Í morgin ári byrjar EvropaMeistarastevnan á stuttgeil 2019 í Glasgow í Skottlandi, at vara fram til og við sunnudagin. Føroyski svimjihópurin er komin fram í øllum góðum, og er við gott mót aftaná eitt sera væleydnað NM nú farna vikuskiftið.

Continue reading So er tað EM á stuttgeil 2019 í Glasgow

Eitt óført NM fyri føroyska svimjing

Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2019 er nú farin aftur um bak, og kunnu vit staðfesta at hetta var ein frálík stevna fyri føroyska svimjing, bæði hjá svimjarum og fyrireikarum.

Tilsamans 180 svimjarar og 32 lið úr 7 londum fingu 987 úrslit í 69 kappingum, har besta avrik gav heili 815 FINA stig, og har føroysku svimjararnir vunnu heili 3 gullheiðursmerki og 1 úr silvuri, umframt at sett vórðu 4 kanska 5 føroysk met.

Continue reading Eitt óført NM fyri føroyska svimjing

Rókur 23.05 og skjótari enn føroyska metið í 50 frí

Rókur Trygvason svam í gjár 50 metra frísvimjing uppá imponerandi 23.05 sekund, á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2019 í Tórshavn, har føroyska metið hjá honum er 23.14 sekund. Men, her er tað eitt sindur tricky, at tað var sum fyrsti svimjari í óoffisiellu stuttleikakappingini 8×50 frí fyri lið við bæði monnum og kvinnum

Ivamálið er um metið kann góðtakast, bæði tí at talan var um óoffisiella kappingargrein, og tí at talan var um lið við bæði monnum og kvinnum, har FINA fyrr hevur kolldømt heimsmet. Hetta verður upp til starvsnevnd SSF at viðgera, Rókur sjálvur tók tað rættiliga lætt í støðuni, og veit at so kann tað líka væl verða næstu ferð.

Signhild 2:13.89 og norðurlendskt gull í 200 rygg

Signhild Joensen svam seg í gjár til norðurlendskt gullheiðursmerki í eisini 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon í finaluni á NM/NJM 2019 í Tórshavn svam teinin uppá 2:13.89. Sostatt megnaði hon at vinna sær tvey gullheiðursmerki á hesi norðurlendsku meistarastevnu – fyrst eitt í 100 rygg leygarkvøldið, og síðani eitt í 200 rygg sunnukvøldið.

Vár 8:40.78, føroyskt met og norðurlendskt gull í 800 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í gjárkvøldið risastórt met í 800 metra frísvimjing, tá ið hon í skjótasta riðli við tíðini 8:40.78 svam seg til eisini norðurlendskt gull í greinini. Vár átti sjálv føroyska metið á 8:46.64, frá Atlantic Open í mars mánaða, og svam nú næstan 6 sekund skjótari enn tað.